Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-21, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. juni 2010síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 21. juni · Nr. 97 20 Sosialurin Ítróttarblaðið Heri Simonsen »Væl er tað, ið leingi skal verða« er gamalt at siga. Nú er gott lag í B36 leguni, tí liðið hevur loksins vunnið ein dyst í meir enn tveir mánaðir. Níggju umfør fóru, har B36 fekk seks javnleikir og trý tap. Seinasti sigurin hjá B36 í vodafonedeildini kom í hús tann 11. apríl, tá B36 á útivølli vann 3-0 á B71. B36 hevði størra lutin av málmøguleikunum ígjár, men AB-arnir lógu eisini tíð- um framvið, og kundu havt tikið eitt stig við sær yvir úr Gundadali, um teir høvdu tikið av møguleikanum. Sigursmálið hjá B36 fall longu, tá eitt stórt korter var farið av dystinum. Ein misskiljing í AB- verj uni førdi til, at Jákup á Borg kom at standa púra leysur mitt fyri málinum, og hann hevði lætt við at seta bóltin í málið. Í fyrra hálv- leiki hevði Jákup á Borg enn ein risa møguleika, tá hann rundaði AB-málverjan, Tórð Thomsen, men Gunnar Haraldsen ofraði seg, og fekk beint bóltin út til hornaspark. Tórður í AB-málinum hevði eina sanna »Gordon Banks-bjarging«, tá Oddmar Færø stútaði bóltin ímóti málinum. Tórður var sum ein køttur, og bjargaði stútinum á mál strikuni. Stig Roar Søbstad var í sínum lagi ógvuliga einsamallur í AB-álopinum, og vóru fleiri støður, har hann ikki fekk nakran stuðul frá sínum liðfeløgum. Træverkið tvær ferðir Í seinna hálvleiki høvdu bæði liðini stórar málmøguleikar, og rakti B36 træverkið tvær ferðir innan stutta tíð. AB var leikliga betri við í seinna hálvleiki, og vann liðið sær fitt av hornaspørkum, sum tó ikki góvu tað stóra. Talan var um ein sannan seksstigsdyst. Vann AB, so vóru bert fýra stig millum liðini, meðan vann B36, so høvdu teir 10 stig niður til niður flytingarvandan. B36 var omaná, og teir kunnu nú spakuliga byrja at hyggja upp eftir, har sum tað er stutt ligt at verða. Bæði liðini standa frammanfyri stórum og møtimiklum uppgávum. B36 skal til Fugla fjarðar, har ÍF tekur ímóti teimum, og AB skal á heimavølli takast við NSÍ, sum hevur vunnið níggju dystir á rað. Bæði liðini verða »lestrarrakt« aftaná steðgin. Ungir evnaríkir spælarar hjá báð- um liðum leita sær uttanlands í út búgvingarørindum, og tí fara leiðslurnar í báðum feløgunum at reika fyri, at liðini hava ta breiddina, sum skal til, fyri at standa seg í vodafonedeildini. B36 má tá verða Jákup á Borg fyri uttan, sum aftur sá gult fyri kjaftaslit ígjár. Verið tungt Verjuálitið hjá B36, Herbert í Lon viðgekk aftaná dystin, at talan hev ur verið um ein tungan burð: - Hetta hevur verið ótrúliga tungt. Vit hava verið revsaðir fyri næstan hvørt einasta mistak vit hava gjørt, og tá vit so ikki hava fingið tey mál ini, sum vit sjálvir halda, at vit hava uppiborið, greiddi Herbert í Lon frá. - Vit koma fram til nakrar heilt stórar málmøguleikar, sum høvdu farið inn við eitt sindur av hepni, men annars haldi eg, at vit stýra ein stóran part av dystinum, har vit gjøgnumgangandi halda AB frá stórum málmøguleikum, so saman umtikið eri eg væl nøgdur, staðfestir Herbert í Lon. Vóru moyrir Tórður Thomsen, sum aftur vardi málið hjá AB helt, at tað halt aði hjá liðfeløgunum at fylgja mót støðu- liðnum. – Eg haldi, at menn vóru eitt sindur moyrir, og vit hanga eitt sindur eftirá, serliga í fyrra hálvleiki, sum fyri okkara part var ein kata- strofa. Eg haldi tó, at vit koma eitt sindur betri inn í dystin í seinna hálvleiki, uttan tó at skapa teir heilt stóru málmøguleikarnir. Vit hava ein málmøguleika, sum er ógvulig stórur, sum vit áttu at skorað uppá, men aftrat tí hótta vit ikki B36 nógv. Vit skapa ikki nóg nógv, og tí má eg viðganga, at úrslitið var á einari góðari leið. Í framtíðini verður tað Heðin Stenberg, sum fer at verja málið hjá AB. Tórður Thomsen fer at leita aðrar leiðir, men enn er ikki navn sett á hansara framtíðar av- bjóðingar í fótbóltsheiminum. heris@sosialurin.fo B36 andar lættan vodafonedeildin Ónda ringrásin hjá tí hvíta havnaliðnum var brotin við einum 1-0 sigri á AB, sum enn dvølir undir niðurflytingarstrikuni B36 1 AB 0 Eftir skaðasteðg, kom Ingi Højsted inn frá byrjan í seinna hálvleiki Mynd: Álvur Haraldsen Jákup á Borg legði B36 á odda eftir at hava runda Tórð Thomsen í AB málinum av. Á lítlu myndini mundi verið endurtøka av 1-0 málinum, men hesuferð megnaði Gunnar Haraldsen at beina bóltin út til horna í evstu løtu Mynd: Álvur Haraldsen endurtøka