Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-23, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. juni 2010síða 30

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. juni 2010 · Nr. 98 30 Sosialurin Oyggjablaðið Snorri Brend Niðri á havnalagnum í Vági er nógv virksemi henda týsdagin í farnu viku. Trukkar koyra fram og aftur. Ein stuttleikabátur hevur júst lagt at landi, og uttanfyri einar neystadyr standa nakrir mans og práta saman. Longur úti á molanum er upp­ aftur meiri virksemi. Her eru teir í ferð við at landa Norðsøka av Selatrað. »Teir« er kortini ikki rætta út­ trykkið, tí tað eru í roynd og veru tvær kvinnur ímillum tey, sum standa fyri landingini av hesum útróðrarbátinum beint nú. ­ Vit vóru faktiskt tríggjar í áðni. Men tann eina hevur frí nú, greiðir fiskakonan úr Lopra frá. Joselyn og hini hjá Løðhamar sleppa at luttaka í fiskaarbeiði, ið er rættiliga víttfevnt: Tey fáa tann dýrabara fongin í land; tey bæði salta fiskin, pakka hann og gera annað sum hoyrir einum slíkum fiskavirki til. – Vit hava havt rættiliga nógv at gera hesa seinastu tíðina, greiðir hon frá. Yvirtíð Hóast Joselyn einans er 42 ára gomul, hevur hon arbeitt ein stóran part av lívi sínum í fiski, sum tey plaga at siga tað. – Eg fór úr skúlanum, eftir at eg var liðug við 9. flokk, og havi arbeitt nógv í fiski, millum annað her hjá Løðhamar Seafood seinastu trý árini, greiðir hon frá. Eina tíð arbeiddi Joselyn eisini fisk á Tvøroyri. Her hjá Løðhamar byrjaðu tey henda morgunin við at pakka salt­ fisk, og um 11­tíðina fóru tey undir at landa útróðrarbátin Norðsøka. Vanliga hava tey 6­8 starvsfólkini átta tímar dag. – Vit landa hann lidnan, og tað verður væntandi einaferð eftir nátturða. So í dag verður yvirtíð, sigur Joselyn. Arbeiðir í fiski Vágur – Tað er kanska ikki so vanligt at kvinnur landa ein bát. Men tað havi eg í øllum førum gjørt rættiliga ofta, sigur Joselyn Poulsen úr Lopra. Hon er eitt av starvsfólkunum hjá Løðhamar Seafood í Vági. – Hin konan sum landar er Heidi, kona stjóran. LANDArI Tað er helst óvanligt nógvastaðni at kvinnur landa ein bát, men ikki her hjá Løðhamar Seafood. - Mær dámar tað væl, sigur Joselyn Poulsen úr Lopra Mynd: Jens Kristian Vang Í dag verður yvirtíð