Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-23, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. juni 2010síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 23. juni 2010 · Nr. 98 Sosialurin Hetta er 9´inda Útoyggjastevnan á rað, og í ár verður hon í Hesti. Á skránni er eisini aðalfundurin hjá Útoyggjafelagnum, sum verður í bygdastovuni frá kl.11-12.30. Skráin fyri stevnuna er bæði fjølbroytt og spennandi. Skráin vísir eisini, at hóast fólkatalið í Hesti er minkandi, so eru tað nógv fólk, ið vilja taka hendur saman og stuðla undir eitt tiltak fyri bygdina. Tað er ungmannafelagið í Hesti, ið er primus motor í arbeiðnum. Tiltøkini bjóða inn til ekstremar avbjóðingar, hugna og undirhald, fyri øll. Skipað verður fyri flutningi, í so stóran mun, sum til ber. Kunning um skrá og ferðaætlan er á heimasíðuni hjá Útoyggjafelagnum www.utoyggj.fo Bakka upp um Hest bygd og kom á Útoyggjastevnu 3. juli. Øll eru hjartaliga væl komin Skráin - Sí eisini skránna á www.utoyggj.fo Klokkan: Tiltak: Stað: 09.00-10.45 Morgunmatur í bygdastovuni 11.00-12.30 Aðalfundur hjá Útoyggjafelagnum í bygdastovuni 11.00-20.00 Hoppiborg, gyroskop og klatriveggur á keiðøkinum 11.00-20.00 Skótatiltøk norðanfyri svimjihøllina 11.00-24.00 Kunningarstova – pengaautomat á posthúsinum Søla av sang/kunningarhefti og plakat 12.00-21.00 Breyðsøla mitt í bygdini 12.30-13.45 Døgurði og kaffi í bygdastovuni 12.30-01.30 Pylsuvognur á keiðøkinum 12.30-21.00 Breyðsøla í bygdastovuni 13-16 Hestextreme við Coastzone møtast á keiðøkinum 14-17 - Hoppa, svimja og síða 15-18 16-19 14.00-15.00 Setan, kór og felagssangur mitt í bygdini 14.00-20.00 Søla av heimavirkaðum lutum/mati í skúlanum 14.00-20.00 Útoyggjafelagið hevur Slow Food bás í skúlanum 14.00-20.00 Mynda- og málningaframsýning á skúlaloftinum 14.00-20.00 Tombola og fiskibrunn í bygdastovuni 14.00-20.00 Kaffi/te og køkur v. m. á fiskahúsloftinum og skúlanum 15.15 Søla av fiskasuppu á keiðøkinum 15.15 Útferð til Koltur møtast á keiðøkinum 15.15 Gongutúr niðan á oyggj møtast á keiðøkinum 15.15 Gongutúr norð á sund møtast á keiðøkinum 17.00 Frásøgn um kirkjuna og kórsang í kirkjuni 17.45 Vitjan við minnisvarðan minnisvarðin norðanfyri bygdina 18.00 Gongutúr í bygdini við frásøgn møtast á keiðøkinum 19.30 Tog togan mitt í bygdini 21.00-01.30 Diskotek í bygdastovuni 21.00-01.30 Dansur við Moonlight á keiðøkinum ÚTOYGGJASTEVNA Í HESTI 3. JULI 2010 Áki Bertholdsen Nú verður skjótt klárt hjá nevnd ini, sum skal endur­ skoða valskipanina, at fara til verka. Formansskapurin hjá Løg­ tinginum hevði fund mána­ dagin og har vórðu 10 av teimum tilsamans 11 nevnd­ ar limunum, valdir. Í sjálvari nevndini skulu vera fimm limir og teir eru allir valdir. Men so skal hvør flokkur á tingi eisini velja hvør sín lim í ein politiskan fylgibólk og har hava fimm flokkar valt sítt umboð. Tað er bara Sambands­ flokk urin, sum enn manglar at seta navn á sítt umboð í politiska fylgibólkin. Annars skuldi tveir nevnd ar limir veljast eftir til­ mæli frá umsitingini hjá Løg­ ting inum og teir eru Súsanna Danielsen, stjóri á Løgtings­ skrivstovuni, og Petur Zachariassen, hagfrøðingur, sum hevur gjørt nógv við val skipanir. Ein nevndarlimur skuldi veljast eftir tilmæli frá Fróð­ skapar setr inum og tað er Bárður Larsen, ráð gev andi løg frøðingur í Kommunu­ sam skipan Føroya. Tveir nevndarlimir skuldu veljast eftir tilmæli frá Inn­ lendis mála ráð num og teir eru Hilmar Høgenni deildarstjóri í innlendisráðnum og Sjúrð­ ur Rasmussen, løgfrøð ingur og ráðgevari á løgmans skriv­ stovuni. Annars skuldi hvør polit­ iskur flokkur velja eitt umboð í ein politiskan fylgibólk. Fólkaflokkurin hevur valt Jógvan á Lakjuni, Javn aðar­ flokkurin hevur valt John Johannessen, Sjálv stýris­ flokk urin hevur valt Kára á Rógvi, Tjóðveldi valdi Heina O. Hein esen og Miðflokkurin valdi Jenis av Rana. Sambandsflokkurin hevur ikki valt sítt umboð enn, men tað verður í næstum og tá er klárt hjá bólkinum at fara til verka. Nevnin skipar seg sjálv, men formaðurin skal ikki hava tilknýti til Løgting ella lands stýrið. Onki er ásett, nær nevndin skal verða liðug við arbeiði. aki@sosialurin.fo Næstan klárt at endur skoða valskipanina VALLÓGIN Nú er nevndin, sum skal endurskoða valskipanina næstan fullmannað. Bara Sambandsflokkurin manglar at velja sítt umboð í politiska fylgibólkin og tá ið hann er valdur, er klárt hjá nevndini at fara til verka Eitt ella fleiri valdømi Tá ið Løgtingið herfyri viðgjørdi fleiri uppskot um at broyta valsskipanina aftur, endaði tað við eini bleytari millumloysn. Í hesum sambandi samtykti Løgtingið at formansskapurin í Løgtinginum skuldi seta serkønan arbeiðsbólk at viðgera og lýsa øll viðkomandi fólkaræðislig og samfelagslig viðurskifti í vallógini. Samstundis skal nevndin fyri reika uppskot til nýggja løgtingsvallóg eftir teimum niður­ støðum, ið hon kemur fram til. Arbeiðsbólkurin skal regluliga ráðføra seg regluliga við ein politiskan fylgibólk, sum telur ein tinglim úr hvørjum flokki í tinginum, søgdu John Johannessen, Annita á Fríðriksmørk og Poul Michelsen, sum løgdu uppskotið fram og fingu tað samtykt. — Hetta uppskotið snýr seg ikki um, antin Føroyar skulu verða verandi eitt valdømi, ella tað skal broytast til 5 ella 7 valdømi. Men Løgtingið metir, at tað er skilagott við einum slíkum arbeiðsbólki, sum kann endurskoða vallógina. Hóast spurningurin um Javnstøðu var rættiliga í brennideplinum í spurninginum um, hvussu nógv valdømi skulu vera í Føroyum, er synd at siga, at hetta sæst aftur í nevndini, sum skal endurskoða valskipanina. Har er fyribils bara eitt konufólk av teimum 10 limunum, sum higartil eru valdir í nevndina Mynd: savnsmynd ONGIN JAVNstøðA