mikudagur 23. juni 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 23. juni 2010 · Nr. 98
16
Sosialurin
Ein heilsan til skyldmannin
Ditlev Róin sum verður
sjeyti ár 24. juni
Ættarsøga
Jóansøkudag verður Ditlev
Róin sjeyti ár. Hann er føddur
og uppvaksin í Fuglafirði,
sonur Lutheriu og Jákup
Frants. Lutheria var ættað úr
Leirvík, dóttir Jóan Paula og
Lenu við Stein . Jákup Frants
var úr Fuglafirði, sonur Annu
og Albert Eldevig. Anna
á Trøðni, sum hon eisini
varð nevnd, var ættað av
Hellunum, dóttir Hansinu og
Kristian Gaard. Hansina var
ættað úr Toftum í Fuglafirði
og langommusystir í faðirlegg
og Kristian, langommubeiggi
í móðirlegg úr Garðshorni í
Oyndarfirði. Tað vóru tríggir
brøður úr Garðshorni, ið
settu seg niður á Hellunum.
Høgni, Kristian og Kristoffur.
Langomma mín úr Tarti,
sum sagt, var systir teirra.
Sostatt var Jákup Frants
bæði trímenningur mammu
og pápa. Kristian og Høgni
høvdu báðir konu úr Fugla
firði. Kona Høgna var Ann
Silja, dóttir Jóhannu og
Jákup í Innistovu . Kristoffur
var gamal drongur.
Omma mín, Anna Malena
úr Tarti – Lena í Ansastovu,
var systkinabarn Annu á
Trøðni. Hon gisti altíð á
Trøðni, tá ið hon í bestu árum
vitjaði í Fuglafirði. Anna var
jarðarmóðir. Tá ið hon skuldi
forloysa onkra barnakonu
norðanfyri, fór hon manga
ringa ferð til gongu um
Skarðið, sum eisini søgur
ganga frá. Tá ið omma lá á
song við Sigrid mostir(doyði
fyri tveimum árum síðani
90 ára gomul), segði omma
við Annu: ” Systkinabarnið,
nú skal eg aftur eiga!” “ Legg
tú einki í tað, nú eri eg farin
undir næsta dusin!” Omma
fekk 9 børn og Anna 13.
Vit báðir Ditlev eru dupult
ir fermenningar. Nú telist
hetta kanska ikki so nógv
longur at vera fermenningur,
men tunt er tað blóð, sum
ikki er tjúkkari enn vatn, og
ikki kunnu vit renna undan
okkara upphavi. Í sinninum
á tí gamla føroyinginum
hevði ættin eitt gott festi.
Ja, ikki so sjáldan varð farið
burtur í aðra bygd at vitja
ætt og vinir. Ofta giftust
trímenningar við hvørjum
øðrum, og ikki so sjáldan
funnu systkinabørn saman.
Ford Capri og
konfekteskjan
Ja, Ditlev, einki var sum tá ið
tú sum ein spelkin unglingi
koyrdi í svarta Taunus og
Ford Capri bilunum. Tú
fekst fatur í tí besta av tí
besta. Genturnar uttanfyri
flyktust um henda kimiliga
unglingin úr Fuglafirði, ta ið
tær sóu fordarnar. Vit aðrir,
sum ikki vóru so mikið at
okkum komnir, sótu í øskuni
og skavaðu og droymdu
um
okkurt,
sum
rullaði
á 4 hjólum. Nei, tað bleiv
bara til eina grøna norska
súkklu á tveimum hjólum
og so býsúkkluna hjá S.P.P
eftf. Hóast tú gjørdi teg
eitt sindur upp í bygdini á
hesum hjólhestum, var tað
eingin genta, sum hirdi at
hyggja upp á teg.... og at fara
út til Gøtu ella Skálafjørðin
á hesum “drunnum”, tað var
óhoyrt. Men hvat? Tú kundi
leigað Ditlev til dyrgingar
ferðir úteftir.Tá ið dyrgingar
leiðirnar skuldu roynast, var
Ditlev stak lagaligur. Hann
fór út í Saltnes við tí svarta
Taunusfordinum
og
lat
runddorgina renna har um
vegir. Jú, damurnar nippaðu í;
men tá ið hann kom við Ford
Capri, tá stóð ikki á at syfta.
Tað var á hvørjum jarni. Tá ið
Maria kom inn um stokkun,
var fast teirra millum. Maria
gjørdist yndismoy hansara,
og hvítur roykur stóð úr
skorsteininum hjá Lutheriu
og Jákup Frants. Hon var
góðkend av húskinum undir
hesum bitum.
Tá ið tað frættist í bygdini,
at Ditlev hevði fingið Mariu
inn um stokkin á Ford Capri,
ja so fóru vit aðrir at telja
seðlarnar, um vit áttu fyri eitt
slíkt far. Ikki rakk tað, sum tú
hevði undir madrassuni, til
eitt so stásiligt akfar. Nei, tú
mátti halda teg til ta grønu
súkkluna og býsúkkluna.
Onkrar gentur uttaneftir
dámdu væl konfekt. Ein
genta úr Gøtu hevði smakkað
konfekt frá S.P.P. eftf., og
hetta frættist út á Toftir.
Fleiri dreingir í Fuglafirði
hópaðust
framman
fyri
skivuna i Piddasa handli , tí
genturnar á Skálafirðinum
vóru so grammar eftir at fáa
hetta forkunnuga søtmetið
undir tonnina. Ditlev var
vegvísarin og stýrdi líka út á
Nes við fleiri konfekteskjum í
bagasjurúminum hjá ungum
fríggjarum úr Fuglafirði. Har
vóru stórar konfekteskjur
og
smáar
konfekteskjur.
Dreingirnir í Fuglafirði hildu
tað, at genturnar úti á Nesi
og á Toftum mundu blíva
veikar í knøunum, tá ið tær
sóu Ford capri í túninum og
sjeikarnar við glampandi
konfekteskjum undir armi
num við ljóssteyrarnar. ...
men, men, eitt er, hvat tú
droymir um í Fuglafirði, og
nakað annað er tann nakni
veruleikin.
Onkrum
av
hesum ungu kavalerunum
eydnaðist at sleppa inn um
gáttina hjá onkrari av hesum
snøggu toftagentunum við
konfekteskjuni; men gakk,
tað var Ford Capri tú skuldi
hava, um røringur skuldi
koma í hendan stima av
væl úr hondum greiddum
fljóðum. Hetta var so tað.
Giftarmál
Løgið var tað, at Maria og
Ditlev og greinskrivarin og
Alexandra(konan)
giftust
sama dag – 4. mars 1972 og
giftust inn í nýbygd hús.
Eftir brúdleypið hoyrdist , at
Jákup Pauli, málarameistari,
hevði sagt í røðu síni fyri
Mariu og Ditlev , at tvey
giftarmál vóru í bygdini í dag,
og báðir dreingirnir høvdu
bygt gentunum hús! Ja, ja, ja,
tá runnu fríggjararnir runt
við konfekteskjum, koyrdu í
Ford Capri og bygdu komandi
hjúnaðarfeløgum hús.
Sama dag giftust í Gøtu
Elisabeth og Páll. Elisabeth
doyði av krabba ikki langt
eftir hetta, og Páll giftist
uppaftur við Sædis, men
tað, sum eg skuldi siga, var,
at
brúðarblómutyssið,
ið
Alexandra skuldi hava, fekk
Elisabeth, og hon fekk henn
ara. Her skuldi berast skjótt
at at fáa hetta umbýtið í lag.
Verfaðir og faðir Elisabeth
koyrdu til møtis og býttu
tyssini um Úti á Dølum.. og
báðir itu Erling. Hetta umbýtið
var so poetiskt og skaldakent,
at tað rúmar einum heilum
romantiskum málningi. Hvat
Tyrlarnir, Kambur og Leirvíks
fjall hava sagt hendan dag,
veit bert tann góði Guð. Hvørt
við sínar náðir.
Mentamál
Ditlev hevur dámt væl at
skriva og hevur í fleiri ár
skrivað greinir í Jólaboð og
Fuglafrøði. Hann hevur eitt
natúrligt mál og dugir væl
at siga frá. Hann og Petur
Martin hava verið drívkraftin
í Fornminnisfelagnum her í
bygdini. Tað var eitt bragd,
tá ið Høvdahúsini vórður
tikin niður – flutt út í komm
unufjósið, sett í stand og
reist á fløttinum oman fyri
Bókasavnið. Nú er hetta ein
mentanarligur
dýrgripur
at síggja hesi elligomlu hús,
sum smæðin og góðskufull
standa mitt í bygdini. Tey
hava eina góða søgu at siga,
sum ættarliðini kunnu njóta
gott av. Gloyma vit okkara
egna
jørðildi,
verða
vit
støðuleys og tað ringasta,
sum henda kann, er, at vit
verða navnleysir forbrúkarar
í samfelagnum. Tann góði
Guð forbjóði hesum. Tað
verður ein sorgaleikur, um so
verður. Maria og Dilev hava
verið viðað um, og í fjør vóru
tey á Cuba. Onkuntíð frá
teirra útferðum er ein heilsa
dottin inn um dyrnar heilt
úr fjareystri – Kina og Nepal,
Kathmandun. Hetta var væl
gjørt, at minnast til fólk, sum
heima sita.
Tá ið tað líður út á summ
arið sæst ein slóttumaður
uppi í Hálágerði standa við
líggja sínum og sláa. Hetta er
omanvert húsini hjá Ditlev og
Mariu, og er hendan myndin
hugalig at síggja. Tankarnir
leita aftur til slóttumannin hjá
Vincent van Gogh frá Saint –
Rémy málað í sept. 1889. Ja, ja,
hetta var ein hvønndagssjón,
tá ið slótturin kom fyri bert
fyri uml. 20 – 30 árum síðani
her í bygdini. Nú stendur
hann har við líggjanum
millum
teigar
og
veltur,
tann seinasti slóttumaðurin
– líka so einsamallur sum
slóttumaðurin hjá Vincet van
Gogh. Tá ið so sátubørnini
eru komin upp á hógv, so
er tað Claude Monet, ið
tekur yvir við sínumn ljósi í
málninginum, Sátan, ið ger
um seg i darrandi stráum hjá
Mariu og Ditlevi. Tá kylir í
kríllunum á sátubørnunum,
og tey hyggja djúpt í eyguni
hvørt á øðrum minnast hin
svarta Ford Taunus, Ford
Capri .... og konfekteskjurnar.
Hjartaliga
til
lukku
við
teimum sjeyti árunum.
Frits
Ditlev Róin sjeyti
Nøvn
Ditlev og Kristin – gamlir vinmenn á fólkafundi á Skarðinum
Tøkk
Vit takka hjartaliga tykkum øllum, sum sýndu
samkenslu tá okkara elskaði sonur og beiggi
Sune Klett
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til tykkum øll, ið á ymiskan
hátt hjálptu til við jarðarferðina.
Tøkk fyri blómur, kransar, heilsanir
og gávur til Diabétesfelagið, og
tøkk til tykkum øll, sum fylgdu honum
til hansara seinasta hvíldarstað.
Familjunar vegna
Anna Katrina, Hjørgrímur
og Anna Elisabeth