Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-23, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. juni 2010síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. juni 2010 · Nr. 98 10 Sosialurin Vilmund Jacobsen Í fleiri ár hava fólk í Funn­ ingsfirði skipað fyri einum árligum summartiltaki í bygdini. Hetta tiltak hevur verið væl vitjað og hava soleiðis eini 200­300 fólk hugnað sær við bátahylin, har bál verður kynt, og tjald verður sett upp til matsølu, felagssang og bryggudans. Funningsfjørður er partur av Runavíkar kommunu, og tað er staðbundnað nevndin fyri Funningsfjørð, sum stendur aftanfyri til­ takið – væl hjálpt av bygd ar­ fólkinum. Í staðbundnu nevndini fyri Funningsfjørð eru Eyð­ finn Pattinson og Jona Mikal sen. Heppin við veðri Jona Mikalsen sigur, at undanfarin ár hava tey verið sera heppin við veðrinum, og hetta hevur sjálvandi havt sína stóru ávirkan á, hvussu væl tiltøkini hava eydnast. – Í Funningsfirði búgva eini 50­60 fólk. Hetta er ein friðarlig bygd, har ikki tað stóra hendir til dagligt, men tey, sum búgva her, vísa seg at trívast væl. Hon sigur, at bygdarfólkið við hesum afturvendandi summ artiltaki ynskir at bjóða øðrum til bygdar at hugna sær saman við teimum, sum búgva í Funningsfirði og í grannabygdunum annars. Og nú leygarkvøldið verð­ ur so aftur høvi hjá fólki at leita sær oman í Funn­ ingsfjørð til felags hugna. Ymiskt á skránni Lagt verður fyri klokkan 21 leygarkvøldið, tá grillirnar verða tendraðar, og fólk hava høvi at keypa sær pylsur og búffar til sjálvi at leggja á grillirnar. Søla av smurdum breyði, kaffi, te, sodavatni og køkum verður eisini í tjaldinum. Klokkan 22 fer Andreas Reinert, sum er giftur Tóru, ið er ættað úr Funningsfirði, at halda røðu. Andreas var í fleiri ár stjóri í Fiskaaling. Stóra bálið verður tendrað um 21.30­tíðina, og eftir røðuna hjá Andreasi Reinert verður felagssangur, har Hans P. Hansen og Jóhan Mort ensen fara at spæla undir á harmoniku. Tá felagssangurin er liðugur, verður bryggju­ dansur, har tónleikabólkurin Eager2please fer at spæla. Ókeypis summartiltak Jona Mikalsen sigur, at til takið í Funningsfirði er ókeypis, men breyð, pylsur, búffar, kaffi, te, køkur og sodavatn verður selt fyri sámuligar prísir. Hon sigur, at Runavíkar kommuna rindar tað, sum tónleikabólkurin kostar, eins og kommunan lænir tjald, grillir, borð, stólar og wc­vogn til tiltakið. – Áður var tað verið so, at vit skipaðu fyri tiltakinum, meðan kommunan stóð við fíggjarligu ábyrgdini. Tað, sum sølan so gav, lótu vit afturfyri til kommununa. Nú er tað soleiðis, at vit fáa stuðul til tónleikabólkin og kunnu lána tey amboð, sum eru neyðug, meðan vit annars standa við fíggjarligu ábyrgdini sjálvi, sigur hon. Hongur saman Jona Mikalsen sigur, at við stuðlinum frá Runavíkar kommunu væntar hon, at tey fáa summartiltakið í Funningsfirði leygarkvøldið at hanga saman fíggjarliga. – Nú vóna vit bara, at veðurgudarnir verða blíðir, og at nógv fólk fara at leita sær higar. Øll eru hjartaliga vælkomin til Funningsfjarðar leygarkvøldið. Vit vilja í hvussu er gera okkara besta fyri, at fólk fáa eina hugna­ liga løtu í bygdini – og eina nátt við góðum dansi, sigur hon. vilmund@sosialurin.fo Summartiltak í Funnings firði Andreas Reinert, sum hevur konu úr Funningsfirði, fer at halda røðu, og eftir røðuna verður felagssangur, har spælt verður undir á harmoniku FUNNINGSFJØRÐUR Leygarkvøldið skipa fólk í Funningsfirði aftur fyri stórum summartiltaki í bygdini við báli, matsølu, røðu, felagssangi og bryggjudansi