mánadagur 21. juni 2010síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 21. juni · Nr. 97
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Tróndur Arge
Enn eina ferð var tað sera tætt og
spennandi. Enn eina ferð vóru fleiri
bátar við í kappingini um fremsta
plássið, og enn eina ferð vóru tað
klaksvíkingar, sum struku avstað
við sigrinum.
Klaksvíkingar og miðvingar vóru
í fantastiskari kapping um fremsta
plássið,
og
Suðuroyarbátarnir,
Tvøra bát urin og Smyril, vóru í sera
tætt ari kapping um triðja plássið.
Ridd arin úr Mið vági royndi fleiri
ferðir at bjóða av, og onkra ferðina
var hann fremstur, men Páll Fangi
svar aði aftur, og á málinum var
hann skutin frammanfyri Ridd
aran.
Tað var ikki eiti avrik, sum bestu
bát arnir vístu hesa ferð. Tíðin hjá
Páll Fanga var tann besta, sum
nakað 6mannafar við monn um
nakrantíð hevur vunnið á Eystan
stevnu við. Vinnaratíðin leygar dag
in var á teimum 1500 metrunum
7.17.24. Besta tíðin frammanundan
var tann hjá Hvessingi í 1988. Ta
ferð ina róðu teir í Hvalvík og
Streym nesi teir 1500 metrarnar í
tíðini 7.18.30 ella 0.00.34 lakari enn
Páll Fangi.
Tað vil siga, at tíðin hjá Ridd
aranum hesa ferð var eitt vet betri
enn besta tíðin frammanundan
leyg ar degnum.
Tvørabáturin, Smyril og Strálan
fylgdu væl við á fyrsta partinum av
teininum. Strálan var tann fyrsti,
sum misti. Tvørabáturin og Smyril
duttu eina bátslongd afturum teir
báðar fremstu. Men frástøðan fram
í oddin var ikki størri enn so, enn
at tað er møguleiki fyri at taka
tað innaftur hjá Smyrli og Tvøra
bátinum, tá ið tað næsta leygardag
verð ur kappróður í Vági.
1 Páll Fangi . . . . . . . . . . . . . 07:17.24
2 Riddarin . . . . . . . . . . . . . . 07:18.22
3 Tvørabáturin. . . . . . . . . . . 07:23.11
4 Smyril . . . . . . . . . . . . . . . . 07:23.18
5 Strálan . . . . . . . . . . . . . . . 07:26.22
6 Skúgvur. . . . . . . . . . . . . . . 07:33.15
7 Hósvíkingur . . . . . . . . . . . 07:41.12
8 Jarnbardur. . . . . . . . . . . . . 07:49.08
9 Lómur . . . . . . . . . . . . . . . . 07:55.19
10 Sølmundur . . . . . . . . . . . . 08:06.11
Støðan
1 Páll Fangi . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 21
2 Tvørabáturin. . . . . . . . . . . . . . . . . 16
3 Riddarin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 15
4 Smyril . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 14
5 Strálan . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 8
6 Skúgvur. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 7
7 Hósvíkingur . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2
8 Lómur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1
Tróndur Arge
8mannafarið hjá kvívíkingum
er stórfavorittur at vinna FM
fyri sjeyndu ferð. Leygardagin
vann Kvívíkingur fyri triðju
ferð í ár, og hóast tað ikki er
eingin kapping um fremsta
plássið, so er í løtuni ilt at
ímynda sær annan FM vinnara
enn Kvívíking.
Á málinum var eingin ivi.
Kvívíkingur var klárt fremstur
– eina bátslongd frammanfyri
kappingarneytarnar.
Men
leingi var tað rættuliga spenn
andi. Fríggjarin úr Miðvági var
bragd ligur í startinum, og hann
var leingi á odda. Eina løtu tog
aðust teir báðir – Fríggjarin og
Kví víkingur – men enn eina
ferð var Kvívíkingur drúgv
astur.
Tá ið teir næstu fóru um
málið, var tað rættuliga tætt.
Frá Fríggjaranum, sum var
numm ar tvey, og aftur til Árn
firð ing, sum var nummar fýra,
var bara ein stórur skutur.
Hóast teir ikki vunnu hesa
ferð, so eiga miðvingar fram
vegis bestu vinnaratíðina á
Eystanstevnu. Tað var í 1982, at
Miðvingur vann í tíðini 6.40.49.
Tíðin hjá Kvívíkingi hesa ferð
var 0.12.12 lakari enn tann hjá
miðvingum fyri 28 árum síð
ani. Hetta var næstbesta vinn
ara tíðin nakrantíð á Eystan
stevnu.
1 Kvívíkingur . . . . . . . .06:53.00
2 Fríggjarin . . . . . . . . .06:56.07
3 Argjabáturin. . . . . . .06:56.18
4 Árnfirðingur . . . . . . .06:57.16
5 Ørvur . . . . . . . . . . . . .07:10.24
6 Knørrur . . . . . . . . . . .07:14.15
Støðan
1 Kvívíkingur . . . . . . . . . . . . . .21
2 Argjabáturin. . . . . . . . . . . . .17
3 Fríggjarin . . . . . . . . . . . . . . .15
4 Árnfirðingur . . . . . . . . . . . . .13
5 Ørvur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .8
6 Knørrur . . . . . . . . . . . . . . . . . .7
8-mannafør Men tá ið tað mest galt
um, kiksaði tað hjá Fríggjaranum, sum
einki megnaði at gera við Kvívíking
Fríggjarin
hevur eyguni
við Kvívíkingi
Klaksvískbáturin, Páll Fangi, setti met við síni vinnaratíð á Eystanstevnu
Mynd: Jens Kristian Vang
Mynd: Jens Kristian Vang
Páll Fangi
setti met
6-mannafør menn Vinnaratíðin hjá klaksvíkingum var eitt
vet betri, enn hon var tað hjá Hvessingi fyri 22 árum síðani
Blikur fann flogið
5-mannafør dreingir Eftir kiksaran í Hvalvík megnaðu
argjadreingir sannførandi at svara aftur á Skálafjørðinum
Tróndur Arge
Blikur vann á Norðoyastevnu, og á
Sundalagsstevnu var Royndin Fríða
fremst. Tí var talan um sera stóran
spenning, tá ið dreingjabátarnir
løgdu til brots. Í startspurtinum
gekk tað javnt á, men tá ið hálvur
teinurin var rógvin, var Blikur klárt
á odda, og so kendist tað sum um,
at eingin ivi var um, hvør fór at
vinna.
Frá Bliki og aftur til Firvald á
triðja plássi var ein stór bátslongd.
Á øðrum plássi var Royndin Fríða,
sum vann í Hvalvík. Royndin Fríða
var eina stóra hálva bátslongd
aftanfyri Blik. Tí kann roknast
við, at tað verður sera tætt og
spennandi, tá ið fjórði FM róðurin
verður á Jóansøku, sum verður í
Vági nú leygardagin.
Meðan
fleiri
av
hinum
vinnaratíðunum vóru millum tær
bestu nakrantíð á Eystanstevnu,
so var tað ikki soleiðis í hesi
kappingini. Sjey ferðir áður hevur
vinnaratíðin á Eystanstevnu verið
betri, enn hon var tað hesa ferð.
Besta tíðin var í 1982, tá ið Svanur
av Skála vann við 29 sekundum
skjótari tíð enn henni, sum henda
kappingin varð vunnin við.
1 Blikur. . . . . . . . . . . . . . . . . 05:10.16
2 Royndin Fríða. . . . . . . . . . 05:12.05
3 Firvaldur . . . . . . . . . . . . . . 05:14.18
4 Jallurin. . . . . . . . . . . . . . . . 05:16.24
5 Teistin . . . . . . . . . . . . . . . . 05:17.16
6 Sílið . . . . . . . . . . . . . . . . . . 05:19.15
7 Svanur. . . . . . . . . . . . . . . . 05:20.02
8 Junkarin. . . . . . . . . . . . . . . 05:23.21
9 Beinta . . . . . . . . . . . . . . . . 05:29.23
Støðan
1 Blikur. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 20
2 Royndin Fríða. . . . . . . . . . . . . . . . 19
3 Jallurin. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 11
4 Teistin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 10
5 Firvaldur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 10
6 Svanur. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 7
7 Sílið . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 6
8 Junkarin. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1
9 Beinta . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 0