mikudagur 23. juni 2010síða 29
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mikudagur 23. juni 2010 · Nr. 98
Sosialurin
Oyggjablaðið
Úrslitini – ella mangulin
uppá úrslit - hava sjálv-
andi havt sína ávirk an
á stuðulin frá áskoð-
arunum.
Teir fyrstu dystirnar lá
talið av áskoðarum til
heimadystirnar um 250
og kom seinni upp á
400, tá B36 og Víkingur
spældu á Eiðinum í Vági.
– Ja, vit hava lagt merki
til, at tað eru munandi
færri áskoðarar við
okkum til útidystirnar nú,
enn hvat tað var at byrja
við. Og tað sama ger seg
tíverri eisini galdandi, tá
vit spæla heimadystir,
sigur Henning.
Ístaðin fyri at venda
peikifingrinum ímóti
trúføstu áskoðarunum,
vendir Henning heldur
hinar fýra fingrar nar
ímóti sær sjálvum og
hinum á liðnum.
– Hetta er bara ein
áheit an á okkum allar
um at venda gongdini.
Um vit gera tað, so fara
áskoðararnir heilt sikkurt
at koma aftur.
ÚRSLIT =
ÁSKOÐARAR
HART
Hóast úrslitini hjá FC Suðuroy
ikki hava verið ov góð higartil
í kappingini, bilar einki við
moralinum á liðnum. - Vit ætla
at hóra undan í Vodafone-
deildini í ár. Men tað verður
trupult, sigur Henning Joensen
Mynd: Jens Kristian Vang