mikudagur 23. juni 2010síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 23. juni 2010 · Nr. 98
Sosialurin
Elin N.W. Tausen
foreldur
Um nakrar vikur er tað
fyrsti skúladagur hjá okkara
yngstu dóttur. Hon er sera
spent.
Vit
skulu
keypa
skúla tasku
og
pennahús.
Hon hevur verið og vitjað
skúlan og frítíðarskúlan við
barnagarðinum, so hon veit,
hvar hon fer at ganga í skúla
osv. Hon hevur hermt eftir
sínum eldru systkjum, at hon
eisini hevur heimaarbeiði at
gera. Forvitni er stórt til at
læra... Ja, fyrsti skúladagur er
spennandi hjá bæði børnum
og foreldrum.
Men, sum foreldur upplivi
eg eitt sindur av órógv, tá eg
hugsi um, hvat tað er fyri
skúlatilboð, samfelagið hev
ur at bjóða okkara børn um,
nú sparingar vera gjørd ar
bæði innan skúlan og frí
tíðar skúlan. Okkara fólka
valdu politikarar vilja hava
eitt frálíkt pisaúrslit, so
teir kunnu lyfta høvdið eitt
sindur hægri í altjóða høpi.
Tosað hevur verið um ein
reform innan skúlaverkið,
men tað fanst ikki politisk
semja um hann, so ongin
reformur! Bara fíggjarliga
sparingin bleiv framd. Ein
sparing, sum ger, at øll tey
tiltøk, ið blivu sett í verk eftir
»skakandi« pisaúrslitið eru
burturspilt – tí 34 ár broyta
onki!
Í staðin fyri at menna
okkara verandi skúlaskipan
og fáa hana at virka optimalt,
so er fokus lagt á spurningin,
um vit skulu koyra børnini
inn í skúlaskipanina sum
6 ára gomul. Heldur man
veruliga, at vit fáa betri
næmingaúrslit í 9. flokki, um
vit lata børn okkara ganga
1 ár longri í føroyska fólka
skúlanum? Einum fólka skúla,
sum í verandi løtu loyvir
fleiri og fleiri næmingum at
fara úr skúlanum við ein
um so vánaligum úrsliti, at
Skúlin við Áir hevur fing
ið eina met høga nøgd av
umsóknum frá fólkið, ið upp
liva at fólkaskúlin ikki hevur
kunna møtt teimum.
Eg spyrji bara, hvat er
tað
fyri
skúli,
føroyskir
politik ari síggja fyri sær tey
komandi árini? Men, Elin, vit
mugu spara á øllum økjum,
tí fíggjarligu karmarnir eru
sum teir eru! Men eg spyrji,
hava vit ráð at spara, tá tað
viðkemur okkara dýrabarasta
tilfeingi, børnum okkara –
framtíð okkara?
Samstundis, sum land ið
fremur sparingar á skúla
økinum, hevur Tórshavnar
kommuna ætlanir um, at
fremja enn fleiri sparingar
innan frítíðarskúlavirksemið.
Um vit bara hugsa um frí
tíðar skúlan
sum
ansing,
so bilar tað nokk onki, um
tað ikki eru meira enn 4
5 vaksin um 60 børn ein
seinnapart. Men um tað er
bara ansing, eg, sum foreldur,
vil hava til mína 7 ára gomlu
dóttir, so kann eg gott spara
tær 855 kr. og lata mína 13 ára
gomlum dóttir ansa henni til
eg komi heim. Nei, eg vænti
mær eitt frítíðartilboð við
námsfrøðiligum innihaldi til
barn mítt. Men hvussu kann
Tórshavnar komuna bjóða
mær tað, tá næstan ongir
námsfrøðingar starvast á
økinum, tí at tímatalið er so
lágt, at ongin klárar at liva
fyri tað lønina. Avleiðing
verður, at bert ung fólk fara
at starvast á økinum, somu
ungu, ið hava annað starv
í viku skiftinum fyri at fáa
tingini at hanga saman. Eg
skilji tey væl, men eg seti
spurnar tekin við orkuna,
tey hava til børnini í gerand
is degnum. Eg vænti, at bý
ráðspolitikararnir
í
Tórs
havn ar kommunu ikki bara
síggja møguleikan fyri fíggj
ar ligari sparing í frítíðar
skúlaskipanini. Men at teir
til eina og hvørja tíð, kunnu
hyggja okkum foreldur í
eyg uni og siga, at teir kunnu
bjóða okkara børnum eitt
dygd ar gott
námsfrøðiligt
til boð. Eitt tilboð, sum gev
ur okkara børnum spenn
andi og mennandi avbjóð
ingar
saman
við
sínum
floks felagum,
soleiðis
at
trivn aðurin verður í hásæti
í flokkinum. Tí eitt barn, ið
trívist – lærir og mennist.
So nú fari eg, at keypa
fyrstu skúlataskuna við míni
smílandi dóttur, ið útstrálar
gleði og væntan um nýggja
tíðarskeiðið í lívinum. So eg
smílist aftur og gleði meg
saman við henni, men eg kann
ikki lata vera við at hugsa um
okkara føroysku lands og
býráðs politikarar, sum sita
við ábyrgdini fyri hvørjar
møguleikar mín dóttir fær,
um teir eru sína uppgávu
vaksnir. Tí, tá alt kemur til
alt, so er tað politiski viljin,
ið setur dagsskránna fram
um fakligu vitanina. Og velja
politikarnir ikki at lurta eftir
fakligu vitanini, ja, so verður
skúlaskipanin so sum so.
Men eg eri bjartskygd, so
eg taki dóttrina í hondina,
leiðandi fara vit báðar at
keypa skúlataskuna og síggja
fram til fyrsta skúladag 16.
august 2010.
Fyrsti skúladagur
Tað er als ikki í lagi, at lands
stýrismenn kunnu »keypa«
sær umrøðu í fjølmiðlunum
og redaktionelt velja út,
hvørji tíðindi hava týdning
at verða borin. Hetta er ein
hóttan ímóti fólkaræðinum,
ið vit øll hava skyldu til at
verja.
Higartil hevur løg tings
maðurin,
Sjúrður
Skaale,
roynt at vísa á stóra skeiv
leikan og stóru hótt anina í, at
Jørgen Niclas sen, lands stýris
mað ur í uttan landsmálum,
»keypti« sær umrøðu í sjón
varp inum í sam bandi við
undir skriv ingina av gransk
ingar sátt málanum við ES.
Haldi, at Sjúrður Skaale
hevur púra rætt í sínum
sjónarmiðum og hansara
greinar hava ver ið væl og
virðiliga grund givnar. Men
løgið er tað kort ini, at tað
ikki eru fleiri, ið geva honum
rætt, og at hetta málið ikki
fær størri umrøðu.
Vit hava ikki eina frælsa
og kritiska pressu, tá tað
eru politikararnir, ið gera
redaktionellu
rað fest ing
ar nar. Hetta er eitt stórt
sjúkutekin í einum samfelag
og er í veruleikanum nakað,
sum
nærkast
korruptión
rættiliga nógv. Uppskriftin
tykist vera at geva fjøl miðl
unum so trongar fíggj arligar
karmar sum gjørligt, so teir
eru so veikir sum gjørligt,
og síðani sum makthavari
at rinda fjøl miðlunum fyri
positiva um røðu av sær
sjálvum, tá man ynskir tað.
Hetta
er
ein
stórur
trupul leiki fyri samfelagið,
ein stórur trupulleiki fyri
landsstýrið
og
sanniliga
eisini ein stórur trupulleiki
fyri fjølmiðlaleiðslurnar.
Tað minsta, ið nú kann
henda, er at tað kemur frá
boðan frá løgmanni, har
hann boðar frá nýggjum
greið um
leiðreglum,
ið
greitt forbjóða øllum lands
stýrinum at »keypa« sær
pláss fyri positivari umrøðu
í fjølmiðlunum og harvið
gera seg inn á fólkaræðisliga
amboðið við einari frælsari
pressu. Vit hava sum sagt øll
ábyrgdina fyri at verja eitt
væl virkandi fólkaræði – ikki
minst løgmaður.
Ynskir man at fáa fjøl
miðlarnar betri at lýsa, hvat
føroyskir myndugleikar fáast
við uttanlands, so eigur hetta
at verða gjørt við at styrkja
fjølmiðlarnar fíggjarliga og
lata teir gera síni egnu val
um, hvat er vert at lýsa og
hvat ikki.
John Johannessen
Landsstýrið má melda
greitt út um korruptión
Miðlar
Birgir Kruse
birk@email.fo
Í mikudagsblaðnum ummæla skiftandi fólk fjølmiðlarnar.
– Er hetta
so, so er
talan um
eina gølu
Yvirskriftin er tikin úr oddagrein í Dimmu hósdagin. Gølan er før
oyska ferðavinnan og arbeiði hennara at branda Føroyar. Ónevnda
oddagreinin sipar til tíðargrein hjá Fróða Holm Knudsen týsdagin.
Hóast hon fyllir tríggjar óredigeraðar síður, er hon áhugaverd.
Men í hægstu agurkutíð fer alt framvið. – Tað, sum undrar, er,
at eingin hevur svarað til greinina í Dimmalætting. Larmandi
tøgnin er kanska prógv um, at greinskrivarin hevur rætt, og at
branding okkara er miseydnað? Er hetta so, so er talan um eina
gølu, staðfestir blaðið í oddagrein. Bara eitt fakligt lesarabræv
frá Súsonnu Sørensen kom upp í kjakið.
Løgmaður var á ríkisfundi í Skagen, har nógvir streymar møt
ast. Norðari í Atlantshavi eru aðrir streymar, og løgmaður, ið
hev ur hægstu nautisku útbúgving, kúvendir. Á Facebook sigur
annar viðhaldsbólkurin, at meiningsloysisdiskursurin heldur fram
og hin at andstøðuoyðimarkargongdin heldur fram. Føroyskur
poli tikkur er turrgelt avmaktaður. Her er lítið at siga um einki og
minni um nakað. Nada, sum Rudolf sigur. Men Katrin Petersen
skal hava rós fyri at sýna ektaða passión í Degi og Viku í samrøðu
við løg mann.
Taka vit støði í løgmansrøðuni úr Skagen, so er førleikin at
tosa í miðlum á fremmandum máli munin verri hjá nýggja BP
formanninum, svianum CarlHenric Vanberg. Við allan heimin
sigur hann, at BP cares about the small people og fer tí ikki at
rinda vinningsbýti til eigararnar í ár. Hvør smámaðurin er í olju
dálkaða Red Neck landi, fáa vit ikki at vita. Í altjóða miðlum skal
ein vara seg at brúka fremmant mál, tá førleikin ikki er til tað.
Men danskt í Føroyum ber væl til.
Av Tórsvølli í grannalagnum hjá útvarpinum, fingu vit uttan
varning eitt útlendskt skúlatilboð beint í morgunmikrofonina.
Sama dag eru tvær fullsettar greinar í Dimmalætting, har sami út
lendski ítróttaskúli bjóðar fram eitt ársskeið fyri 12.500 kr. pluss
270 arbeiðstímar, tað er 30.000 kr. pluss ferð til Argentina, sum
man kosta 20.000 kr. Til samans um leið 62.500 kr. fyri hvønn
før oyska næmingin í skúlanum. Báðar redaktionellu blaðsíðurnar
eru óduldar lýsingar, men tað verður ikki upplýst. Kanska hoyra
vit seinni, hvussu nógvir føroyingar tóku av tilboðnum og hvussu
nógv an pening teir við hetta høvið genereraðu til útlendska skúl
an. Tað eru pengar í næmingum, so hetta er marknaðarføring,
ið munar.
Tað løgna er at sama blað framhaldandi finst at úttanríkisráð
harr anum, ið nú hevur váttað, at hann rindar fyri somu tænastu,
sum áðurnevndu fingu ókeypis. Í fullum dagsljósi vil hann tryggja
sær at føroyskir miðlar eru á staðnum, tá ein søgulig avtala verð
ur undirskrivað vegna tjóðina.
Ein annan morgun í vikuni varð sent beint úr eini nýopnaðari
barr, har lurtarin undrast um endamálið, tí frásøgnin í síni heild
var uttan mál og mið.
At miðlarnir soleiðis fyri einki verða brúktir og drignir upp
á tráð, sigur eingin nakað um. Kanska tí at reklamutænastan
verður seld og boðin út í fullum dagsljósi – fyri einki. Sum lesari
og lurtari skilji eg púrt einki, um so er at redaktiónirnar vilja
leggja seg víðopnar og gera horuarbeiði fyri einki, samstundis
sum klagað verður í eyst og vest, at uttanríkismálaráðið dittar
sær at betala fyri alla avgreiðsluna, alt íroknað, bara fyri at fáa
hina góðu søguna, ið kanska, kanska ikki, vil føra okkum inn í
framtíðina.
Eg skilji ikki redaktionella arbeiðið, tá tað verður einoygt og
selektivt, og tað í einum og sama miðli.
Er hetta so, so er talan um eina gølu.