Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-23, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. juni 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 23. juni 2010 · Nr. 98 Sosialurin Vilmund Jacobsen Í tíðindaskrivi í morgun boðar nevndarformaðurin í Prentmiðstøðini, Árni Ellefsen, frá, at felagið gevst við allari útbering av bløðum og reklamulutum frá í dag at rokna. – Orsøkin er, at hetta virksemið hevur givið hall, og mett verður ikki, at útlit eru til, at virksemið fer at geva avlop aftur, soleiðis sum markaðurin hevur lagað seg. Nevndarformaðurin sig ur við Sosialin í morgun, at við teimum nøgdum og prísum, sum hava ver­ ið í seinastuni, er ikki grundarlag fyri framhaldi av hesum virksemi. Nógvar uppsagnir Øll starvsfólkini á Prent­ miðstøðini, sum hava fing ist við hesa tænastu hjá felagnum, eru søgd úr starvi, samstundis sum Posta teku yvir tær av talur um útbering, sum Prent­ miðstøðin hevur havt. Árni Ellefsen sigur við Sosialin, at umleið 300 fólk hava verið knýtt at útberingarvirkseminum hjá Prentmiðstøðini. – Flestu av hesum eru ungfólk kring um landið, sum hava tikið sær av útberingini hjá felagnum. Haraftrat koma so tey fýra fólkini, sum hava starvast á Prentmiðstøðini við hesum virksemi. Nevndarformaðurin sig ur, at tað sjálvandi er keði ligt at skula siga so mongum fólkum úr starvi, men tá raksturin ikki fæst at hanga saman á verandi grundarlagi, og útlit ikki eru til, at hesi viðurskifti fara at broytast, er neyðugt at taka hetta stig. Hann sigur, at øll, sum hava starvast við útbering hjá Prentmiðstøðini, eru leys úr hesum arbeiði frá í dag at rokna. Út um somu tíð Bera, ið er navnið, sum Prentmiðstøðin hevur brúkt í samband við hesa útberingartænastu, hevur eitt nú borið Dimmalætting út, meðan Posta síðan einaferð í fjør heyst hevur syrgt fyri útberingini av Sosialinum. Spurdur, um Dimma­ lætting og Sosialurin hugs andi verða borin út til haldararnar samstundis, nú Posta yvirtekur hesa tænastu, sigur Árni Ellef­ sen, at tað væntar hann. – Hvussu Posta annars fer at skipa tænastuna við útbering av Dimmalætting, verður ein avtala millum Posta og Dimmalætting, leggur nevndarformaðurin aftrat. Meðan Sosialurin nú kemur út tríggjar ferðir um vikuna, kemur Dimma­ lætting framvegis út fimm ferðir um vikuna. vilmund@sosialurin.fo Posta yvirtekur alla útbering hjá Prentmiðstøðini Hallstein Sigurðsson, sum hevur starvast á Prentmiðstøðini við útbering og Eyðun Húsgarð, stjóri á Prentmiðstøðini – Vit eru keddir um at skula siga so mongum fólkum úr starvi, men við verandi grundarlagi fæst ikki samanhangur í útberingina, sigur Árni Ellefsen, nevndarformaður í Prentmiðstøðini ... tað er sjálvandi keðiligt at skula siga so mongum fólkum úr starvi... ÁRNI ELLEFSEN Vilmund Jacobsen Enn er eingin endaligur dagur ásettur, nær lands stýris­ maðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, slepp ur á fund at hitta fiski vinnu­ kommiserin í ES í sambandi við makrelmálið. Landsstýrismaðurin hev ur annars verið á fundi við íslendska og norska fiski málaráðharran um spurningin, men enn vant­ ar fundurin, sum ætl andi skal verða við fiski vinnu­ kommiserin í ES. Samband er Jacob Vestergaard sigur í morgun, at samband hevur verið millum Fiskimálaráðið og ES um spurningin. – Møguligir fundardagar hava verið nevndir, men enn er einki endaliga avtalað. Landsstýrismaðurin sigur, at ein dagur sum 5. juli hevur verið nevndur sum ein møguleiki, men næstu dagarnar verður greitt, um hetta verður dagurin – ella, um fundardagurin verður ein annar. Jacob Vestergaard ásann­ ar, at tíðin er ikki við okkum, um Føroyar skulu áseta sær egna makrelkvotu fyri 2010, nú strandalondini ikki kundu semjast um býtið av felagskvotuni á seinasta fundi, sum var í London fyrr í summar. Føroyar vilja ikki góðtaka, at parturin hjá okkum framhaldandi verður minni enn 5% av felagskvotuni, meðan Noreg og ES kanna sær alla restina. Kravið hjá Føroyum í sam ráðingunum við hini strandalondini hevur verið í minsta lagi 15%, men tað er einki, sum bendir á, at Noreg og ES yvirhøvur vilja økja føroyska partin nakað sum helst. At politiskir fundir nú hava verið millum part­ ar nar, og slíkur fundur eisini skal verða við fiski­ vinnukommiserin í ES, er ein avtala, sum er komin í lag, eftir at Jacob Vestergaard fyri eini tíð síðan var á fundi í uttanlandsnevndini at umrøða støðuna í makrel­ spurninginum. Nú samráðingarnar mill­ um strandalondini slitnaðu, hevur Jacob Vestergaard ætlað at tillutað Føroyum eina eginkvotu av makreli upp á 150.000 tons, men politiska baklandið í Føroyum ynskti, at viðurskiftini fyrst verða tikin upp á politiskum støði millum partarnar, sum varða av makrelinum. Ikki tilætlað Tað er hetta arbeiði, sum nú er í gongd, og enn rest­ ar fundurin, sum fiski­ málaráðharrin skal hava við fiskivinnukommiserin í ES um málið. Sjálvur ásannar Jacob Vestergaard, at ES er eitt størri ”apparat”, og tí er tað ikki bara sum at siga tað at fáa ein slíkan fund í lag. – Men eg haldi ikki, at ES tilætlað dregur fund­ ardagin út. Tað er meiri skipanin í felagsskapinum, ið er stór og stirvin, leggur landsstýrismaðurin aftrat. vilmund@sosialurin.fo Vester gaard er fram vegis í bíði støðu – Eg haldi ikki, at ES tilætlað dregur fundardagin út. Tað er meiri skipanin í felagsskapinum, ið er stór og stirvin, sigur Jacob Vestergaard, ið heldur, at hugsandi er, at ein fundur verður við fiskivinnukommiserin í ES tíðliga í juli mánaði BÍÐISTØÐA – ES er eitt størri ”apparat”, og tí er tað ikki bara sum at siga tað at fáa ein slíkan fund í lag, sigur Jacob Vestergaard ... møguligir fundar­ dagar hava verið nevndir, men enn er einki endaliga avtalað... JACOB VESTERGAARD