mikudagur 23. juni 2010síða 27
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mikudagur 23. juni 2010 · Nr. 98
Sosialurin
Oyggjablaðið
ð
Einki kemur av ongum
At røkka so góðum úrslitum, sum Royndin Fríða
higartil hevur gjørt, kemur ikki av ongum.
Teir hava so sanniliga ikki spart seg teir seinastu
mongu mánaðirnar: Venjingarnar til ársins FM-róðrar
byrjaðu í desember mánaði við innandura venjingum.
Og í mars mánaði fóru teir á fyrsta sinni í bátin.
– Skal man hanga í og røkka góðum úrslitum, er
neyðugt at venjingin byrjar tíðliga, slær Ingi fast.
– Og tað hevur eisini sín týdning, at vit allir hava vant
saman allatíðina.
VENJING
Teir sjey umborð á Royndini Fríðu vandu fyrst átta
ferðir um vikuna, men venja nú seks ferðir um vikuna.
Hetta fer heilt vist eisini at geva úrslit í summar
Mynd: Jens Kristian Vang