Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-23, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. juni 2010síða 24

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. juni 2010 · Nr. 98 24 Sosialurin Oyggjablaðið Snorri Brend – Tað er altíð gott at koma aftur higar til bygdina. Men tað er sam­ stund is sera tungt at síggja, at alt fell ur av. – Men tja, – soleiðis er væl gongd­ in í tí heila, sigur 70 ára gamli sumb­ ingurin, Eli Poulsen. Hann varð føddur her í Víkar­ byrgi, og vitjaði týsdagin aftur í bygdini, her hann sleit barna­ skógvar sínar undir seinna heims­ bar daga. Góðu minnini frá barnaárunum fylgja honum enn: Hvussu teir spældu við horn og kleyvar; hvussu teir ímyndaðu sær gággurnar sum gæs; hvussu teir lítlu kúvingarnar gjørdust gásarungar; hvussu gott tað vaks í kálgørðunum og hvussu væl røturnar smakkaðu; hvussu teir fóru til Sumbiar, tá ein kúgv skuldi til tarvs; hvussu teir fangaðu síl í ánni; hvussu ein bara kundi ganga inn í húsini, um ein gjørdist svangur; og hvussu dagarnir bara gingu alt, alt ov skjótt. – Ja, Víkarbyrgi var eitt heilt fan­ tast iskt pláss hjá einum smádreingi at vaksa upp í. Vandre-lærarar Eli Poulsen er ein av mongum, ið kann vera errin av at vera føddur í Víkarbyrgi nakað undan jólum í 1939. Her búði hann øll barnaárini hjá ommuni og abbanum, til hann fór í barnaskúla í Vági. Men nærum hvørja ferð ið skúlin hevði feriu ella hann hevði fríløtur, var Eli aftur í heimbygdini. Um hetta mundið var ikki vega­ samband við umheimin – tað kom fyrst í 1983. Skuldu fólk av bygdini, var neyðugt at ganga um fjøll og dalar til Sumba, Lopra ella tey skuldu allan vegin til Vágs. Hetta sama var eisini galdandi fyri læraran, sum var tað tey tá róptu fyri »vandre­lærari«. Hesir undirvístu børnunum í Víkarbyrgi, men høvdu m.a. eisini ábyrgd av børn unum í skúlanum á Leiti, ið liggur millum Lopra og Akrar. Ein teirra sum Eli kann minnast var Olaf Krossteig og ein annar var Johan á Lava Olsen. Men børnini í Víkarbyrgi vóru eisini vælsignað við øðrum mentamonnum í slíkum starvi: Eitt skifti í 20’unum var lærarin og rithøvundurin Martin Joensen úr Sandvík lærari her, og eitt annað skifti var kendi yrkjarin Pól F eisini lærari í skúlanum, sum varð hildin í einum húsum í býlinginum Hamrabyrgi. Stuttligt er at nevna, at Pól F varð noyddur at bera eitt borð við sær, tí einki slíkt var í húsinum, har skúlin helt til. – Jú, her vóru onnur børn, nakað yngri enn eg. Og eg vil bara siga, at hetta var ein vælsignað tíð, greiðir Eli íðin frá. – Men tað vísti seg kortini, at tá tey komu til skúlaaldur, fluttu tey av bygdini aftur. Her var alt Tað munnu sjálvandi hava verið sínar orsøkin til, at fólk valdu at búseta seg her í Víkarbyrgi bæði í landnámstíðini og aftur fyri sløkum 200 árum síðani. Víkarbyrgi hevur nøkur eyð­ kenni og nakrar fyrimunir frá Skap­ ar ans hond, ið uttan iva hava gjørt sítt til at fólkið í gomlum døgum kundu lívbjargað sær her, bæði summar og vetur. Millum hesar fyrimunir var, at stutt var til tey góðu fiskimiðini; nógvur seiður var at fáa, bæði við dorg og tráðu; stuttur vegur var til lundalondini vestanfyri á oynni Vegurin kom n Víkarbyrgi Einasti tvíbeintu skapningar sum síggjast í avtoftaðu bygdini eru eitt gásapar við ungum í eini innhegning, saman við fleiri vælvaksnum veðrum. Landsvegurin sum kom ov seint, tey tómu sethúsini og ein niðurløgd alistøð, eru hinvegin tekin um, at her hevur verið lív einaferð. Einaferð var Víkarbyrgi heimstaður hjá hálvthundrað fólkum. Í dag er býr ikki eitt einasta fólk her – Omma for skrekti meg Eli Poulsen hevði síni fyrstu barnaár her í Víkarbyrgi. Her høvdu hann og hini børnini alla bygdina fyri seg sjálvi og kundu gera tað sum teimum lysti. Tað var bara eitt einstakt stað, ið børnini ikki máttu fara: Einsamøll oman á lendingina. Men dreingjum so líkt, so kom tann dagurin, tá hetta forboðið varð brotið. Ein dagin, tá nógv fólk var av bygdini, fór Eli einsamallur oman higar, og settist í ein bát, sum stóð í eini neystatoft. Knappliga kemur ein maður úr bygdini við fullskeggi brølandi upp úr eini kluft. – Hetta gongur ongatíð frá mær aftur. Men eg haldi, at omma mín mundi hava ein fingur við í spælinum, sigur Eli við brosi á kinn. - Tað stuttligasta av øllum var, at tá eg deyðaræddur kom til hús, blakaði eg meg á divanina, og har lá eg, púra útlúgvaður. So hetta var mín seinasti túrur einsamallur á lendingini! Tá hann endiliga kom, vóru ikki meiri enn eini 10 fólk eftir. Tað vóru bara eldri fólk í bygdini, og tá einki nýtt fólk flutti higar, so kundu tað bara ganga tann eina vegin LENDINGIN – Vit høvdu alla bygdina fyri okkum sjálvi. Einasta staðið, har vit ikki máttu fara einsamallir, var her oman á lendingina, sigur Eli Poulsen. Har fór hann bara eina einastu ferð, og fekk eitt stórt forskrekkilsi Mynd: Jens Kristian Vang