mikudagur 23. juni 2010síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 23. juni 2010 · Nr. 98
12
Sosialurin
Kjak
Turið Debes Hentze
advokatur og mediator
Lógir kunnu vera sum be
tong at fáast við, tungar at
arbeiða við, truplar at tulka,
broyta og endurnýggja, og
ofta galdandi hóast ótíðar
hóskandi í alt ov langa tíð.
Men tær eru fundamentið,
sum
politikkarnir
sjálvir
hava stoypt og sum bara
politikkararnir kunnu bróta
upp og stoypa av nýggjum.
Tað er tí ørkymlandi fyri
ikki at siga skeivt, tá poli
tikkarar í máttloysi skíra
løg frøðingar betonjuristar,
bara tí at løgfrøðingarnir ikki
tulka lógina, sum politikk
ararnir kunda hugsað sær
tað gjørt.
Løgfrøðin er ein
veldugur maktfaktor
Hetta álop á løgfrøðina, sig
ur meiri um politikkaran
og politiska stevið enn um
løgfrøðingin.
Annað er, at tá politiska
stríðið harðnar við orða
drátt um
um
juridiskar
tulk ingar
við
álopum
á
jurist ar og annað gott fólk,
man stundin vera komin
at umhugsa tað politiska
arbeiði, hvussu arbeiðast
skal og hvørjum tørvur er
á. Juridiskar diskussiónir
hoyra heima í dómstólinum.
Men ein sannroynd er, at tá
arbeiðslag og samstarv er
vánligt og veruligt orðaskifti
ein mangulvøra, tá stingur
løgfrøðin seg upp, eisini
millum politikkararnar, sum
ein frelsandi eingil ella eitt
loch ness ódjór, um man vil.
Tað var tað fyrsta, sum
kom mær til hugs, nú danir
reageraðu prompte upp á
hatta skjalið, sum før oy ing
ar høvdu hugnað sær við á
Føroya Løgtingi um sjórn
arviðurskifti okkara. Danir
gjørdust varugur við, at her
hendi okkurt, sum møguliga
átti at hava teirra áhuga, og
sum danir ikki høvdu havt
møguleika at vera partur í og
átalaðu hetta. Grundlógin er
jú har.
Sjálvandi
loypa
danir
beint í juraini. Løgfrøðin er
eitt sterkt kort,
sum verður
s p æ l t
h v ø r j a
ferð sam
s k i f t i ð
s ku r ra r.
Har
hev
ur tú upp á
skrift nøkur
orð, tú ikki
soleiðis kann
skúgva tær
undan.
So
tá
Høgni
Hoydal
vil
vera
við,
at
makt
poli tikkur
dana verður
fjaldur í løg
f r ø ð i s l i g u m
hami,
havi
eg
hug at skoyta uppí,
at ja, løgfrøðin vísir
sína veld ugu makt, hvørja
ferð politik ararnir ikki duga
tað snildi, sum krevst til
samráðingar og tí sleppa
løgfrøðini ov nógv framat.
Hatta svarið hjá dønum
var so upplagt, at tað ger ilt,
og var hetta neyvan seinastu
ferð, vit hoyrdu tað. Hatta er
tað sama danir hava sagt í
øldir. Nær læra føroyingar,
at mótvegis eini yvirvøld
er tað snildi heldur enn
kon frontatión, sum gevur
úrslit – uttan so at beinleiðis
uppreistur veruliga er ein
møguleiki.
Politikkur ella jura
Vit
hava
betongjura
og
gummi jura,
sigur
Jógvan
Sundstein, fyrrv. løgmaður, í
áhugaverdari grein.
Nei vit hava ikki gummi
jura. Tað at tulkingar møgu
leikarnir eru nógvir, tí tey
fakt isku viðurskiftini eru
ymisk, merkir ikki, at jurain
politisk
kann
togast
og
tambast. Jura verður tulkað
juridiskt. Vit kunnu tosa jura
ella politikk, men ikki um
juridiskar glíðibreytir ella
gummijura.
Eg
haldi
meg
tó
skilja
á
Jógvani
Sundstein, at tá hann tosar um
gummijura,
tosar
hann
út frá sannroyndum um,
at góð samstarvsevni og
samstarvsvilji
bera
langt
– og at jurain tá fær minni
týdning. Tað er so satt, sum
tað er sagt. Lógir eru jú
gjørdar við orðum og kunnu
broytast við orðum, og hava
tað
makt,
politikkaranir
geva teimum. Er ikki pláss
fyri orðinum, og samskiftið
er litað av konfrontatión og
manglandi virðing, so fella
vit aftur á juraina, sum ikki
er frameftirlítandi, sum poli
tikkur eigur at vera tað, men
bert ein staðfesting av status
quo juridiskt.
»Processen mangler«
Processen mangler, segði
statsministarin Løkke Ras
mussen, sum á veður lags ráð
stevnuni í Kbh. her fyri lærdi
ikki so lítið um týdningin,
processin hevur. Er henda
ikki í topp, gerst løgfrøðin
lættliga snávingar steinurin.
Á verðurlagsráðstevnuni
í Kbh. kom fram, at danir
saman við nøkrum av lut
takaralondunum framman
undan høvdu orð að
eitt skriv um eina fyri
bilsavtalu. Líkamikið hvat
stóð í hesum skrivi, so skapti
hetta skriv stóra órógv og var
støðugt tikið fram sum tekin
sum ódugnaliga handfaring
dana av processini.
Sjálvt um vit í Føroyum
hava loyvi at skriva, hvat
vit vilja uttan at spyrja
danir, so er vert at umhugsa
leiklutin hjá dønum longu nú
í framhaldandi arbeiðinum.
Kundi hugsa mær at verið
fluga á vegginum í víðkaðu
rættarnevndini og hoyrt,
hvussu væl samansjóðað
politiska stevið er. Er vakra
myndin í bløðunum við
undir tekstinum,
at
allar
forð ing ar nú eru av vegnum
eftir farandi? Vónandi er tað
ikki so, at politikararnir av
ótta fyri at missa tamarhald
á innan hýsis sam arbeiðinum
aftra seg við at taka samband
upp við tann partin, sum
politiskt og løgfrøðiliga ikki
slepst undan at taka sam
band við fyrr ella seinni – »tí
danir bara seta kílar í«.
Betongjuristar og gummijura
Sjálvsagt
skulu
pápar
og mammur hava somu
rætt indi til løn, tá tey eru
í
barns burðarfarloyvi.
Greiði dóm urin, sum nú
er fall in í Føroya rætti, fær
vón andi partarnar ar beiðs
marknaðinum beinan veg
in at tryggja, at hes in púra
natúrligi
rættur
verð ur
greitt staðfestur í sátt mál
un um.
Javnstøðunevndin
og
Eyðun Jakobsen eiga stóra
tøkk fyri, at tey hava ført
hetta sera prinsipiella mál.
Føroyar liggja í heims
klassa eftir vesturlendskum
mátistokki, tá um ræður
at føða børn. Tað er eitt
heilsu tekin og ein stórur
fyri munur fyri framtíðar
arbeiðsmarknaðin.
Men,
skulu vit varðveita høga
burð artalið, er eingin vegur
uttanum,
at
mammur
og pápar býta ábyrgdina
millum sín at fáa barnsburð
og arbeiði at ganga upp
í eina hægri eind. Og tað
merkir í greiðum orðum,
at pápar, í nógv størri mun
enn higartil, taka farloyvi í
sambandi við barnsburð.
Í juni 2008 varð tíðin, sum
foreldur samanlagt hava
rætt til barnsburðarpening,
longd við 8 vikum upp í
34 vikur. Málið var tá, og
er vónandi framvegis, at
barnsburðarfarloyvi
við
løn stigvíst skal leingjast
upp í eitt ár. Samstundis
eig ur
barsilskipanin
at
verða gjørd munandi meira
fleksibul, soleiðis at for
eldrini í størri mun kunnu
leggja farloyvistíðina til
rættis eftir teirra tørvi.
Men, ein fyritreyt fyri, at
longt barnsburðarfarloyvi
ikki skal gerast ein álvar
sam ur
baksláttur
fyri
mamm urnar, í mun til
teirra møguleikar á arbeiðs
marknaðinum, eftir lønar
viður skifti v.m. er, at far
loyvis tíðin verður javnari
býtt millum foreldrini.
Og pápar eiga eisini
at hava sama rætt sum
mammurnar at sleppa at
vera um síni børn.
Í dag er ein stór forðing
unum fyri hesum, at familj
urnar í flestu førum missa
munandi meira inntøku, um
pápin velur at fara í farloyvi,
tí nógv fleiri menn enn
kvinnur forvinna væl oman
fyri loftið fyri útgjaldið úr
barsilsgrunninum. Flestu
almennu
sáttmálarnir
geva rætt til fulla løn undir
barnsburði. Men, tað hevur
so higartil verið mett bert
at galda fyri kvinnurnar.
Fígggjarmálaráðið eig ur
alt fyri eitt at syrgja fyri,
at eingin verður diskri
mi neraður vegna kyn í
sátt málunum á almenna
arbeiðsmarknaðinum.
Og ynskir privati arbeiðs
marknaðurin
at
vera
attrak tivur fyri unga og
virkna
arbeiðsmegi,
so
eigur hann at kvika sær
at bøta munandi um sátt
málarnar viðvíkjandi barn
burðarrættindum – fyri
bæði kvinnur og menn.
Sera harmiligt at Eyðun
Jakobsen saman við Javn
støðunevndini skal hava
verið noyddur at nýta so
nógva tíð og orku upp á at
stríðast ímóti almennum
arbeiðsgevara, fyri ein rætt,
sum átti at verið meira enn
sjálvsagdur í 2010.
Bjørt Samuelsen
løgtingskvinna
Ikki heilt skeivt hatta við betonginum, men
betongið eiga politikkararnir sjálvir.
Rósur til Eyðun
og Javnstøðu
nevndina