Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-21, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. juni 2010síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mánadagur 21. juni · Nr. 97 Sosialurin Søgu- og samfelagsdeildin bjóðar í heyst út tvey støk masterskeið í stjórnmálafrøði og tvey í løgfrøði, ið eftir umsókn kunnu gerast partur av masterútbúgving. Politisk umboðan (stjórnmálafrøði) Skeiðið viðger ástøði um politiska umboðan, og tey lesandi læra at nýta hesi ástøði til at greina og lýsa viðkomandi dømi um politiska umboðan í Føroyum og umboðan av føroyskum áhugamálum í altjóða høpi. Stakskeiðið telur 10 ECTS á masterstigi, og ætlanin er, at skeiðið skal verða góðskrivað á komandi masterútbúgving í stjórnmála- frøði umframt masterútbúgving í samfelags- vísindum. Undirvísingin byrjar í viku 37 í 2010. Fortreytirnar fyri at skriva seg inn til skeiðið er útbúgving á bachelorstigi ella samsvar- andi við nóg mikið av stjórnmálafrøði ella javnmettum fakum. Kostnaður kr. 5.500 Organisatiónsástøði og almenn fyrisiting (stjórnmálafrøði) Skeiðið viðger hvussu organisatiónir virka, og hvussu fólk ávirka og ávirkast av orga- nisatiónum. Tey lesandi fáa grundleggjandi kunnleika um og yvirlit yvir meginrák í organisatiónsástøði, og samstundis innlit í granskingarøkið “almenn fyrisiting” (public management) og meginrák innan almenna fyrisiting. Stakskeiðið telur 10 ECTS á masterstigi, og ætlanin er, at skeiðið skal verða góðskrivað á komandi masterútbúgving í stjórnmálafrøði umframt masterútbúgving í samfelags- vísindum. Undirvísingin byrjar í viku 36 í 2010. Fortreytirnar fyri at skriva seg inn til skeiðið er útbúgving á bachelorstigi ella samsvar- andi við nóg mikið av stjórnmálafrøði ella javnmettum fakum. Kostnaður kr. 7.500 Føroysk Fiskirættindi í altjóða lóg (løgfrøði) Skeiðið viðger føroysk fiskivinnurættindi sum tey verða ásett í altjóða høpi og eftir altjóða lóg. Tey lesandi fáa innlit í týðandi rættarkeldur og gransking á økinum, eins og grundleggjandi førleikar at meta um høvi og loysnir á altjóða tilfeingisspurningum, ser- liga tengdum at fiskivinnurættindum. Stakskeiðið telur 10 ECTS á masterstigi, og ætlanin er, at skeiðið skal verða góðskrivað á komandi masterútbúgving í løgfrøði um- framt masterútbúgving í samfelagsvísind- um. Undirvísingin byrjar í viku 36 í 2010 og endar fyri heystfrítíðina. Fortreytirnar fyri at skriva seg inn til skeiðið er útbúgving á bachelorstigi ella samsvar- andi við nóg mikið av løgfrøði ella javn- mettum fakum, eitt nú grundskeið í lóg. Kostnaður kr. 5.500 Føroyskur skattarættur (løgfrøði) Skeiðið viðger føroyskan skattarætt í lóg og venju. Tey lesandi fáa innlit í týðandi rættar- keldur og gransking á økinum, eins og grundleggjandi førleikar at meta um høvi og loysnir innan skattarætt. Stakskeiðið telur 10 ECTS á masterstigi, og ætlanin er, at skeiðið skal verða góðskrivað á komandi masterútbúgving í løgfrøði um- framt masterútbúgving í samfelagsvísind- um. Undirvísingin byrjar í viku 42 í 2010. Fortreytirnar fyri at skriva seg inn til skeiðið er útbúgving á bachelorstigi ella samsvar- andi við nóg mikið av løgfrøði ella javn- mettum fakum, eitt nú grundskeið í lóg. Kostnaður kr. 5.500 Skeiðini eru treytaði av nóg stórari luttøku. Gjaldsskeið skulu gjaldast áðrenn skeiðs- byrjan. Lesandi innskrivað við Fróðskaparsetur Føroya ella við annan hægri lærustovn fáa tó skeiðið ókeypis. Nágreiniligari lýsingar av skeiðunum finnast á www.setur.fo Umsóknarblað fæst á www.setur.fo ella við at venda sær til Søgu- og samfelagsdeildina, J. Broncks gøta 25, 4.h., Tórshavn, tlf. 352580. Avmarkað luttøka. Umsóknarfreistin er 14. august 2010. Tikið verður tó upp, til skeiðini eru fullsett. Boð um upptøku verða givin í seinasta lagi 1. september 2010. FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA Setursskrivstovan · tlf. 35 25 00 · J. C. Svabos gøta 14 Postrúm 272 · 110 Tórshavn · www.setur.fo Stak masterskeið – heystið 2010 Sosialurin Nýggi Tekna teg sum haldara fyri einans kr. 400,- um ársfjórðingin Nýggi Sosialurin haldaralepi Boks 76, FO-110 Tórshavn Ja takk! Eg ynski at tekna meg sum haldara av nýggja Sosialinum, og fái blaðið borið út trýggjar ferðir um vikuna Navn: Bústaður: Telefon: Teldupostur: Verður sent ópostað. Sosialurin rindar postgjaldið 64 stuðlar tiltøkum í Miðlahúsinum