mánadagur 21. juni 2010síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 21. juni · Nr. 97
28
Sosialurin
Nøvn
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Í morgin 22. juni hevur Tór
bjørn Petersen í Hoyvík 45
ára starvsdag hjá P/F Mari
Poulsen sum rør og blikk
smiður.
Tórbjørn er 62 ára gamal
og klakvíkingur, sonur Karin,
sum var av Norðoyri og
Mathias Petersen, ið var av
Selatrað.
Eftir lokna skúlagongd
fór hann, sum teir flestu
klaks víksdreingir
tá,
til
skips, og var tað við trol
ar an um Sjúrðaberg. Hann
sigldi í eitt ár og fór so í
land og fekk lærupláss hjá
Jákupi Jacobsen, ella sum
klaksvíkingar siga, Jákup
Blikk. Hann lærdi har í um
leið eitt eitt ár og søkti so
lærupláss P/F Mariu Poulsen
í Havn. Hann flutti til Havnar
21. juni 1965, og byrjaði at læra
dagin eftir, 22. juni 1965, sum
rør og blikksmiður. Verk
staðsleiðari tá var Martin
Vilhelmsen.
Í 1977 bleiv Tórbjørn settur
sum
verkstaðsleiðari,
tá
Hákun Mortensen fór í annað
starv. Hákun byrjaði at læra í
1945 og var verkstaðsleiðari í
mong ár. Hákun er framvegis
virkin sum sjálvstøðugur
rørleggjari.
Sjeytiárini høvdu stórar
samfelagsbroytingar
her
heima, og Havnin merkti
eisini til rembingarnar. Øll
tey stóru virkini í býnum og
úti á Eystaru bryggju fluttu
út úr býnum. P/F Maria
Poulsen fylgdi eisini við, og
í 1982 flutti verkstaðurin
og VVS handilin í nýggjan
stóran virkisbygning á Hálsi.
Í 1988 flutti verkstaðurin
aftur, tá grannabygningurin
hjá P/F Hans M. Reinert varð
keyptur. Øll hesi árini var
Tórbjørn
verkstaðsleiðari.
Hann hevur havt nógv fólk
undir sær, og nógvir lærlingar
vórðu útlærdir, meðan hann
hevði leiðsluna.
Tórbjørn var meistari í
samfull 22 ár, og hevur hann
tey seinnu árini arbeitt úti.
Honum dámar væl smá
um vælingar, og hava nógv
havnarfólk kent til hansara
sera góðu hendur, og hansara
góðu ráð og vegleiðingar.
Tórbjørn er giftur Annu,
f. av Reyni, dóttir Finu og
Sigird av Reyni. Tey eiga fýra
børn, tvær gentur og tveir
dreingir.
Tórbjørn
45 ára
starvsdag
Síðan 1982 hava føroysk møtir
verið hildin á Cosmos Trawl í
Hirtshals. Í hesum sambandi
skrivar Levi Joensen:
Fyri umleið 30 árum síð
ani kom ein stórur sildafloti
dagliga til Hirtshals, full
fermdir við sild og makreli.
Tann størra helvtin vóru
skip úr Íslandi, men eisini
vóru nógv skip úr Føroyum.
Sjálvur var eg ein av teimum
mongu
føroyingum
sum
sigldi her í Hirtshals.
Eitt kvøldið vit lossaðu,
stóð eg við spælið, eg stóð
vælklæddur í úlpu, og veðrið
var av tí ringasta. Nú síggi eg,
at eitt skip leggur til kai, og
menninir umborð á hesum
skipi gera seg til reiðar at
fara í land at hugna sær. Tá
kallaði Harrin á meg og segði:
Hevði onkur verið á keiini og
tikið ímóti teimum, so hevði
morgindagurin helst sæð
betur út.
Morgunin eftir fari eg inn
á Cosmos Trawl, vildi treffa
stjóran. Eg fortaldi hon
um mín vitnisburð, for taldi
honum at eg var ein per
sónliga trúgvandi maður, og
at eg hevði andaktir umborð
á skipunum eg sigldi við. –
Síðani spurdi eg hann um
møguleiki var fyri at leiga
matarhøllina
á
Cosmos
Trawl til at samla føroyingar
og hava møtir fyri teimum.
Hann hugdi spyrjandi upp
á meg og svaraði við hesum
orðum: Matarhøllina fáa tit
fyri einki, og eru tit tystir
setið kaffimaskinina frá. Eftir
hetta fór eg glaður umborð
aftur. Møtini á Cosmos Trawl
byrjaðu 18. juni 1982, ein
stór løta har 78 sjómenn og
ferðandi samlaðust um Guds
orð. Hesar løtur hava hildið
áfram á hvørjum ári síðani tá,
og í ár byrja tær 1. juli kl.19.30.
Tó hava vit haft nøkur møtir
í landi, tá vit hava verið inni
í Hirthals, har ímillum hjá
Mette og Kára Holm.
Møtini, sum verða hildin á
nótaverkstaðinum í Cosmos
Trawl, Østhavnen, Hirthals,
verða hesi fimm hóskvøldini
í juli og august: 1.juli, 15. juli,
29. juli, 5. august og 12.august.
øll kvøldini kl. 19.30 skrivar
Levi Joensen úr Hirtshals.
Føroyingar hittast í Hirtshals
Merkisdagar
80 ára føðingardagur
Hósdagin 24 juni verður Elin Thomsen Klaksvík (Elin
hjá Skós) 80 ár. Dagurin verður hildin á Ziskagøta 10,
frá kl. 19.00. Øll eru hjartaliga vælkomin
80 ára føðingardagur
1. juli fyllur Kaspara Hjelm úr vági 80 ár. Føðingardagin
ætlar hon at halda í Vági leygardagin 17. juli. Tey ið
vilja gleða Kasparu við at koma í føðingardag verða
vinaliga biðin um at siga frá innan 21. juni hjá Inu
371551 ella Torgerð 573999.
60 ára føðingardagur
Týsdagin 22. juni kann Poul Jóhan Djurhuus,
Glyvrar, halda 60 ára føðingardag. Dagurin verður
hildin í Kelduni í Skálabotni týskvøldið kl. 18. Byrjað
verður við sangløtu, og aftaná verður borðreitt við
føroyskum viðskera. Byrjað verður stundisliga. Øll
eru hjartaliga vælkomin.±
Silvurbrúdleyp
Týsdagin 22. juni hava Bodil og Eliesar Finnsson,
Hólavegur 23, Porkeri, silvurbrúdleyp. Veitsan
verður fríggjakvøldið 25. juni kl. 19 á Hotel Øravík,
tey ið vilja gleða okkum at koma, verða biðin at siga
frá á tlf. 373860 ella 227496.
Prógv
Sunnudagin 20. juni fekk Ingrid Nord Olsen, Ritu
vík, handa prógv sum Pædagog/Diakon á Diakon
háskúlanum í Århus.
Prógv
Jørgin Pauli Johannessen hevur 24. juni lokið próg
sum Teknisk Manager Offshore á Erhvervs Akademi
Sydvest í Esbjerg, við serritgerð um roykreinsiskipan
umborð á M/F Norrønu.
Rætting
Í vikuskiftisblaðnum skrivaðu vit um Hallgrím
Johannesen, sum fer frá sum lærari eftir at hava
starvast sum skúlalærari á Skála í 40 ár.
Har komu vit at skriva, at Hallgrím er giftur við
Juliu, f. Fonsdal, úr Vestmanna.
Tað rætta er at Hallgrím var giftur við Juliu, sum
andaðist í 1999.
Vit biðja orsaka mistakið.
- red