mánadagur 21. juni 2010síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 21. juni · Nr. 97
26
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Tróndur Arge
Eftir sigurin á Norðoyastevnu
var tað so sjálvsagt, at Erla
Kongsdóttir
var
favorittur,
tá ið kappróður fyri stórari
viku síðani var í Hvalvík. Men
ta ferðina eydnaðist tað ikki
kvinnubátinum úr Fuglafirði
at vinna.
Leygardagin
var
eingin
ivi,
tá
ið
kappróður
var
á
Skálafjørðinum.
Erla
Kongsdóttir vant burtur úr
kappingarneytunum,
og
á
málinum var munurin aftur
til Drekan tvær bátslongdir.
Drekin var í stórari kapping við
Firvald og Blik um næstfremsta
plássið.
Sigurin hjá kvinnunum úr
Fuglafirði var merkisverdur á
tann hátt, at hetta var fyrsta
ferðin nakrantíð, síðani tað
í 1973 varð farið undir FM
kappróður í tí líki, sum hann
síðani hevur verið, at Erla
Kongsdóttir hevur vunnið á
Eystanstevnu.
Sigurin var dyggari hesa
ferð, enn hann var, tá ið
Erla
Kongsdóttir
vann
á
Norðoyastevnu.
Ta
ferðina
var fjarstøðan aftur til Drekan
fimm sekund. Leygardagin
var munurin aftur til Drekan
meiri
enn
seks
sekund.
1 Erla Kongsdóttir 05:24.00
2 Drekin 05:30.07
3 Firvaldur 05:31.23
4 Blikur 05:32.21
5 Havfrúgvin 05:44.12
Støðan
1 Erla Kongsdóttir 20
2 Drekin 19
3 Firvaldur 14
4 Blikur 13
5 Havfrúgvin 9
Tróndur Arge
Ein
av
størstu
favorittunum
at vinna FM er Sølmundur við
kvinnumanning.
Hesa
ferð
var Sølmundur í heimasjógvi.
Beinanvegin, tá ið startskotið hevði
gelt ikki so langt úr neystinum,
har
kvinnurnar
hava
vant
í
nógvar mánaðir, legði Sølmundur
seg fram um hinar bátarnar, og
so var tað bara ein spurningur,
hvussu stórur og tryggur sigurin
hjá
Kappróðrarfelagnum
NSÍ
kvinnunum fór at verða.
Hvessingur
royndi
at
hanga í, og á málinum var munurin
ein bátslongd. Einki bendi á, at tað
á Jóansøku komandi leygardag
verður nakar annar enn Sølmundur,
sum fer at vinna.
Hvørja ferð Sølmundur
vinnur, so skrivar hann søgu.
Sølmundur við kvinnumanning
hevur ongantíð vunnið FM, og
Sølmundur við kvinnumanning
hevði ongantíð vunnið, áðrenn tær
á Norðoyastevnu vóru fremstar.
Tíðin hjá Sølmundi var rættuliga
góð. Bara eina ferð áður hevur
vinnarabáturin í hesi kappingini
verið skjótari á mál á Eystanstevnu.
Tað var í 2006, tá ið Riddarin
vann í tíðini 4.54.20 ella nett 15
sekund skjótari enn Sølmundur.
1 Sølmundur 05:09.20
2 Hvessingur 05:12.22
3 Gongurólvur 05:18.20
4 Riddarin 05:18.22
5 Lómur 05:23.12
6 Jarnbardur 05:34.18
Støðan
1 Sølmundur 21
2 Hvessingur 18
3 Gongurólvur 14
4 Riddarin 13
5 Lómur 9
6 Jarnbardur 6
Tróndur Arge
Gongdin og úrslitini í trimum
teimum
fyrstu
kappingunum
boða frá, at mest spennandi FM
kappingin av øllum er tann millum
5-mannaførini við gentumanning.
Í Klaksvík vann Sílið, í Hvalvík
vann Falkur, og á Eystanstevnu var
tað Beinta úr Miðvági, sum kom
fyrst á mál. Skiftandi úrslitini bera
við sær, at tað er sera tætt millum
tríggjar bátar í FM kappingini:
Falkur hevur 19 stig, og Beinta og
Sílið hava 17 stig!
Beinta
var
nummar
trý
bæði
á
Norðoyastevnu
og
á
Sundalagsstevnu. Í fyrsta FM
róðrinum var Beinta 15 sekund frá
fremsta plássinum, og næstsíðsta
leygardag var Beinta fýra sekund
frá fremsta plássinum.
Hesa ferð var kappingin so tøtt,
sum tað ber henni til at vera. Beinta
og Falkur komu mest sum í senn á
mál, og fjarstøðan aftur til Ørnina
og Sílið var tilsaman minni enn ein
bátslongd.
Soleiðis sum gongdin hevur verið
higartil, so er tað ikki óhugsandi, at
ein fjórði bátur kann fara at bjóða
seg fram sum vinnara. Saman
við Beintu hevur framgongdin
hjá Ørnini verið tann størsta. Á
Norðoyastevnu var Ørnin nummar
sjey – 31 sekund frá vinnaratíðini.
Á Sundalagsstevnu var Ørnin
nummar fimm – 14 sekund frá
vinnaratíðini. Og leygardagin varð
Ørnin nummar trý – eitt sekund frá
vinnaratíðini!
1 Beinta 05:31.09
2 Falkur 05:31.15
3 Ørnin 05:32.15
4 Sílið 05:33.01
5 Tjaldrið 05:39.17
6 Silja 05:43.02
7 Tambar 05:53.14
Støðan
1 Falkur 19
2 Beinta 17
3 Sílið 17
4 Tjaldrið 11
5 Ørnin 9
6 Silja 6
7 Tambar 3
8 Fípan Fagra 2
Tróndur Arge
Kappingin
var
í
báðum
førum stór og tøtt, men tá ið
bátarnir fóru um málið, vóru
sigursharrarnir teir somu, sum
teir vóru í tveimum teimum
fyrstu kappingunum.
Teistin úr Argja Róðrarfelag
vann barnaróðurin millum
gentubátar,
og
Títlingur
hjá
Havnar
Róðrarfelag
vann
kappingina
millum
dreingjabátarnar
Í
gentukappingini
var
munurin millum lítil og eingin,
og í dreingjakappingini var
skuturin
á
muni
millum
Títling
og
Havfrúnna
úr
Vestmanna, sum fyri triðju
ferð
var
næstfremst
í
dreingjakappingini.
Erla Kongsdóttir
fyrsta sigurin á
Skálafjørðinum
5-mannafør kvinnur
Fuglafjarðakvinnur settu alt
ruddiliga upp á pláss, eftir at
tær fyri viku síðani ikki vunnu
Sølmundur
á FM kós
6-mannafør kvinnur Eingin tykist hava møguleika at
fáa fatur á Sølmundi, sum hvønn leygardag skrivar søgu
Tað gekk
sum tað plagar
Barnaróður Kappingin var
stór, men enn eina ferð vunnu
genturnar av Argjum og dreingirnir
úr Havnar Róðrarfelag
Tríggir vinnarar
eru um FM boðið
5-mannafør gentur Vágarnar settu rættuliga dám á
tøttu kappingina millum gentumanningarnar, tá ið Beinta úr
Miðvági vann, og Ørnin úr Sandavági endaði sum nummar trý