Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-23, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. juni 2010síða 25

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mikudagur 23. juni 2010 · Nr. 98 Sosialurin Oyggjablaðið nógV for seint og sunnanfyri bygdina; tað var stutt at ganga til torvheiðarnar omanfyri; avbera góður grasbøur var eisini; fólk høvdu kúgv; og fleiri vóru heimamenn og høvdu sítt arbeiði á hvalastøðini í Lopra. – Og so var tað haraftrat tað serstaka, at epl fruktaðu so ótrúliga væl her í bygdini, greiðir Eli Poulsen frá. – So tú skilir, at lívsbetingilsini, tey vóru uppfylt her. Eldri fólk Hóast tað, at allar treytir fyri at lívbjarga sær og sínum vóru til staðar, byrjaðu fólk so við og við at flyta av bygdini. Nógv tey flestu fluttu til Vágs, har fleiri arbeiðspláss vóru og onkur enntá til Havnar. Fyri 25 árum síðani vóru sostatt bert sjey fólk eftir í Víkarbyrgi. Í longri tíð var arbeitt við at útvega bygdarfólkinum vega sam­ band, sum tann seinasta bygdin í Suðuroy. Hetta hendi so seint sum í 1983. Onkur hevur helst væntað, at hetta fór at skapa lív og vøkstur aftur í bygdini. Men so varð ikki. – Tá satt skal vera sagt, so kom vegurin nógv for seint, sigur Eli harmur á málinum. – Tá hann endiliga kom, vóru ikki meiri enn eini 10 fólk eftir. Tað vóru bara eldri fólk í bygdini, og tá einki nýtt fólk flutti higar, so kundu tað bara ganga tann eina vegin, staðfestir hann. At enda vóru bert tveir eldri mans eftir – annar teirra var ein mammubeiggi Eli, sum búðu ovar­ laga í bygdini. – Tað gekk soleiðis, at annar teirra bleiv so sjúkur, at teir báðir máttu flyta heim til Sumbiar. Hetta var í seinnu helvt av 90’unum. – Húsini vórðu síðani seld til ein mann í Vági, sum hevur sett tey í ótrúliga fínan stand, sigur Eli Poulsen. Í dag er Víkarbyrgi avtoftað. Spurn ingurin er, um tað skulu ganga 500 ár aftrat, áðrenn nakar fer at búseta seg aftur her. snorri@sosialurin.fo Heimildir: Samrøða við Eli Poulsen, Sumba Wikipedia Alnetið Ein kvinna yvirlivdi Víkarbyrgi er ein av elstu bygdunum í Føroyum. Bygdin varð avtoftað, tá svartideyði herjaði í 1349, við undantaki av eini kvinnu, nevnd Sneppan í Hamrabyrgi. Tað gingu nærum fimm­ hundrað ár, til Jógvan Joensen (Jógvan eystan Á) úr Sumba setti búgv her í 1830 við húski sínum. Fólkatalið vaks so líðandi, til tað í 1890 kom heilt uppá 51 fólk, sum helst man vera hægsta talið. Eftir hetta lækkað talið so líðandi, til tað í 1921 var komið niður á 39, og tá vit koma fram til okkara tíð, er fólkatalið uppaftur lægri. Skal ein trúgva nýggjastu upplýsingunum hjá Hag­ stovuni stendur eitt fólk skrásett at vera í Víkar­ byrgi, hóast eingin býr her. Góðu minnini frá barna árunum fylgja honum enn: Hvussu teir fóru til Sumbiar, tá ein kúgv skuldi til tarvs; hvussu teir fangaðu síl í ánni; hvussu ein bara kundi ganga inn í húsini, um ein gjørdist svangur; og hvussu dagarnir bara gingu alt, alt ov skjótt ALT – Her í Víkarbyrgi var alt. OK, sjálvandi vóru eingir pengar, men tað manglaði einki, sigur Eli Poulsen, sum er føddur og sleit barnaskógvar sínar her í avtoftaðu bygdini Mynd: Jens Kristian Vang