Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-23, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. juni 2010síða 26

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. juni 2010 · Nr. 98 26 Sosialurin Oyggjablaðið Snorri Brend Manningin á Royndini Fríðu er rættiliga ung, men hetta hevur kortini ikki forðað teimum í at liggja í fremstu røð í dreingjaróðrinum hjá 5-mannaførunum. Á norðoyastevnu gjørdust teir nr. 2, bert 1/100 part aftanfyri nr. 1, Blikur av Argjum. Men á sundalagsstevnuni vikuskiftið eftir gjørdu vágbingarnir bart og vunnu róðurin við sløkum tveimum sekundum á muni til henda sama Blik. Á eystanstevnuni leygardagin gekk teimum eisini væl, umenn ikki nóg væl. Og nú leygardagin skal so rógvast á heimasjógvi. Tá fara teir ungu menninir at gera alt og geva alt, fyri at vísa, at tað er eingin tilvild, at fólk kunnu vænta sær nógv av Royndini Fríðu í ár. – Nú fara vit í bátin, fyri at rætta uppá alt tað sum hóast alt ikki gekk so gott í Hvalvík, sigur Ingi Michelsen. Hann situr sjálvur við árarnar í rúminum stýriborðsmegin, saman við Oddur Joensen, Mikkjal Elith Lindenskov, Jón Hofgaard, Jónas Vestergaard, Hilmar Bech og Inga Poulsen. Teir hava hugt eftir róðrinum frá sundalagsstevnuni fleiri ferðir, og hava lagt merki til at okkurt var, sum teir kunnu gera betri næstu ferð. – Á norðoyastevnu var starturin ikki serliga góður, og vit vita, at vit kunnu gera hann 100 ferðir betri. Tað vístu vit eisini í Hvalvík, og tað ætla vit at gera aftur í Runavík, og nú í Vági. Meir enn fótbólt Teir sjey ídnu rógvararnir umborð á Royndini Fríðu ganga annaðhvørt í skúla ella arbeiða. Men teir royna av øllum alvi at fáa hesi bæði og kappróðurin at ganga upp, sjálvt um onkrir teirra búgva í grannabygdini, Porkeri. Ingi gongur sjálvur í 10. flokki í Vági, og hevur eisini havt sítt stríð við at fáa tíð til skúlagongd, repetering og royndir hesa seinastu tíðina. Ella ....? – Eg havi havt nóg góða tíð til skúlan, heldur altso ungi rógvarin. – Tað er so, sum man ger tað til. Ein stórur partur av frítíð hansara fer sostatt til ítrótt, í hesum føri kappróður. Tað sama var somuleiðis galdandi, tá hann í síni tíð spældi fótbólt. Men tað var kortini eitt, sum hugtók Inga meiri, fyri ikki at siga rættiliga nógv við tí at rógva kapp: – Eg helt, at kappróður var meiri útfordrandi enn fótbóltur. Her skal man venja nógv meiri og nógv harðari, og so skal man eisini vera sera væl fyri. – Nú havi eg so roynt tað, og mær dámar tað sera væl, slær hann fast. Bragdið Góðu úrslitini hava givið teimum sjey umborð á Royndini Fríðu eyka megi og gott mót til hetta róðrar- árið. – Ja, spyrt tú meg, so ætla vit heilt hundrað prosent at gerast Før oyameistarar. Í ár skal tað verða, sigur Ingi. – Tað eru 16 ár síðani seinast, og tað er alt ov long tíð uttan eitt FM. Teir merkja eisini stóra áhugan millum vág bingar fyri kappróðri. Tá teir komu suður aftur eftir sigurin á eystan- stevnu, var sann ur veitslu- - rómur í bý num. Vón andi verður róm urin enn størri, tá teir koma aftur við FM-steypinum eftir ólavsøkuróðurin. – Vit vilja gera alt fyri at endurtaka bragdið frá 1994! snorri@sosialurin.fo FM Er Máli Vágur – Vit hava vant nógv og ótrúliga hart í ár. Og so vóna vit bara, at úrslitini fara at fylgja við, sigur Ingi Michelsen, ið er ein teirra sum mannar Royndina Fríðu. Teir vandu at byrja við átta ferðir um vikuna, men nú FM-róðrarnir eru byrjaðir venja teir bert seks ferðir. Týskvøldið í farnu viku vóru teir enn einaferð í bátinum. - Beint nú bíða vit bara eftir stýrimanninum. Hann er á veg, sigur 16 ára gamli Ingi spentur á málinum. Tað eru 16 ár síðani seinast, og tað er alt ov long tíð uttan eitt FM Eg helt, at kappróður var meiri útfordrandi enn fótbóltur. Her skal man venja nógv meiri og nógv harðari Upp ímóti Smyrli Royndin Fríða hevur longu víst tríggjar ferðir í summar, hvat teir ungu dreingirnir megna og ætla. Teir hava eisini róð saman við 6-mannafarinum Smyrli, ið eisini hevur staðið seg avbera væl higartil í kappingini. Manningarnar báðar plaga at rógva saman á Vágsfirði. – Vit hava klárað okkum væl ímóti teimum, og hava ikki ligið so øgiliga nógv aftanfyri teir, slær Ingi Michelsen fast.