týsdagur 22. januar 2002síða 14
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 14 - 22. januar 2002
27
Fyrrverandi lands-
liðsmálverjin hevur
játtað at hjálpt Kurt
Mørkøre, og leysa-
søgur senda Marek
Wiersbicki aftur til
Klaksvíkar
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Á heimasíðu sínari skrivar
KÍ, at Kurt Mørkøre og
Jógvan Linklett eru komnir
ásamt um, at hesin seinni
nevndur framyvir skal taka
sær av málmansvenjingini í
felagnum.
Jógvan Linklett hevur
annars ikki verið so nógv
frammi í føroyskum fót-
bóltshøpi seinnu árini, men
føroyingar og serstakliga
klaksíkingar fara helst seint
at gloyma tíðarskeið hans-
ara millum stengurnar.
Bæði hjá KÍ og føroyska
landsliðnum. Og tó at vit í
dag hava tveir málverjar á
landsliðnum, sum báðir
hava roynt síni evni uttan
fyri landoddarnar, so eru
fleiri á einum máli um, at
Jógvan helst er besti mál-
verjin, sum føroyingar hava
átt.
Hetta er so enn ein liður í
arbeiðinum hjá KÍ í vetur,
har bæði innihald og karm-
ar hjá besta mansliðnum
eru styrktir munandi, og
skulu vit trúgva leysasøg-
unum, so er als ikki víst, at
hetta arbeiði er liðugt enn. Í
øllum førum hava leysa-
søgurnar stóran skund við
at senda Marek Wiersbicki
aftur til Klaksvíkar, har
hann í 1999 var við til at
vinna FM, men enn hevur
tað so ikki eydnast okkum
at fáa hesi tíðindi váttað.
Miðvøllurin hjá HB
er komandi árið
styrktur við einum 33
ára gomlum rumena
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Vit hava áður skrivað, at
HB í vetrarstegðinum hevði
vent eyguni móti Rumenia.
Heimlandinum hjá HB-
venjaranum, Ion Geolgau.
Nú er líkt til, at hetta í
øllum førum hevur givið
úrslit í tilgongd av einum
leikara, tí tá Ion um viku-
skiftið kom til Føroya,
hevði hann ein av lands-
monnum sínum við sær.
Talan er um ein 33 ára
gamlan miðvallarleikara,
Nico, sum í fleiri ár hevur
roynt seg í næstbestu ru-
mensku deildini.
Steinfinnur Mittelstein,
stjóri í P/F Havnar Fót-
bóltur, sigur við Sosialin, at
tað ikki er víst, at HB við
hesum hevur fingið enda-
liga hópin til kappingárið.
- Hetta er so tað, sum vit
hava valt at styrkt hópin við
fyri fyrst. Nú mugu vit líka
fáa venjingarnar í gongd og
fáa yvirlit yvir hópin,
áðrenn gjørt verður av, um
talan verður um at knýta
fleiri leikarar at felagnum,
sigur hann í stuttari við-
merking.
Føroyskir telvarar í
Keypmannahavn
royndu seg í viku-
skiftiskapping, og
sum heild gekst
avbera væl
TALV
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Ikki færri enn fimm úti-
setar luttóku í árligu Farum
Frost vikuskiftiskappingini,
norðanfyri
Keypmanna-
havn. Telvað varð í viku-
skiftinum 18-20. januar.
Fimm umfør skuldu telvast.
32 telvarar royndu seg í
tveimum bólkum.
Í ovasta og sterka bólk-
inum vann Mikkel Strange
(2204 DK rating) við heili
hálvumfimta stigi av fimm
møguligum. Hálva stigið
gav hann ímóti Carl Eli N.
Samuelsen. Hesin seinast
nevndi og Heini Danielsen
vórðu javnir á øðrum plássi
við hálvumfjórða stigi.
Heini og Mikkel lógu
undan
seinasta
umfari
javnir og hittust eisini hetta
lagnuumfar. Heini fekk
betri støðu í miðspælinum,
men tapti tíverri tá hann
misti finnu í endatalvinum.
Á deildum fjórða plássi
við trimum stigum, saman
við tveimum dønum, vórðu
Terji Petersen og Regin
Reinert. Regin hevði eina
óvanliga góða kapping,
meðan Terji — hóast
mongu stigini — missur
nøkur ratingstig. Í B-bólk-
inum fekk Dannie Nielsen
hálvtriðja stig og fekk eitt
miðalpláss.
Sæð við føroyskum eyg-
um spældi kappingin tískil
væl av.
Ponomariov stevnir
móti HM- heitinum
Í desember leiktu 32 ára
gamli Vassily Ivanchuk og
18 ára gamli Ruslan Pono-
mariov — báðir úr Ukraina
— seg í finaluna í Heims-
meistaraskapinum hjá talv-
samgonguni FIDE. Telvað
verður í Moskva. Átta talv
skulu telvast, og í skrivandi
løtu eru fýra talv telvd.
Heldur
óvæntað
hevur
Ponomariov — sum telvaði
í GM-kappingini í Norður-
landahúsinum í okt. 2000
— tikið leiðsluna. Hóast
Ponomariov
við
sínum
2727 er ratingfavorittur
varð mett at Ivanchuk
(2717) við sínari rutinu
hevði tey betru kortini.
Ponomariov vann eitt
sera stuttleikt og merkisvert
talv í fyrsta umfarinum,
sum er við í blaðnum í dag,
og hava teir síðani leikt
tríggir javnleikir á rað.
Ivanchuk hevur havt sínar
kjansir at javna úrslitið,
men Ponomariov hevur vart
seg væl. Fýra talv resta í,
og spennandi verður at
síggja
um
Ponomariov
megnar at halda Ivanchuk
frá kongi sínum.
Samstundis sum HM —
finalan verður leikt, er
heimselitan
savnað
í
hollendska býnum Wijk,
har sterk kapping í løtuni
verður telvd. Tíverri eru
topp trý ikki við, Kasparov,
Kramnik og Anand. Kaspa-
rov bleiv forðaður vegna
influensu,
meðan
hinir
góvu avboð av ymsum or-
søkum. Men manningin er
hóast hetta sera sterk, við
eitt nú Adams, Morozevich,
Leko, Bareev, Grischuk o.a.
Eftir
sjey
umfør
er
Bareev fremstur við fimm
stigum, meðan Adams,
Grischuk, Khalifman og
Morozevich eru hálvt stig
aftari í toppinum. Fjúrtan
telvarar luttaka, sum merkir
at trettan talv skulu telvast.
Talvið hesa vikuna
Ponomariov,R (2727) - Ivanchuk,V (2717)
WCC 2001-2002 Final Moscow. 16.01.2002
Fronsk byrjan
1.e4 e6 2.d4 d5 3.Ric3 Rif6 4.Bg5 dxe4 5.Rixe4
(svartur kemur at standa eitt petti passivt, men
hinvegin trygt nokk) 5...Be7 6.Bxf6 Bxf6 7.Rif3 0-
0 8.Fd2 Be7 9.0-0-0 Fd5 [9...b6 er tann tryggi
møguleikin] 10.Ric3 Fa5 11.a3! (ein nýggjur leikur
í hesari støðu. vanligt er Rie5 Bb4 við jøvnum spæli.
Nú er Bb4 ikki gjørligt vegna hesa í roynd og veru
logisku nýggjheit) 11...Rid7 12.Kb1 Fb6 13.Fe3
Rif6 [13...Bxa3?? 14.Ria4!] 14.Rie5 Rd8 15.Bc4
Bd7 16.Bb3 Be8 17.Rhe1 (hvítur stendur
fyrimyndarliga væl við øllum sínum aktivu fólkum)
17...Bf8 18.g4 Rid5 19.Ff3 c6 20.Rie4 Fc7 21.c4
Rie7?? (hesin annars óskyldugt líknandi leikur er
tapandi. Rib6 var einasti leikur) 22.Rig5 Ric8
[22...Rig6 23.Rixg6 hxg6 24.Fh3] 23.c5!
og svartur, Ivanchuk, gavst! hvítur hóttur t.d Rixf7
Bxf7 Bxf7 Rixf7 Fxf7 Bxe6. Einki kann svartur
gera, uttan at geva býtismun við Rd5, og tað tapur
sjálvandi eisini í longdini 1-0
Góð føroysk avrik
Ion komin við rumena
Linklett venur KÍ
Stjórin í HB sigur, at fyri
fyrst er HB liðugt við at
styrkja sær um hópin
Marek aftur til Klaksvíkar. Enn er einki likið út frá nevndini um hetta, men í Klaksvík eru
fleiri, sum longu nú siga hetta vera veruleiki
27
26
Nr. 14 - 22. januar 2002
Tvey fyrrverandi
útisetafeløg eru í
vikuni farin í
gjaldssteðg
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Tað er sum so einki nýtt í,
at tað ikki altíð er líka lætt
at reka eitt fótbóltsfelag, og
enn minni, tá talan er um
felag, sum hevur yrkisleik-
arar knýtt at sær.
Í fjør heyst var longu
greitt, at fyrrverandi fe-
lagið hjá Toda Jónsson,
Lyngby, var farið á heysin,
og í farnu viku stóð greitt,
at enn tvey fyrrverandi
»føroysk« feløg mest sum
hava snarað lyklinum.
Fekk ikki íbúðina
Fyrra av hesum var danska
B93, sum í longri tíð hevur
havt fíggjarligar trupulleik-
ar at dragast við.
Í heyst leikti Øssur
Hansen í hálvan triðja
mánað við felagnum, og
sjálvur sigur hann, at longu
tá vbar sjónligt, at felagið
ikki var serliga væl fyri.
- Eitt nú høvdu teir lovað
mær, at eg skuldi fáa eina
íbúð mitt í Keypmanna-
havn, soleiðis at teinurin til
venjingar skuldi vera so
stuttur sum gjørligt, men
soleiðis gjørdist ongantíð.
Ístaðin varð eg parkeraðut í
Gilleleje, og skuldi eg
hvønn dag nýta út við
tríggjar tímar fyri at koma
til og frá venjing.
- Í longdini var hetta
sjálvandi ikki nóg gott, og
tá felagið so hevði kallað til
fundar í november, var nóg
mikið. Á hesum fundinum
vórðu kortini løgd á borðið.
Leikararnir fingu at vita, at
vit máttu niður í løn, so-
leiðis at vit gjørdust hálv
tíðar leikarar, og hetta
hevði eg als ikki hug til.
Fýra aðrir leikarar vóru
longu rýmdir vegna vána-
ligu fíggjarstøðuna, og
sjálvur gjørdi eg tá av at
flyta heimaftur til Føroya,
hóast fýra dystir restaðu av
heystarhálvuni, sigur Øss-
ur, sum tó ikki misti nakran
pening av hesum.
- Nei. Tíbetur fekk eg
avklárað alt tað peninga-
liga, áðrenn eg fór. Seinastu
mánaðarlønina sá eg gott
nokk ongantíð, men hin-
vegin spældi eg heldur ikki
við teimum tá, so tað man
helst vera í lagi, heldur
toftamaðurin.
Leiftur er liðugt
Um sama mundi, sum tíð-
indini um B93 bórust,
skrivaðu íslendskir fjø-
lmiðlar, at Leiftur var farið
í gjaldssteðg. Hetta er
felagið, har Uni Arge, Jens
Martin
Knudsen,
John
Petersen, Sámal Joensen og
Jens Erik Rasmussen hava
roynt seg, umframt at Páll
Guðlaugsson eitt skifti
eisini var venjari har.
Felagið var fyri fáum
árum síðani íslendska fót-
bóltsoddinum, og millum
annað royndu teir seg í
Inter-Toto cup so seint sum
í 2000, men síðani hevur
bert gingið ein veg. Niður-
eftir.
Peningaliga hevur felagið
ikki verið nóg sterkt til at
standa ítróttarliga niðurtúr-
inum, og nú eru teir altso
farnir í gjaldssteðg. Tað er
eingin loyna, at tá fleiri av
føroysku
leikarunum
í
felagnum settu kós heim
aftur fyri einum ári síðani,
var hetta partvíst av fíggj-
arligum ávum, og sum
skilst eru hesi millum-
verandi ikki avklárað enn.
Saman við øðrum ognar-
um hjá felagnum, mugu
føroysku leikararnir nú
senda inn krav til trota-
búgvið hjá Leiftri, men tað
man vera sera ivingarsamt,
hvussu nógv fer at koma
burtur úr hesum. Pengarnir
frá annars trúgvu stuðlun-
um hja felagnum hava ikki
verið nógvir seinastu tíð-
ina, og ivasamt er, hvat
ognirnar (les leikarahóp-
urin) hjá einum íslendskum
2. deildarliðið eru verdar.
Hóast formaðurin
ikki fæst at vátta
nakað, so skuldi tað
verið heilt víst, at B36
hevur tryggjað sær
ein rumenskan leik-
ara til komandi árið
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Tá skrivað hevur verið um
B36 í vetur, so hevur talan
fyri tað mesta verið um
frágongdina, sum meistar-
arnir hava havt. Av hópin-
um, sum í fjør gjørdist
greipuvinnarar
eru
Jan
Guttesen, Pól Thorsteins-
son og Heðin á Lakjuni
allir farnir burturfrá, meðan
tað hevur verið so sum so
við tilgongdini. Ikki tí.
Felagið hevur víst á, at
fleiri leikarar úr egnari røð
eru ávegis, eins og giting-
arnar um styrk uttan ífrá
hava verið nógvar, men hig-
ar til hava hetta bert verið
gitingar.
Nú skuldi tað tó verið
heilt víst, at Piotr Kra-
kowski hevur nýtt vetrar-
frítíðina í Pólandi til at
tryggja liðnum tilgongd við
einum rumenskum mið-
vallara, og væntandi skuldu
leikararnir í felagnum fáa
boð um hetta á spælara-
fundi mánakvøldið. Tað
hevur áður ljóðað, at Iulian
Florescu, sum annars hevur
leikt við B71, skuldi verið
upp á tal hjá B36, men sum
skilst, so er tað ikki hesin,
sum talan nú er um.
Sær sjálvum so líkur, so
er
formaðurin
í
B36,
Kristian á Neystabø, tættur
sum tunnan, tá vit sunnu-
dagin royndui at fáa stað-
fest tíðindini, og vildi hann
ikki gera viðmerkingar av
nøkrum slag.
Sambært álítandi keld-
um, so skuldi tað tó verið
heilt víst, at rumenski leik-
arin er komin undir land, og
at B36 í løtuni bert bíðar
eftir, at innferðar- og ar-
beiðsloyvi hjá hesum eru
komin í rættlag.
Kassarnir
tómir
Rumeni til B36
Øssur Hansen spældi í fjør við danska B93, men tað var honum skjótt greitt, at felagið ikki megnaði at halda treytirnar, sum
leikararnir høvdu fingið lovað
Formaðurin í B36 vil ikki gera viðmerkingar, men tað tykist púrasta víst, at ein rumenskur
leikari er ávegis til árstalsfelagið
C
M
Y
K
26