mánadagur 21. juni 2010síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 21. juni · Nr. 97
18
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Ólavur Øre Hansen
AB kláraði ikki at basa runa
víkingum, eiheldur EB/Streymur,
B68, B36,B71, ÍF, FC Suðuroy
ella Víkingur, og leygarkvøldið
noydd ist HB eisini lúta fyri
sigurs vandu
runavíkingunum.
So statt hevur NSÍ vunnið á øllum
Vodafoneliðunum, og kundu við
sigrinum á HB leggja seg einsa
malt á odda í fremstu mans
deildini í fótbólti.
Felagsnevnarin
fyri
góðu
gongd ina hjá runavíkingum er
sambart venjaranum hjá runa
víkingum, Paula Poulsen, fyrst og
fremst dygdargott liðavrikið, og
so sjálvandi eisini ein Christian
Høgni Jacobsen í serflokki
– Sjálvandi fær Christian Høgni
nógva umtalu, hann skoraði jú
bæði málini hjá okkum, og var
eygsýndur í dystinum móti HB,
men Christian Høgni ger tað ikki
einsamallur. Heldur er talan um
eitt sera gott liðavrik, sum legði
grundarstøðið undir sigrinum á
HB, og sigursrøðini vit eru í, segði
Pauli Poulsen eftir dystin.
– Tað er altíð gott at vinna á
hinum liðinum, sum liggja í odd
inum, tí tað gevur jú sjálvsálit og
trúgv uppá at vit gera tað rætta.
Men samstundis er tað um
ráðandi hjá okkum at sláa kalt
vatn í blóðið, og halda fast í dygd
unum, sum hava givið okkum
hesar níggju sigrarnar, sigur ein
jarðbundin Pauli Poulsen.
Meðan frøin er stór í Runavík,
so iðra teir seg í HB. Eitt er tað at
HB tapir 20 í Runavík, men Fróði
Benjaminsen iðrar seg serliga um
brotsparkið sum broytti alt, tí HB
hevði tamarhald á støðuni eftir
steðgin.
HB liðskiparin hevur grein í
sínum máli, tí HB komu væl betri
við í dystin eftir steðgin, sam
stundis sum boddurin á NSÍ trýst
inum var avtakandi. Tískil var tað
sum at fáa váta vøttin í høvdið
hjá havnarmonnum, tá Hans á
Lag gjørdi eitt býtt brotspark,
10 minuttir fyri dystarlok, sum
Christian Høgni setti trygt í netið.
Í síðsta minutti staðfesti topp
skjúttin í Vodafonedeildini sig
urin, tá hann var sterkari í einum
nærdysti við verjuspælara, og
smekk aði bóltin í kassan til 20.
Sjálvt um brotsparkið var við
at seta runavíkingar í gongd, so
var sigurin hjá runavíkingum
uppi borin. Teir vóru grammari
og vildu meira, eins og teir komu
fram til fleiri vandastøður, meðan
HB ikki var nøkur hóttan móti
NSÍ málinum.
NSÍ væl betri fyri steðgin
Runavíkingar vóru spælstýrandi
í fyrra hálvleiki, ikki minst takk
að verið væl spælandi Jústinus
og Jann Inga á sentrala mið vøll
inum. Leikliga yvirvágin hjá runa
víkingum sást aftur í kjans um,
har Klæmint, Christian Høgni
og Heðin høvdu hvør sína nasku
roynd móti málinum hjá gest
unum, meðan gestirnir ikki høvdu
tað stóra at bjóða í álopsspælinum
fyri steðgin.
Beint fyri steðgin var Klæmin
A. Olsen sera nær við at leggja NSÍ
á odda, tá hann eftir hornaspark
sútaði bóltin móti málinum, men
Runavíking
vodafonedeildin Sigursrøðin hjá
runavíkingum heldur fram, eftir at teir
vunnu oddadystin móti HB við Løkin
leygarkvøldið. Stóri spælarin hjá NSÍ
varð Christian Høgni Jacobsen, sum
skoraði bæði málini í 2-0 sigrinum
Tað er altíð gott at vinna á hinum
liðunum, sum liggja í oddinum
hol á
Christian Høgni Jacobsen
setur hol á, við at senda
brotssparkið framvið Marcin
Dawid í HB málinum.
Mynd: Sofus Johannesen
nSí
2
hB
0