Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-23, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. juni 2010síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. juni 2010 · Nr. 98 28 Sosialurin Oyggjablaðið Snorri Brend Tað er týskvøld vesturi á Eiðinum í Vági. Klokkan er ikki nógvar minuttir yvir 18:15, tá allir leikarar eru klárir til venjing. Tað er kanska ikki tað mest hugaliga veðrið til eina fót bólts­ venj ing hesa løtuna. Mjørkin hong­ ur tjúkkur oman yvir vøllin og æl­ ingar skiftast um at irritera fólk, fæð og fótbóltsleikarar. Men leikararnir á vøllinum ansa neyvan veðurlíkindunum. Hjá teimum hevur bert tann rundi bólt­ urin áhuga, og ikki minst dysturin sum skal spælast kvøldið eftir ímóti EB/Streymi. Hetta er í mangar mátar ein serstøk venjing, tí hetta besta fót­ bóltsliðið í oynni gongur í løtuni í tveimum bólkum: Nakrir av spæl­ arunum venja her suðuri. Og hinir venja norðanfyri, orsakað av arbeiði og øðrum. Í kvøld eru teir allir savnaðir saman til hesa seinastu venjingina áðrenn tann týdningarmikla dystin kvøldið eftir. Ongum nýtist at hava staðið leingi og eygleitt leikararnar, fyrrenn ein sær, at hetta er tað sum teir veruliga brenna fyri og liva fyri. Lagið er gott nú undir upp hit­ ingini, sum venjari teirra Jóan Pauli Olsen hevur sett teir til: Eitt spæl, har leikararnir eru í ringi og spæla bóltin millum sín, meðan tveir teirra royna at fáa fatur á bóltinum. Teir tykjast hugna sær við hes­ um spælinum, sum fær teir at síggja týdningin av samanspæli. Men sum eisini skapar samanhald teirra millum. Og sum vónandi at enda fær at skapa samanhang í Vodafone­deildini. – Moralurin á liðnum er í øllum førum góður, staðfestir 20 ára gamli Henning Joensen. HB-sjokk Tað byrjaði annars so væl í ár hjá FC Suðuroy. Ja, tað var ikki frítt, at teir nærum sjokeraðu Før oya meist­ ararnar úr HB í fyrsta umfari, við at skora ikki færri enn fýra ferðir í Gundadali. Dysturin endaði við einum mál­ ríkum 4­4 javnleiki, og fingu teir síðani javnleiki 1­1 ímóti NSÍ í Vági. Men eftir tað gekk ikki so væl: Teir hava bert vunnið einaferð, tað var á B68 og spælt ein javnleik ímóti B36. – Vit byrjaðu ordiliga gott. Men eg haldi kanska, at vit hildu at liðið hevði kapasitet til at kunna skapa dystir. Vit lógu fyri tað mesta har afturi og vardu, og satsaðu so uppá kontra. – Men eg veit ikki, – kanska blivu vit ov djarvir, og hildu at vit megnaðu meiri, enn hvat vit egentliga gjørdu, sigur Henning. Minus 12 Sum nevnt fekk henda satsingin eina heldur álvarsama ávirkan á úrslitini hjá Henningi og hinum, og teir taptu tí fleiri dystir á rað. Í dag vísir málúrtøkan sjey stig og minus 12 mál. – Teir seinastu tveir dystirnar eru vit farnir »back to basic«, vísir Henning á. – Og vóru vit eitt sindur hepnari, kundu vit havt hálað eitt stig suður við okkum úr Runavík, ístaðin fyri at tapa 2­1. – Men eg haldi, at tann stóri trupulleikin hevur verið, at vit hava skapt ov fáar kjansir og skjóta tí ov fá mál. Tað skulu vit fáa broytt nú, sigur Henning. Hetta skal gerast teir komandi tríggjar dystirnar áðrenn summar­ steðgin – móti EB/Streymi kvøldið eftir samrøðuna við Henning, móti B68 á Toftum og í jóansøkudystinum ímóti B71. – Hetta er seinasti dysturin áðrenn summarsteðgin. Og hann MÁ bara vinnast. snorri@sosialurin.fo Back to Basic í Vági Vágur – Hóast vit liggja niðast í kappingini, so hava vit ikki mist mótið um at verða verandi í bestu deildini, sigur Henning Joensen, sum spælir vinstri vongur á Vodefone- liðnum hjá FC Suðuroy. – Vit eru allir við gott mót. Eingin ivi um tað, staðfestir hann. Tann stóri trupulleikin hevur verið, at vit hava skapt ov fáar kjansir og skjóta tí ov fá mál. Tað skulu vit fáa broytt nú Seinasti dysturin hjá FC Suðuroy hesumegin summ­ arfrítíðina er heima dys turin ímóti einum øðrum liði í niðara enda á astiga talvuni ­ B71. Eftir at sam røðan við Henning Joensen varð gjørd týs dagin í farnu viku, hava teir spælt tveir dystir: Dagin eftir sam røðuna taptu teir 1­0 heima ímóti EB/Streymi, og sunnu dagin fingu teir ein 1­1 javn leik ímóti B68 á Toftum. Tað vil so aftur siga, at FC Suðuroy hevur fingið 1 stig hesar báðar seinastu dystirnar. tVEiR DYstiR 1 stig 1+1 = 1 FC Suðuroy gongur í løtuni í tveimum bólkum - ikki orsakað av ósemju, men av teirri einfaldu orsøk at helvtin av liðnum hevur bústað í miðstaðarøkinum. Her eru teir allir savnaðir til venjing vesturi á Eiðinum. - Vit fáa ikki gjørt tað øðrvísi, staðfestir Henning Joensen Mynd: Jens Kristian Vang