Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-22, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. januar 2002síða 15

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 14 - 22. januar 2002 29 UTTAN ÚR HEIMI Búskapur og vinna: Ov nógv sild Donsku ídnaðartrolar- arnir, sum royna eftir brisalingi í Norðsjó- num, hava fingið so nógva sild í seinastuni, at danska fiskiveiði- eftirlitið valdi at banna ídnaðarveiðini í stórum parti av Norðsjónum. Bannið kom í gildi sunnudagin, og tí lógu at kalla allir ídnaðar- trolararnir í Esbjerg, Hanstholm, Thyborøn og Hvidesande við bryggju í gjár. Bara í Esbjerg lógu millum 30 og 35 skip inni. Veiðibannið er gald- andi í ein mánað, og tað fær ógvusligar avleið- ingar fyri skipini og manningarnar, sigur formaðurin í fiski- mannafelagnum í Es- bjerg, Hans Aa., sum leggur afturat, at veiði- steðgurin fær eisini stórar avleiðingar fyri virkini á landið. Fi s k a m j ø l v i r k i ð Triple Nine Fishpro- tein, sum er taørsta av sínum slagi í Danmark, hevur boðað sínum keyparum frá, at teir fáa ikki meiri fiskamjøl haðani. Hans Aa sigur, at kemur eingin fiskur upp á land, er heldur einki arbeiði til teirra, sum arbeiða á virkjun- um. Hann dugir annars væl at skilja avgerðina hjá myndugleikunum at steðga fiskarínum, men heldur, at veiðibannið er ov drúgvt. Tað vóru kanningar hjá fiskiveiðieftirlitin- um í Esbjerg, sum av- dúkaðu, at ídnaðartrol- ararnir høvdu alt ov nógva sild sum hjá- veiði. Tilsamans høvdu teir umleið 5.000 tons av sild. Fyrr plagdu teir donsku ídnaðartrolar- arnir at fara í Ermasund at fiska rossamakrel um hesa tíðina, um ov nógv sild var uppi í brislinginum, men tað kunnu teir ikki longur, tí ta kvotuna hava trol- ararnir mist. Danska fiskimanna- felagið hevur biðið myndugleikarnar í Keypmannahavn um fund um støðuna. Tann fundurin verður síðst í mánaðinum, og til ta tíð verða trolararnir í hvussu er liggjandi við bryggju. Úr Norðurlondum: Staturin skal rinda skattamál Danskir skattgjaldarar, sum halda seg hava ver- ið fyri órætti í skatta- málum, skulu nú fáa allan sakarmálskostn- aðin endurrindaðan, vinna teir eina sak ímóti almennu skatta- myndugleikunum. Tað hevur n˝ggi skattamálaráðharrin, Svend Erik Hovmand, skotið upp. Hann sigur, at ein skattgjaldari eig- ur ikki at hava út- reiðslur av einum sak- armáli, vinnur hann sakina ímóti tí al- menna. Sambært ráðharran- um hendir tað ofta, at fólk aftra seg við at royna eitt trætumál í rættinum, tí tað er so dýrt og tekur ofta drúgva tíð. Tað finnast eisini fleiri dømi um, at rokningin frá sakførar- anum er størri enn tann skatturin, sum fólk fáa afturgoldnan. Og tað kann ikki vera rætt, sigur Svend Erik Hov- mand. Svii í Taliban Svenska stjórnin vátt- aði í gjár, at ein svii er millum fangarnar, sum amerikanarar hava flutt úr Afghanistan til Kuba. Maðurin er tó ikki svii av uppruna, men svenskur ríkis- borgari. Uttanríkisráðið í Stockholm sigur, at amerikanarar kunnaðu svensku stjórnina um, at ein maður við svenskum passi er mill- um fangarnar í Guan- tanamo á Kuba. Stjórn- in umhugsar nú at senda ein sakførara til Kuba at hjálpa mannin- um, sigur Anna Lindh, uttanríkisráðharri. Sum skilst hevur maðurin verið uppi í al- Qaeda, men sviar ætla kortini at royna at fáa mannin til Svøríkis. Altjóða felagsskapir- nir, sum ætlaðu at hjálpa teimum, sum flýddu undan gosin- um í Kongo, noyðast at broyta sínar ætlan- ir, tí fólk venda heim- aftur, hóast vandi er fyri nýggjum gosi KONGO Árni Joensen Altjóða hjálparfelags- skapirnir høvdu sett sær fyri at byggja legur til til teirra, sum vóru rýmd undan gosinum við býin Goma, men í gjár vóru bara 5000 eftir av teimum umleið 400.000, sum vóru flýdd um markið til Rwanda. Talsmenn hjá felagsskap- unum siga, at fólk vilja ikki lurta eftir ávaringum um møgulig nýggj gos, og at tey heldur vilja sleppa heimaftur. Tey tykjast heldur ikki ávirkað av, at teir flestu vegirnir liggja undir í grótbræðingini, sum kom upp úr gosopinum. Fólk vilja sleppa heim fyri at vita, um húsini standa enn, siga talsmenn hjá hjálparfelagsskapunum. Felagsskapurin World Vision segði í gjár, at næst- an øll, sum flýddu úr bý- num Goma, vóru farin heimaftur. Talsmaðurin legði afturat, at úrslitið er ein onnur kreppa, tí lítið og einki er eftir av býnum. Fleiri skjálvtar ST heldur, at 45 fólk doyðu, tá gosfjallið Nyira- gongo sendi eina flóðaldu av gløðandi gróti oman eftir líðunum seinasta hós- dag, og serfrøðingar hjá ST halda, at vandi kann vera fyri nýggjum gosi. Fleiri harðir jarðskjálvtar hava verið kring fjallið seinastu dagarnar, og júst hetta halda serfrøðingarnir vera eina fráboðan um, at fjallið kann fara at goysa aftur. Harafturat kemur eitrandi gass upp úr teirri storknaðu grótbræíngini. Tey, sum eru komin aftur til Goma, hava lítið til matna, og har er næstan einki reint vatn. Fleiri hava fingið sær vatn úr Kivu- vatninum, hóast myndug- leikarnir hava ávarað um, at vatnið kann vera vanda- mikið at drekka, tí tað kann vera eitrað av grótbræð- ingini. Ein nýggj meininga- kanning í Noregi vísir, at 53 prosent taka undir við, at landið skal fara upp í ES NOREG Árni Joensen Sambært kanningini er støðan júst tann øvugta av tí, hon var fyri einum lítlum ári síðani. Ein kanning í mars í fjør vísti, at tá vóru 53 prosent ímóti norskum ES-lima- skapi, og at 47 prosent vóru fyri. Kanningar, sum bløð- ini Dagbladet og Nationen gjørdu so seint sum í de- sember, vístu eisini, at meirilutin var ímóti, at stjórnin skal senda umsókn til Bruxelles um limaskap. Formaðurin í norsku Evroparørsluni, Sigurd Grytten, er sera væl nøgdur við úrslitið av nýggju kann- ingini. Hann tók við sum formaður í apríl í fjør og fegnast um, at hetta er fyrstu ferð í hansara for- manstíð, at meiriluti er fyri ES-limaskapi. Sigurd Grytten heldur, at norðmenn eru ávirkaði av teimum stóru broytingun- um, sum henda í Evropa. Sjálvur heldur hann, at tað nýggja felags evropeiska gjaldoyrað, evran, hevur vakt ans í Noregi, eins og fleiri norðmenn síggja fyri- mun í at fara uppí, nú ætl- anin er at víðka ES eystur- eftir. Formaðurin í rørsluni, sum virkar ímóti norskum ES-limaskapi, tekur undir við, at evran uttan iva hevur ávirkað norðmenn, men Sigbjørn Gjelsvik heldur kortini, at tað er ov tíðliga at gera nakra niðurstøðu út frá einari kanning. Sama politiska býtið Kanningin, sum nú vísir greiðan norskan meiriluta fyri ES-limaskapi, varð gjørd í síðstu viku. Hon vísir, at av kvinn- unum er ein lítil meiriluti ímóti limaskapi, meðan flestu menn eru fyri. Í Norðurnoregi hevur mót- støðan ímóti ES-limaskapi altíð verið stór, men nýggja kanningin avdúkar, at mun- urin nú er lítil har. Verður hugt at floksbýt- inum, er myndin framvegis tann, at veljararnir hjá Ar- beiðaraflokkinum og Høgra eru fyri ES- l i m a s k a p i . Framburðsflokkurin hevur higartil ikki viljað tikið støðu í ES-málinum, men sambært nýggju kanningini tekur meirilutin av veljarum floksins undir við limaskapi. Fara heimaftur hóast vanda fyri nýggjum gosi Norðmenn fyri ES-limaskapi Mynd: Reuters 29 28 Nr. 14 - 22. januar 2002 Annað umfar av lið- kappingini í judo varð leikt í Havn sunnudagin. JUDO Tíðindaskriv Í kappinigni hjá dreingjum eru sera nógvir luttakarar, so Havnar Judofelag hevði trý lið við í kappingini og Sunda Judofelag tvey Dreingir HJFa - HJFb 5-0. Ebba Ma- lena Debes Thomsen vann á Stefan J. Sigvardsen, Eirikur Jakupsson vann utt- an dyst, David Nilssen vann á Jákup Lützen, Han- us Samró vann á Sjúrða Hoydal og Torvald Abra- hamsen vann á Bjarti B. Thomsen. Havnar Judo- felag a fekk 50 leikstig, meðan b-liðið onki fekk. HJFa - HJFc 5-0. Ebba Malena Debes Thomsen vann á Símun H. Lützen, Eirikur Jákupsson vann uttan dyst, David Nilssen vann á Fríða E. Mikkelsen, Hanus Samró vann á Mads Andrias Poulsen og Torvald Abrahamsen vann á An- drias Høgenni. A-liðið fekk 50 leikstig, meðan c-liðið onki fekk. HJFb - HJFc 3-1. Símun H. Lützen, HJFc, vann á Stefan J. Sigvardsen, Jákup Lützen, HJFb, vann á Fríða E. Mikkelsen, Sjúrður Hoydal, HJFb, vann á Mads Andrias Poulsen og Bjartur B. Thomsen, HJFb, vann á Andrias Høgenni. Leikstig- ini vóru 27-10. HJFb -SJFa 1-4. Mark Borgardal, SJF, vann á Stefan J. Sigvardsen, Bjørn Andreasen, SJF, vann uttan dyst, Jákup Lützen, HJF, vann á Tróndi Kruse, Teitur Joensen, SJF, vann á Sjúrði Hoydal og Sigmund Dahl, SJF, vann á Bjarti B. Thomsen. Leikstigini vóru 10-40. HJFa - SJFb 5-0. Ebba Malena Debes Thomsen vann uttan dyst, Eirikur Jákupsson vann á Brian Borgardal, David Nilssen vann á Edvard Johannesen, Hanus Samró vann á John Mortensen og Torvald Abrahamsen vann uttan dyst. Leikstigini vóru 50-0. HJFc - SJFa 0-5. Mark Borgardal vann á símun H. Lützen, Bjørn Andreasen vann uttan dyst, Tróndur Andreasen vann á Fríða E. Mikkelsen, Teitur Joensen vann á Mads Andreas Poulsen og Sigmund Dahl vann á Andrias Høgenni. Leikstigini vóru 0-50. HJFc - SJFb 2-3. Símun H. Lützen, HJF, vann uttan dyst, Brian Borgardal, SJF, vann uttan dyst, Edvard Johannesen, SJF, vann á Fríða E. Mikkelsen, John Mortensen, SJF, vann á Mads Andrias Poulsen og Andrias Høgenni, HJF, vann uttan dyst. Leikstigini vóru 20-30. HJFb - SJFb 4-1. Stefan J. Sigvardsen, HJF, vann uttan dyst, Brian Borgardal, SJF, vann uttan dyst, Jákup Lützen, HJF, vann á Edvard Johannesen, Sjúrður Hoy- dal, HJF, vann á John Mort- ensen og Bjartur B. Thom- sen, HJF, vann uttan dyst. Leikstigini vóru 40-10. HJFa - SJFa 2-3. Mark Borgardal, SJF, vann á Ebbu Malenu Debes Thom- sen, Bjørn Andreasen, SJF, vann á Eirikki Jákupsson, David Nilssen, HJF, vann á Tróndi Kruse, Teitur Joen- sen, SJF, vann á Hanus Samró og Torvald Abra- hamsen, HJF, vann á Sig- mund Dahl. Leikstigini vóru 17-30. SJFa - SJFb 5-0. Mark Borgardal vann uttan dyst, Bjørn Andreasen vann á Brian Borgardal, Tróndur Kruse vann á Edvard Jo- hannesen, Teitur Joensen vann á John Mortensen og Sigmund Dahl vann uttan dyst. Leikstigini vóru 50-0. Unglingar: HFJ - SJF 3-2. Jógvan Páll Kristiansen, SJF, vann á Bjarti Clementsen, Rúni J. Johannesen, HJF, vann á Opor Thorleifsson, Heini Niclasen, SJF, vann á Marvin Jacobsen, Heini Poulsen, HJF, vann á David Carlsson og Jákup Andrias Thomsen, HJF, vann á Hjalmar Johannesen. Leik- stigini vóru 30-20. Menn: HJF - SJF 2-1. Alex Joen- sen, SJF, vann á Benny Ejdesgaard, Jákup Andrias Thomsen, HJF, vann á Sam Vang og Búgvi Poulsen, HJF, vann á Hjalmar Johannesen. Leikstigini vóru 13-10. Hondbóltsstøður 1. Deild kvinnur vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VÍF 2 2 - 0 - 0 411 251 160 16 2 Stjørnan 2 2 - 0 - 0 380 293 87 13 3 Neistin 3 1 - 1 - 1 324 291 33 11 4 VB 3 2 - 1 - 0 354 362 -8 11 5 Kyndil 3 0 - 0 - 3 338 396 -58 3 6 StÍF 2 1 - 0 - 1 255 319 -64 3 7 Sóljan 3 0 - 0 - 3 267 417 -150 2 1. Deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VÍF 3 3 - 0 - 0 438 366 72 17 2 Neistin 3 2 - 0 - 1 469 393 76 14 3 StÍF 2 2 - 0 - 0 395 370 25 10 4 H71 3 0 - 1 - 2 406 431 -25 7 5 Tjaldur 3 1 - 0 - 2 366 416 -50 6 6 Kyndil 3 1 - 1 - 1 342 395 -53 5 7 KÍF 3 0 - 0 - 3 393 438 -45 4 Máltindarnir Kvinnur: Asta Petrauskine Sóljan 126 (18) Simona Dziugyte Stjørnan 125 (36) Lotte Sørensen Kyndil 107 (47) Gabriella Fekete VB 101 (25) Ioana Rápa VÍF 97 (23) Regina Radó VB 80 (20) Joan M. Joensen Stjørnan 77 (2) Ileana Manulescu StÍF 76 (12) Annika Ljósstein Kyndil 75 (13) Katrin á Neystabø Neistin 72 (34) Sóley Mikkelsen VÍF 64 (12) Anna K. Samson Stjørnan 60 (1) Andrijana Milodanovic Stjørnan 60 (6) Birita Wardum Neistin 59 (10) Nicoleta Radu VÍF 58 (1) Menn: Jacob Jónsson Neistin 103 (15) Bjarni Wardum H71 102 (22) Costin Dumitrescu StÍF 95 (28) Høgni Klein Kyndil 93 (7) Heini Joensen Neistin 92 (25) Ingi Olsen VÍF 84 (10) Finnur Hansson H71 83 (20) Dragisa Stojovic Tjaldur 82 Halgir Dahl Olesen H71 82 (10) Durica Tomic KÍF 81 (21) Sámal Joensen VÍF 80 (13) Iljan Topic KÍF 76 Áki Olsen VÍF 71 (10) Artur Johansen StÍF 67 (5) John Petersen Neistin 66 (1) Judo-úrslit Næsta umfarið av liðkappingini í judo varð leikt sunnudagin Mynd: SJ Eftir eina trupla byrj- an er líkt til, at Claus Bech Jørgensen nú hevur vunnið sær fast pláss hjá Bradford í næstbestu ensku deildini ONGLAND Jákup Mørk Fyri viku síðani slapp Claus Bech Jørgensen fyri fyrstu ferð at byrja millum teir fyrstu ellivu hjá Brad- ford, og eftir øllum at døma gekst hendan royndin so hampuliga væl. Í øllum førum var hálvi føroyingurin aftur hesa ferð millum teir fyrstu ellivu, tá Bradford leygardagin vitj- aði Barnsley, sum eisini er í niðaru hálvu í deildini. Málríkt Talan gjørdist um ein rætti- liga málríkan dyst, har Jørgensen var á vøllinum í samfullar 90 minuttir. Framman fyri knøppum 14.000 áskoðarum legði fyrrverandi Manchester United Stjørnan, Lee Sharpe, Bradford á odda, men tað var tó skjótt, at Barnsley svaraði aftur. Við málum frá Chris Lumsdon og Mike Sheron vunnu teir seg upp á 3-1, og leingi var líkt til, at hetta skuldi gerast endaliga støðan, men við tveimum málum í seinastu tiggju minuttunum eydn- aðist tó Ashley Ward at javna fyri Bradford. Bradford, sum í fjør spældi í Premier League, er nú á 16. plássinum í ensku 1. deild við 36 stigum fyri 29 dystir. Hálvur føroyingur í hitanum Claus Bech Jørgensen tykist nú at hava vunnið sær fast pláss á liðnum hjá Bradford, sum spælir í næst bestu ensku deildini C M Y K 28