Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-23, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. juni 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 23. juni 2010 · Nr. 98 Sosialurin Leo Poulsen Tað er ein rættiliga trong skrá, sum limirnir í Vinnunevnd Norðurlandaráðsins hava havt, síðani nevndin kom til landið mánadagin. Farið var beinleiðis av flog vøllinum í Vágum til Oyri, har vitjað var á North Atlantic Biotechnology. Síðani var farið víðari til Klaksvíkar, har Rani Nol­ søe tók ímóti og greiddi frá virkseminum í Íverk setara­ húsinum, áðrenn leiðin gekk á Føroya Bjór. Á veg út á Toftir aftur varð steðgað á í Gøtu Kirkju, áðrenn farið var umborð á Norðlýsið. Siglt var um Nólsoy til Havnar, og fylgið fekk døgurða umborð. Í gjár var fyrrapart ur­ in nýttur í Norður landa­ hús in um, har stjórin, Niels Halm, greiddi frá um húsið og um virksemið. Norð ur­ landa húsið var eisini kamur um nevndarfund, og eftir matarstegð gekk leiðin om­ an í Uttanríkismálaráðið, har greitt var frá um støðu Før oya í ríkisfelagsskapinum, heima­ stýrislógina og líknandi. Um kvøldið var døgurði í Kirkjubø, har vitjað eisini var í kirkjuni og katedralinum. Í morgun var víst runt í Tinganesi og á Reyni, og eftir eina vitjan hjá Guðrun o Guðrun var fundur við Vinnunevndina hjá Løgting­ inum. Seinnapartin var vitjað í Listasavninum, áðrenn farið var til Gásadals og síðani á flogvøllin. Góður túrur við Norðlýsinum Forkvinna fyri vinnunevndini hjá Norðurlandaráðnum er svenska Lisbeth Grönfeldt Bergman, og vit spurdu hana, hvar serligt var á skránni til hendan fundin. – Ja, talan er um eina um­ fatandi skrá. Tað, sum vit serliga taka okkum av, er flutningspolitikkur, trygd á sjónum og eisini betri til­ búgving við vanlukkur á sjó num, eitt nú um olju dálk­ ing skuldi fyrikomið. Og tað er serliga viðkomandi nú, tá stríðst verður við eina stóra oljudálking í Meksi­ ko flógvanum, sigur Lisbeth Grön feldt Bergman. Tað er serliga útbúnaður, eygleiðing og tilbúgving, sum eru týdningarmikil í sambandi við eina oljudálk­ ing. – Men síðani er tað sjálv­ andi hetta at koma runt í landinum og síggja, hvat Før­ oyar megna at bjóða inn an nýhugsan, íverksetan, krea­ tivar verkætlanir, men eisini innan mentan, sigur Lisbeth Grönfeldt Bergman. Tá vit hittu forkvinn­ una í Vinnunevnd Norður­ landaráðsins á miðdegi í gjár, helt hon seg longu hava upplivað nógv. – Tað er serliga siglitúrurin við Norðlýsinum, har vit fingu eina konsertuppliving – í hellinum undir Traðkinum (red) – og síðani eina ótrúliga góða fiskasuppu, tá vit komu til bygdina, sigur Lisbeth Grönfeldt Bergman. Men eisini vitjanirnar á Føroya Bjór og í Íverk set ara­ húsinum høvdu gjørt inn­ trykk. Sjáldan í Føroyum Tað er eitt sindur óvanligt, at hesir fundirnir verða hildnir í Føroyum. – Ja, teir vanligu fundir­ nir verða hildnir Stokkholm, Oslo, Helsingfors, Keyp­ manna havn ella Reykjavík. Men til tíðir halda vit okkara summarfundir aðrastaðni, eitt nú á Álandi ella sum nú í Føroyum, sigur Lisbeth Grönfeldt Bergman. Forkvinnan er sera væl nøgd við, at tey gjørdu av at halda fundin í Føroyum. Hon heldur eisini, at tað er ein av meira hugaligu síðunum av politikki, at tú upplivir nógv og hittir nógv fólk. – Og tú lærir so ógvuliga nógv gjøgnum fyrilestrar og við at tosa við fólk, sigur Lisbeth Grönfeldt Bergman. Hóast ferðalagið fer av landinum seint seinnapartin er forkvinnan væl nøgd við, at tey hósst alt hava fingið tríggjar dagar í Føroyum á hesum sinni. Vinnunevnd Norður­ landaráðsins í Føroyum NORÐURLANDARÁÐ Mánadagin kom Vinnunevnd Norðurlandaráðsins til Føroya at halda summarfund. Vanligu fundirnir hjá nevndini verða hildnir í størru Norðanlondunum, meðan summarfundurin ofta verður hildin í eitt nú Álandi ella Føroyum SMÍL TIL MYNDAMANNIN Samlaða vinnunevndin uttan fyri Norðurlandahúsið. Edmund Joensen er við sum eykaumboð, hann stendur aftan fyri forkvinnuna Mynd: Álvur Haraldsen VÆLNØGD Tað er svenska Lisbeth Grönfeldt Bergman, ið er forkvinna í Vinnunevnd Norðurlandaráðsins. Hon er stak væl nøgd við túrin Mynd: Álvur Haraldsen