Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-21, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. juni 2010síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 21. juni · Nr. 97 Sosialurin Ítróttarblaðið Ólavur Øre Hansen Ungi og evnaríki áleyparin hjá Víkingi, Finnur Justinussen, hevur í ár havt trupult við at finna aftur til máltevið, sum gav honum gylta skógvin í fjør. Men í dystinum við Margáir í gjár, vísti Finnur, at máltevinum bilar einki, tá hann kom inn í seinra hálvleiki, og við tveimum málum gjørdi sítt til at felagsliðið úr Gøtu og Leirvík megnaði at fáa javnleik. Venjarin hjá Víkingi, Jógvan Martin Olsen, var sum vera mann nøgdur við avrikið hjá Finni og hinum víkingaspælarunum eftir steðgin. – Samanumtikið eri eg væl nøgdur við liðavrikið hjá okkum í dystinum móti EB/Streymi. Tað var týdn ingarmikið hjá okkum at fáa stig, eftir at hava tapt teir seinastu tveir Vodafonedystirnar. Hóast teir skora tvey mál móti okkum í fyrra hálvleiki, so koma vit sterkt aftur eftir steðgin, har vit eru klárt betra liðið. Somuleiðis er tað gleðiligt at Finnur fekk gongd á málskjótingina aftur, segði Jógvan Martin Olsen eftir dystin. Meðan Jógvan Martin er fegin um eina stigið, so eru sunda lags­ menn alt annað enn nøgdir við at missa sigurin av hondum, eftir at hava verið á odda 2­0 í hálv leik­ inum. – Sjálvt um vit ikki spæla so væl í fyrra hálvleiki, so skora vit tvey mál. Men eftir steðgin missa vit alt á gólvið. Vit royna at verja, men tað miseydnaðist fullkomuliga, og vit loyva teimum inn aftur í dystin, segði ein vónbrotin Gert Hansen eftir dystin. Sum dagur og nátt Talan var um ein dyst, har munurin á fyrra og seinra hálvleiki er sum dagur og nátt. Sundalagsmenn høvdu tamar­ hald á støðuni fyri steðgin. Ikki minst takkað verið einum máli longu í øðrum minutti frá Leif Niclasen.Tá so Daniel Udsen økti til 2­0 við einum langskoti knapt korter fyri steðgin, so var alt sum bendi á at Víkingur skuldi tapa triðja dystin á rað. Men Víkingur skal hava rós uppi­ borið fyri sera góðan stríðsvilja eftir steðgin, har teir høvdu fult tamar­ hald á dystinum, meðan vertirnir vóru sum runnir í stein. Víkingur fekk løn fyri stríðið mið skeiðis í seinra hálvleiki, tá Finnur stútaði bóltin í netið, eftir inn legg úr vinstru síðu. Nú tevaðu víkingar av sonnum blóð, og bert sjey min uttir seinri var Finnur aftur á rætta staðnum til røttu tíðina, og setti ein returbólt í netið til 2­2. Fleiri mál komu ikki í dystinum, sum tískil endaðu við javnleiki 2­2, og tað er nokk rættvíst, tá hugsað verður um at liðini áttu hvør sín hálvleik. post@sosialurin.fo – Sum dystargongdin formaði seg, so eru vit nøgdir við javn­ leik, segði Súni Olsen eftir dystin Súni var ikki við í dyst­ inum við Margáir, tí hann hev ur havt trupulleikar við lysk uni síðstu tíðina. Frá áskoð ara plássunum kundu Súni síggja hansara lið kempa seg aftur í dystin, eftir at hava verið aftanfyri 2­0 í hálv leikinum. – Vit fáa eina ringa byrjan uppá dystin, og tá teir so økja um leiðsluna, sá einki út hjá okkum.Men í seinra hálvleiki stríða vit okkum aftur inn í dystin, og fáa javnað til 2­2, sigur Súni Olsen – Sjálvandi hevði verið betri at vunnu dystin, men alt í alt eri er vælnøgdur við avrikið hjá okkum, segði Súni Olsen. Finnur fann málið vodafonedeildin Tað var einki, sum bendi á at Víkingur skuldi fáa stig við sær úr Sundalagnum eftir fyrra hálvleik, har EB/Streymur skoraði tvær ferðir. Men í seinra hálvleiki reisti Víkingur seg aftur, og við tveimum málum frá Finni Justinussen, eydnaðist tað teimum at fáa javnleik í trupla útidystinum Súni Olsen: Nøgdir við javn­ leik comeback Eftir at sundalagsmenn høvdu lagt seg á odda við tveimum málum, reistust víkingar og javnaðu til endaliga úrsliti, 2-2 Mynd: Sofus Johannesen EB/Streymur 2 Víkingur 2 Vinnararnir taptu og tapararnir vunnu Atli Danielsen og FC Roskilde taptu á seinasta leikdegi, men varðveita sessin í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Hinvegin vunnu Bogi Løkin og Frem, sum kortini flyta niður í triðbestu donsku fótbóltsdeildina. Hetta gjørdist greitt fyri fleiri vikum síðani. Atli Danielsen og teir høvdu heimavøll, men taptu kortini 1­3 fyri Skive. Talan var um ein hendingaríkan og javnan dyst, har gestirnir vóru nakað neyvari enn Atli Danielsen og liðfelagar hansara. Úrslitið merkir, at FC Roskilde endar sum nummar 11 í deildini. Tilsamans vunnu teir níggju ferðir, seks ferðir spældu teir javnt og 15 ferðir tapti liðið. FC Roskilde endaði trý stig omanfyri niðurflytingarmarkið, og sostatt eru teir – hóast tapið í dag – at meta sum vinnarar í botnstríðnum. Øðrvísi var við Frem. Teir vunnu 2­1 á heimavølli móti oddaliðnum AC Horsens. Men hóast tað eydnaðist at koppa vinnaranum av deildini á seinasta leikdegi, so var fyri fleiri vikum síðani greitt, at Frem hevði spilt sínar kjansir. Bogi Løkin fekk seinastu løtuna á vøllinum í dag, men hevur eins og liðfelagarnir Andreas Lava Olsen og Jónas Þór og kappingarneytin Atli Danielsen, við hesum fingið summarfrí.