Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-21, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. juni 2010síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 21. juni · Nr. 97 24 Sosialurin Ítróttarblaðið Tróndur Arge Tað gekk sum eftir ánni, tá ið triði FM kappróðurin leyg ar­ dagin var á Eystanstevnu á Skálafjørðinum. Høg ættar lot­ ið var orsøk til, at tað ikki var púra deyðaslætt, og harvið kendist tað sum avbjóðing hjá óroyndu manningunum, men tað var týðuligt, at longu nú eru mann ingarnar meiri royndar í at leggja til startin og at rógva, enn tær hava verið fyrr í ár. Fyrireikingarnar vóru fyri­ myndarligar. Tað gekk skjótt og væl at leggja bátarnar, tað var ongantíð neyðugt við umstarti, og samlaða róðrartíðin var so stutt, sum tað bara ber til at vóna, at hon kann vera. At lotið var undan bar møgu leika við sær fyri, at met kundu verða sett. Í einum føri var talan um mettíð. Tað var í kappingini millum 6­mannafør við monnum. Páll Fangi róði skjótari, enn nakað 6­mannafar við monnum nakrantíð hevur róð á Eystanstevnu. Tá ið talan er um tíðir og met í kappróðri, so skal alt tak­ ast við stórum fyrivarni, men í fleiri kappingum vóru tíð ir nar betri, enn tær hava verið sein­ astu árini. Nú bíðar Jóansøkan. Í Vági verð ur bara kappast á 1000 metra málinum. Tá kann tað vera, at okkurt fer at síggja øðr vísi út, enn tað higartil hevur gjørt. Í barnaróðrinum hava vinnararnir verið teir somu allar tríggjar ferðirnar. Í hin um kappingunum hevur tað í trim um kappingum verið so leiðis, at sami bátur hevur vunn ið allar tríggjar ferðirnar. 6­mannaførini Sølmundur við kvinn um og Páll Fangi við monnum og 8­mannafarið Kví víkingur hava vunnið allar tríggjar ferðirnar. Á Eystanstevnu var ein nýggjur vinnari. Tað var í kapp ingini millum 5­manna­ før ini við gentum, har Beinta úr Miðvági var fyrst á mál. Hetta er einasta kappingin, har tað hava verið tríggir ymiskir vinn arar í teimum trimum kapp ing unum, sum higartil eru av greiddar. trondur@sosialurin.fo Tróndur Arge Tað var eingin spenningur, tá ið 10­mannaførini leygardagin róðu á Skálafjørðinum. Eysturoyingur smurdi Vestmenningin av. Á mál­ inum var munurin meiri enn hálv­ onnur bátslongd. Harvið eydnaðist tað Eystur­ oyingi so rudduliga at fáa sett ting ini upp á pláss aftur, eftir at Vest menningur fyri viku síðani á Sunda lagsstevnu var fremstur. Fyrstu lítlu løtuna var javnt millum allar tríggjar bátarnar. So tók Hoy­ víkingur at dragna, og stútt og støðugt stakk Eysturoyingur seg framum Vestmenning. Vestmenningar gjørdu einar tvær atsóknir í royndum at bjóða gula bátinum av. Men Kapp róðrar­ felagið NSÍ ynskti ikki at vísa blíðs­ skap – í hvussu so er ikki úti á fjørð­ inum. Síðani tað í 1973 varð farið undir FM kappróður í tí líki, sum tað nú verður kappast, hevur Eystur­ oyingur tríggjar ferðir vunnið á Eystanstevnu. Fyrsti sigurin var við nýggja bátinum í 1998. Sami bátur vann aftur í 2002, og nú vunnu teir í bátinum, sum Sámal Hansen smíðaði í fjør. Hesa ferð róðu teir við Eystur­ oyingi 2000 metra málið á Skála­ fjørðinum skjótari, enn teir nakr antíð áður hava gjørt tað. Vinn­ ara tíðin var 9.02.11. Fínu hagtølini á drekin.fo siga, at bara eina ferð áður hevur vinnaratíðin á Eystanstevnu verið betri enn so. Tað var í 1976, tá ið Skálabáturin vann í tíðini 8.53.30. Tann tíðin var altso 0.09.03 betri enn tíðin hjá Eysturoyingi hesa ferð. Triði besta vinnaratíðin á Eystanstevnu var tann hjá Vág­ bingi í 1982. Ta ferðina var vinnara­ tíðin hjá Vágbingi 9.03.09 ella knapp liga eitt sekund lakari enn tíð in hjá Eysturoyingi hesa ferð. 1 Eysturoyingur. . . . . . . . . . 09:02.11 2 Vestmenningur . . . . . . . . 09:05.22 3 Hoyvíkingur . . . . . . . . . . . 09:16.09 Støðan 1 Eysturoyingur. . . . . . . . . . . . . . . . 20 2 Vestmenningur . . . . . . . . . . . . . . 19 3 Hoyvíkingur . . . . . . . . . . . . . . . . . 15 EyStanStEvna Fyrireikararnir stóðu seg til UG, og nú róðrarárið er um at vera hálvrunnið, er tað framvegis stórur spenningur í fleiri av kappingunum Kanón kapping á Skála­ fjørð inum Eysturoyingur so skjótur sum ongantíð 10-mannafør Í heimasjógvi róði Eysturoyingur leygardagin 2000 metra málið skjótari, enn hann nakrantíð áður hevur gjørt á Eystanstevnu Glaðir eysturoyingar í heimasjógvi eftir sigurin í 10. mannafarðsróðrinum Mynd: Jens Kristian Vang