mánadagur 21. juni 2010síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 21. juni · Nr. 97
Sosialurin
Ítróttarblaðið
aR í 9. himli
– Eg haldi at vit vóru betri enn
HB, segði ein fegin Christian
Høgni Jacobsen eftir dystin.
Christian Høgni vísir á
at NSÍ høvdu fleiri naskar
royndir í dystinum, meðan
HB ikki kom fram til nakran
ord uligan kjans.
Spurdur
um
orsøkina
til góðu gongdina hjá runa
víkingum, sigur Christian
Høgni, at runavíkingar hava
eitt sera gott lið, og tá allir
mans stríðast fyri hvørjum
øðrum, so ber tað langt.
Toppskjúttin í Voda fone
deildini er meira jarðbundin,
tá hann skal meta um sítt
egna avrik í dystinum.
– Fyrsta málið er so eitt
brotspark, meðan tað seinra
kemur eftir at eg sleppi leysur
og so er bara at smekka til,
segði ein fegin tví málskjútti
eftir dystin.
– NSÍ var betra liðið, og vann
ein uppibornan sigur, segði
ein vónbrotin, men avgjørdur
Símun Samuelsen eftir dyst
in, tá Sosialurin fekk orð ið á
hann.
– Vit fáa ikki spælið at
koyra í dag, og av tí sama
koma vit ikki fram til neyðugu
kjans irnar, sum skulu til fyri
at vinna dystir, segði Símin
Spurdur um hvat trupul
leikin er, metir Símun, at tað
fyrst og fremst ræður um at
fáa glið á egið spæl, so skulu
kjansirnir nokk koma.
Hóast HB tapti oddadystin,
so vísir Símun á at kappingin
er bert komin hálvan veg, og
enn er langt á mál.
– Men vit skulu taka okk
um saman til næsta dyst, sum
verður í Gundadali móti EB/
Streymi, sigur Símun Samuel
sen avgjørdur.
Símun Samuelsen:
Betra liðið vann
Christian Høgni Jacobsen:
Vit høvdu munin
á sjálvari málstrikuni fekk ein
havnarmaður vart fyri, og so var
vandin yvirstaðin.
Christian Høgni
vísti format
Í seinra hálvleiki komu gestirnir
betur við í dystin, ikki minst tí
HB fekk betur tak á miðvøllinum.
Men tað var ein smeitur fyri
gestirnar at Andrew av Fløtum
mátti av vøll inum stutt eftir
steðgin, tí HB hevði sera trupult
við at koma til kvalifiseraðar
málroyndir.
Sum seinri hálvleiki leið dalaði
spælið nakað. Tað var sum um
HB kláraði at taka broddin av
trýstinum hjá runavíkingum,
og vóru við til at mynda dystin,
utt an tó at koma fram til nakra
vanda støðu.
Men í 80. minutti gjørdi Hans
á Lag, sum annars spældi sum ein
brandur í verjuni hjá HB, eitt býtt
brotspark, sum Christian Høgni
umsetti til mál.
Nú skuldu gestirnir fram á
vøll in, men ístaðin vóru tað runa
vík ingar sum í síðsta minutti øktu
um leiðsluna, sjálvandi við máli
frá Christian Høgna Jacobsen, tá
hann sneiddi ein verjuleikarar,
áðrenn hann smekkaði bóltin í
netið. Eitt klassamál frá Christian
Høgna.
Sostatt mátti eisini HB leggja
rygg til eitt tap móti formsterku
runavíkingunum, so hava skúgv
að alla mótstøðu til viks hesi sein
astu níggju umførini, og stað festu
sína støðu sum oddalið í Voda
fone deildini.
post@sosialurin.fo
Toppskjúttin í
Vodafonedeildini,
Christian Høgni
Jacobsen, er flúgvandi
Mynd: Sofus Johannesen
tamarhald á
Jann Ingi Petersen (11)
og NSÍ hildu Andrew av
Fløtum og HB burtur frá
stórvegis málmøguleikum
Mynd: Sofus Johannesen