Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-23, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. juni 2010síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. juni 2010 · Nr. 98 14 Sosialurin Leo Poulsen Hetta er eitt súmbol úr ein­ ari tíð, tá Føroyar tóku seg fram vinnuliga og fóru at eksportera dygdarvøru, so tað stóð eftir. Vit fiskaðu tosk, sum varð saltaður um­ borð og síðani varð turkaður til klippfisk undir sólini, segði Jógvan Arge í røðuni, hann helt í sambandi við av­ dúkingina. Hann kom inn á tað søgu­ liga í staðnum, har stand­ myndin nú fer at standa. Hann nevndi Skibsteds Hand il, sum hevði sítt Konsl arapakkhús har, sum Fiskacentralurin var. Müll­ erskipini høvdu sína miðstøð skamt harfrá, og teir høvdu salt og goymslu í sjálvum Müllers Pakkhúsi. Standmyndina hevur Gianfranco Nonni gjørt. Hann býr suðuri í Vági, og hevur havt samband við Føroyar seinastu átta árini. Hann hevur gjørt ymisk listarverk, sum eisini hava givið honum íblástur til hetta verkið. Gianfranco Nonni er italiumaður, og tað vóru als ikki so fáir før oysk­ ir klippfiskar, ið mett aðu munnarnar við Miðal hav­ ið. Sostatt er tað held ur ikki av leið, at vita lata ein bacalaoetandi suður europe­ ara ímynda sær eitt týdn­ ingarmikið súmbol fyri hesa vinnuligu og samfelagsligu menningartíð i Føroyum, segði Jógvan Arge. Klippfiskur í søgu Formaðurin í havnanevndini, Jákup Símun Simonsen, førdi eisini fram røðu, har hann nevndi søguna hjá klippfiskinum, og hvussu hetta hevði koll velt gerandisdagin hjá kvinn­ unum. Hann nam við, hvussu føroyingar fóru til Hetlands at læra seg kynstrið at turka klippfisk, og hvussu handilsmenn við tíðini gjørdu stór turkingarpláss. Hann kom eisini inn á kjarnan í málinum, nevniliga kvinnurnar, sum fóru at arbeiða í fiski longu langt áðrenn tað var vanligt í Europa, at kvinnurnar komu út á arbeiðsmarknaðin. Lønin var vørur í handli­ num, og fyri børnini var tað ein posi av bommum. Reiður peningur var sjáldan at síggja, segði Jákup Símun Simonsen. Hann nevndi eisini stóra týdningin, sum klippfiskurin hevur havt fyri Føroyar langt upp í síðstu øld. Eftir røðuna hjá Jákupi Símun Simonsen var løtan so komin, tá borgarstjórin, Heðin Mortensen, og listarmaðurin, Gianfranco Nonni, avdúkaðu standmyndina at kvinnuni, sum vaskar fisk. Til hátíðarløtuna spældu fimm ung frá Havnar Horn­ orkestri, millum annað eina fanfaru til heiðurs fyri standmyndini. Eftir avdúkingina bjóðaði býráðið til kaffi, te og køkur í Müllers Pakkhúsi. Leo Poulsen Tað var í gjáramorgunin, at løgreglan varð boðsend til eitt innbrot, sum hevði verið í Marco Polo nátina fyri. Løgreglan gjørdi tekniskar kanningar á staðnum, og vónað verður nú, at hesar kunnu føra til eina handtøku av innbrotstjóvinum. Umframt teksisku kann­ ingarnar hava vit avhoyrt fólk í grannalagnum, og fyri okkum var tað eitt vónbrot, at eingin hevur hoyrt vinkul­ slíparan, sum nýttur var at skera pengaskápið upp við. Hinvegin hevur nógv arbeiði verið í grannalagnum, so kanska fólk ikki hava givið sær far um ein vinkulslípara, sigur Per Skov Christensen frá kriminaldeildini. Við Rás2 og Portalin segði Nordin Manai, eigari av Marco Polo, í gjár, at tað var nógv sum bendi á, at innbrotstjóvurin var stað­ kendur, millum ann að tí, hann hevði verið í kjallaranum eftir einum vinkulslípara at skera pengaskápið upp við. Eg kann bara vátta, at mátin, sum innbrotstjóvurin hevur verið runt í húsinum bendir á, at hann antin hevur verið staðkendur, ella hevur fingið innanhýsis upplýsingar, sigur Per Skov Christensen. Sambært Nordin Manai vóru einar 70.000 krónur í pengaskápinum, og teimum er innbrotstjóvurin farin av­ stað við. Umframt tekniskar kann­ ingar hevur løgreglan eisini avhoyrt fólk í grannalagnum. Tú skuldi trú, at mann hoyrir ein vinkulslípara, men tað hevur eingin tíverri gjørt, sigur Per Skov Chistensen Mynd: Álvur Haraldsen Einki nýtt um Marco Polo Fiskakvinnur til heiðurs og æru STANDMYND Í gjár avdúkaði býráðið eina standmynd av einari kvinnu, sum vaskar fisk. - Talan er um eitt symbol fyri tað virksemi, sum er farið fram kring vágirnar her í Havn í einari ikki so fjarari fortíð, segði Jógvan Arge, formaður í Mentanarnevndini hjá býráðnum í røðu AVDÚKAÐ Listamaður og borgarstjóri handan standmyndina av »Kvinnu, ið vaskar fisk«. Formaðurin í Mentanarnevndini, Jógvan Arge og formaðurin í Havnanevndini, Jákup Símun Simonsen, fluttu fram røðu Mynd: Álvur Haraldsen TEIR FEGNAST Listamaðurin, Gianfranco Nonni, og borgarstjórin, Heðin Mortensen, fegnast um úrslitið, meðan ungfólk frá Havnar Hornorkestri eru til reiðar at hugna um løtuna Mynd: Álvur Haraldsen