mánadagur 21. juni 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 21. juni · Nr. 97
16
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Ítróttartoymið á Sosialinum:
Heri
Simonsen
heris@sosialurin.fo
Álvur
Haraldsen
alvur@sosialurin.fo
Hilmar Jan
Hansen
einslistir@email.fo
Uni Holm
Johannesen
uni@sosialurin.fo
Tróndur
Arge
trondur@sosialurin.fo
Víkingur gjørdi ein
ROSSahandil við
Atla Gregersen
So hvørt sum Finnur vaknaði komu
grátikonurnar til sín rætt
HB-fjepparafelagið hevur
fingið navnabroyting frá RED
LIONS til RED BARNET
Forrestin - KÍ vann tveir dystir á rað - í 2006
Kláraði TB bátin suður, aftaná
tapið ímóti KÍ í Klaksvík?
Eg havi altíð kallað NSÍ fyri vespur. Nú
havi eg funnið út av, at teir eru størri
enn tað. Teir eru Red Lion KING 2-0.
Í Fuglafirði verður tosað um
fótbóltsfepur, á Toftum er bara fepur
Leita og tú FINNUR Justinussen
Tað verða 7 stig á Jóansøku í Vági
Eingi kemur í nánd av einum meti, sum
NSÍ eigur. Teir eru teir einastu sum hava
vunnið næstbestu deildina so ofta, at teir
til endans vunnu tað steypið til ognar.
10
stuttligastu sms'ini
frá 3. hálvleiki
Tróndur Arge
– Vit vóru betri í fyrra hálvleiki og
høvdu alt spælið, men vit taka ikki
av okkara møguleikum. Í seinna
hálvleiki tóku teir yvir og vóru
betri, sigur Ebbe Kristin Thomsen,
sum spældi allan dystin fyri B71.
Andy Olsen, sum skoraði seinna
málið hjá ÍF, er heldur ikki ósamdur
við Ebba Kristin um gongdina í
dystinum.
– Tað gekk væl í seinna hálvleiki.
Tá føli eg at vit fáa spælið at koyra,
men vit skulu vera glaðir fyri, at vit
ikki vóru aftan fyri í fyrra hálvleiki.
Tá vóru sandoyingar nógv betri enn
vit. Ábraham var ikki blíður í hálv
leikinum og hann var ikki nøgdur
við avrikið hjá okkum. Tíbetur
koma vit í gongd í seinna hálvleiki
og fáa tvey mál. Tað var deiligt at
vit fingu hálað sigur heim í seinna
hálv leiki, sigur Andy Olsen.
Øssur Dalbúð hevði ein fingur í
spælinum í báðum málunum. Fyrst
legði hann ÍF á odda smáar tjúgu
minuttir fyri tíð við einum góðum
lang skoti. Fimm minuttir seinni
legði hann upp til 20 málið, sum
Andy Olsen skoraði.
– Vit stríðast ikki nóg mikið í
seinna hálvleiki og ÍF fær sítt fyrsta
mál. Vit royndu at svara aftur við at
seta tveir áleyparar inn, men tíverri
fingu vit ikki vent gongdini. Símin
Hansen manglaði og tíverri sást tað
væl í dystinum, sigur Ebbe Kristin
Thomsen.
B71 hevur framvegis 13 stig á 8.
plássi, fimm framman fyri argja
menn, ið taptu í Gundadali. Kom
andi dysturin hjá B71 er á jóansøku
ímóti FC Suðuroy.
– Tað kom væl við fyri okkum,
at AB tapti. Vit skulu nú suður á
jóansøku at spæla ímóti FC Suð
ur oy og tað er ein dystur, vit fyri
alt í verðini ikki mugu tapa. Ein
javn leikur er ongin vanlukka, men
vit skulu helst vinna, sigur Ebbe
Kristin at enda.
Tað hevur gingið væl hjá ÍF í
ár, sum er á einum triðja plássi við
24 stigum, umframt at teir eru í
steypa finaluni.
– Um vit enda í millum trý tey
bestu, tá kappingin er liðug, so eri
sera væl nøgdur, sigur Andy at
enda.
ÍF fær komandi vikuskiftið
vitjan av B36, ið vann sín fyrsta
lands kappingar dyst síðani triðja
um far sunnudagin.
trondur@sosialurin.fo
B71 tók ikki av
vodafonedeildin Leygardagin vóru fuglfirðingar heima á
Sandi og vitjaðu B71. Hóast B71 hevði yvirvág í fyrra hálvleiki,
so vóru tað Øssur Dalbúð og ÍF, sum fóru við øllum.
B71
0
ÍF
2
Serbin hjá fuglfirðingum, Nenad Saric, hevur higartil havt eitt gott
kappingarár, og var hann aftur eyðsýndur móti B71.
Mynd: Álvur Haraldsen, savnsmynd