týsdagur 22. januar 2002síða 16
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 14 - 22. januar 2002
Seinastu útstykking-
arnar í Fuglafirði eru
ávegis. Neyðugt verð-
ur at fara út á Kambs-
dal, tí einki byggi-
lendi er eftir í Fugla-
firði, sigur borgar-
stjórin. Tí verður
farið út á Kambsdal,
har onkur spennandi
ætlan er á veg
KOMMUNUMÁL
Edvard Joensen
Fuglafirði: Í Fuglafirði er
vøkstur og tilflyting. So
stórur er áhugin fyri grund-
stykkjum, at nú er fult, og
neyðugt verður at vísa fólki
út á Kambsdal.
Ein útstykking er í gongd
norðuri í Stovugerðinum,
sigur Sigurd Simonsen,
borgarstjóri í Fuglafirði.
Har verða eini 15 grund-
stykki at fáa.
Umframt
eru
fimm
grundstykki tók uppi á
Sevdalsvegi. Men líkt er til,
at har hava fólk minni hug
at búgva, sigur hann. Helst
tí, hildið verður, at tað ligg-
ur í so ovarlaga.
Eisini hevur kommunan
keypt eitt øki upp á 17.000
fermetrar, sum ætlanin er at
stykkja út, í Toftabønum.
Kommunan hevur í ár sett
hálvatriðju milión av til
endamálið. Í Toftabønum
vænta tey at fáa eini 14
grundstykki burturúr.
Hesar báðar seinastu út-
stykkingarnar í Fuglafirði,
verða eisini tær seinastu
yvirhøvur. Stutt og greitt tí,
at nú er einki byggilendi
eftir inni í Fuglafirði. So er
tað Kambadalur, sum eftir
er.
Men hóast hesi tilboðini,
er tað ikki nokk kortini,
sigur Sigurd Simonsen. Tí í
løtuni eru yvir 40 umsóknir
á bíðilista.
Úti á Kambadali verður
arbeitt við eini loysn við
tvíhúsum
og
íbúðum.
Kommunan hevur ætlanir
um at lata byggja níggju
tvíhús á økið millum ver-
andi bústaðarøki og ídnað-
arøki á Kambsdali. Hesi
skulu vera í ymsum snið-
um, er ætlanin. Soleiðis at
møguleikar skulu vera hjá
fólki at velja, um tey vilja
hava heil hús, ella íbúðir av
ymsari stødd.
– Væntandi fara vit at fáa
36 búeindir burtur úr hesi
ætlanini,
sigur
borgar-
stjórin í Fuglafirði, Sigurd
Simonsen.
Hann sigur, at fyrireik-
ingarnar eru komnar rætti-
liga væl ávegis. Allir stovn-
ar, sum eru relevantir, hava
sagt gott fyri ætlanini. Tað,
sum nú verður bíðað eftir
er, hvør skal standa sum
byggiharri.
Kommunan
vil
helst
sleppa undan sjálv at sanda
sum byggiharri, tí tað fer at
ávirka íløgukarmin aðra-
staðani, um so verður. Tí
verður roynt at finna okkurt
felag ella so, sum vil átaka
sær at sanda fyri verkætl-
anini.
Hinvegin
er
eingin
trupulleiki at fáa sjálvt
arbeiðið gjørt. Tað er meira
enn eitt byggifelag, sum er
áhugað, sigur borgarstjórin.
Fyllist í Fuglafirði
Norðuri i Stovugerðinum er
ein útstykking i gongd. Her
verða 15 grundstykki tøk um
stutta tíð
Mynd: Edvard Joensen
Á økinum millum
bústaðarøkið, sum er, og
ídanaðarøkið a Kambsdali,
er ætlanini at byggja tvíhus
við íbúðum
Mynd: Edvard Joensen
C
M
Y
K
30
Nr. 14 - 22. januar 2002
31
Ein uppboðsøla kem-
ur nú væntandi aftur
at í Eysturoynni.
Fuglafjarðar Út-
róðrarfelag gongur á
odda fyri at fáa mót-
tøku og uppboðsølu í
Fuglafirði
UPPBOÐSØLA
Edvard Joensen
Fuglafirði: Útróðrarmenn í
Fuglafirði ætla sær tað høg-
ligari at sleppa av við
fiskin. Teir fara at selja á
uppboðsølu á bryggjukant-
inum beint har, sum teir
leggja at.
Í reyða pakkhúsinum
heimast á havnarlagnum i
Fuglafirði, verður í næstum
farið undir at innrætta
uppboðsøluna.
Tað
er
Fuglafjarðar Útróðrarfelag,
sum heviur gingið undna
við ætlanini, greiðir borgar-
stjórin í Fuglafirði frá.
Sigurd Simonsen sigur,
at málið var fyri á býráðs-
fundi í Fulgafirði, og at
býráðið tók einmælt undir
við ætlanini.
Kommunan eigur hølið á
havnarlagnum, sum brúkast
skal til endamálið. Tað er
eitt pakkhús, sum er 500
fermetrar til víddar. Av hes-
um er umleið fjórðingurin
innrættaður til skrivstovu-
høli, og onnur rúm, sum
neyðug eru. Í løtuni eru
hølini útleigað til goymslu-
bygning hjá Havsbrún, men
tann avtalan er uppsøgd.
Fiskamarknaður Føroya á
Toftum er við upp á ætlan-
ina, sigur borgarstjórin í
Fuglafirði.
Skipað verður fyri rá-
fiskamóttøku og uppboðs-
sølu á sama hátt sum gjørt
verður suðuri í Vági og í
Sørvági, sigur hann.
Tað verða sjálvandi ikki
bara útróðrarbátarnir, sum
kunnu brúka hesa uppboðs-
søluna, uttan eisini størri
før, sum vilja leggja upp í
Fuglafirði.
Uppboðsøla í Fuglafirði
Eldrasambýlið Vestu-
rstova i Fuglafirði fær
meira enn eina helvt
aftur at verandi
búplássum. Kjallarin
verður innrættaður
til at hýsa seks
búfólkum aftur at
teimum tíggju, sum
frammanunda búgva
í húsinum
SAMBýLI
Edvard Joensen
Fuglafirði:
Búplássini í
eldrasambýlinum Vestur-
stovu í Fuglafirði fara at
økjast við 60 prosentum, tá
útbyggingin, sum er í
gongd, verður liðug.
Talið á gomlum fólki
økist alsamt i Føroyum, og
við tí eisini tørvurin á
búplássum á ellisheimum
og sambýlum.
Eldrasambýlið
Vestur-
stova í Fuglafirði, sum varð
tikið í nýtslu í juni mánaða
1999, er longu ov lítið, og
gjørd verða nú seks nýggj
búpláss aftur at teimum
tíggju, sum eru. Tá húsið
varð bygt, varð gjørdur
møguleiki til hesa út-
byggingina, sum longu tá
var væntandi.
Sigurd Simonsen, borg-
arstjóri í Fuglafirði, sigur,
at eitt, sum er rættiliga
áhugavert við hesum slagi
av
búplássum,
sum
Fuglafjarðar
Kommuna
hevur, er prísurin.
Meðan aðrastaðni verður
roknað við, at eitt búpláss á
einum ellis- og røktarheimi
kostar umleið eina millión,
er kostnaðurin fyri hvørt
plássið í Vesturstovu góðar
300.000,- krónur.
Tá húsið varð bygt,
kostaði tann parturin, sum
gjørdur varð tá, umleið
tríggjar milliónir krónur til
tíggju búplass. Tað, sum nú
verður gjørt afturat, fer at
kosta umleið tvær milliónir.
Grundina til, at hendan
útbyggingin er lutvís dýrari
enn fyrsta byggingin var,
sigur Sigurd Simonsen
vera, at nú verður inntættað
í kjallaranum, og tað krevur
eina lyftu, so fólkini kunnu
ferðast i millum hæddirnar.
Eisini er neyðugt, nú fleiri
fólk koma at búgva, at hava
ventilitatión í húsinum. Tí
er hesin prísurin lutfalsliga
høgur, sigur hann.
Farið varð undir at inn-
rætta kjallaran i oktober í
fjør, og væntandi verður
liðugt í mai mánaða, sigur
borgarstjórin.
Fólk eru gomul, sum
búgva í Vesturstovu. Elsta
búfólkið er 101 ár, og
meðaldurin er 89 og eitt
hálvt ár.
Vesturstova
víðkar
Tá Vesturstova varð bygd í
1999, varð bara ovara
hæddin innrættað og tikin í
brúk. Nu verða seks búpláss
aftur at gjørd í kjallaranum
Mynd: Edvard Joensen
Í pakkhúsinum heimast á
havnarlagnum í Fuglafirði
fer nýggja uppboðsølan at
halda til
Mynd: Edvard Joensen
31