Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-21, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. juni 2010síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 21. juni · Nr. 97 Sosialurin Ítróttarblaðið Ólavur Øre Hansen Tað er eingin ivi um at suðuroyingar eru nøgdir við at hava fingið eitt heppið stig í trupla útidystinum á Svangaskarði, og liðskiparin hjá suðuroyingum, Palli Augustinussen, var fegin um javnleikin. – Tað var umráðandi hjá okkum at venda neiligu gongdini, og tað gjørdi vit við at fáa eitt fáa stig í dyst inum móti B68, segði Palli Augustinussen eftir dystin. Meðan suðuroyingar eru nøgdir við eina stigið, so kunnu tofta­ menn als ikki vera nøgdir við bert at fáa javnleik í einum dysti, har teir høvdu allar møguleikar at av gerða dystin. Men hóast fleiri góðar kjansir, so kendu toftamenn ikki sína vitjunartíð. Tískil var tað ein vónsvikin B68 liðskipari, sum aftaná dystin mátti ásanna, at avrikið hjá toftamonnum als ikki var nøktandi. – Nei, hetta úrtlitið kunnu vit ikki vera nøgdir við. Vit koma fram til fleiri góðar kjansir, men neyvleikin manglaði í avgerðandi løtum. Men tá vit so fingu bóltin í málið, so klára vit ikki at binda um heilan fingur, og loyva suðuroyingum inn aftur í dystin segði Øssur Hansen. Misnýttu kjansirnir kostaðu dýrt Eftir ein javnan fyrra hálvleik, har bæði liðini komu fram til nakrar kjansir, men tó uttan at skora, so kom meira ferð á spælið eftir steðgin. Ikki minst tí at Keita var skiftur inn í álopið hjá tofta monn­ um, og voldi hann verjuni hjá suð­ ur oy ingum trupulleikar. Við sínari styrki kláraði hann at halda uppá bóltin, og tað hevði við sær at meira struk turur kom í álopsspælið hjá tofta monnum. Stutt eftir at Keita var innskiftir var tað um reppið at Øssur Hansen legði B68 á odda, eftir gott einmans avrik frá Keita í vinstru síðu, men skotið hjá veteraninum brast í stongina. Hóast toftamenn høvdu fleiri kjansir, so smæddust suðuroyingar ikki burtur, og um heilt væl vildi til kundu teir lagt seg á odda, tá Dan Durhuus kom einsamallur móti málverjanun, men Vlada bjargaði skotroyndini. Knapt 10 minuttir fyri dystarlok bragdaði loksins hjá toftamonnum, tá Ndende fekk sparkað bóltin í málið eftir trunkaspæl í brots­ teiginum hjá suðuroyingum. Men gleðin hjá toftamonnum var stokkut, tí løtu seinri høvdu suðuoyingar javnað, eftir at Obi Charles fekk sparkað bóltin í málið, eftir innlegg úr høgru síðu. Fleiri mál komu ikki í dystinum, sum tískil endaði við javnleiki 1­1. Eitt úrslit sum toftamenn ikki kunnu brúka til nakað, meðan allur bati bøtur, hjá hart royndu suðuroyingunum. B68 1 FC Suðuroy 1 Sterki senegalin á B68 miðvøllinum legði toftamenn á odda stutt fyri dystarlok, men gleðin var stokkut, tí Obi Charles javnaði fyri FC Suðuroy stutt aftaná. Mynd: Álvur Haraldsen Liðskiparin hjá suðringum, Palli Austinussen var væl nøgdur við eina stigi á Toftum í gjár. Mynd: Álvur Haraldsen, savnsmynd B68 kendi ikki sína vitjunartíð vodafonedelidin Toftamenn hava bert sær sjálvum at takka fyri at sigurin glapp teimum úr hondum, tá teir spældu javnleik 1-1 móti FC Suðuroy, sum eftir seks ósigrar á rað, ognaði sær eitt tiltrongt stig í bortnstríðnum Palli Augustinussen var væl nøgdur við eina stigið suður­ oyingar fingu á Toftum sunnu dagin. – Tað kennist gott at hava fingið javnleik á Svangaskarði. Hóast vit ikki spæla ein góðan dysti, so eydnaðist tað við góðum liðavriki, og eitt sindur av heppni at fáa eina stigið í hús, segði Palli August inussen eftir dystin. Spurdur um hvønn týdn­ ing javnleikurin hevur fyri suðuroyingar, metir Palli, at sum botnlið ræður um at skava so nógv stig saman sum tilber. Samstundis gevur javn leikurin móti B68 teimum trúnnu uppá at tað ber til, tí tað er hart at tapa fleiri dystir á rað. Komandi vikuskifti skal FC Suðuroy spæla ein alt av­ gerðandi dyst, tá B71 kemur á vitjan, og Palli er avgjørdur í síni søk, tann dystin skulu vit vinna. Palli August inussen: Eitt týdn- ingarmikið stig