týsdagur 22. januar 2002síða 13
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 14 - 22. januar 2002
25
Føroyski miðvallarin
var á blettinum, tá
Hull vann fyri fyrstu
ferð í átta dystir
ONGLAND
Jákup Mørk
Sum nevnt í leygardagsblað
okkara, so stóð heilt nógv á
hjá Julian Johnsson og lið-
feløgunum í Hull undan
vikuskiftinum.
Sjey dystir á rað uttan
sigur høvdu sent liðið langt
afturum tey bæði oddalið-
ini, og skuldi Hull ikki
missa sambandið við triðja
beinleiðis uppflytingarsess-
in, so var alneyðugt við
einum sigri, tá Exeter vitj-
aði leygardagin.
Á talvuna
Tað eydnaðist eisini Hull at
vinna dystin 2-0, og tað var
eingin annar enn Julian,
sum gjørdist stóra hetjan.
Miðskeiðis í fyrra hálvleiki
fluktaði føroyingurin bóltin
í kassan úr stuttari fjarstøðu
til 1-0.
Hetta var næsta málið hjá
Julian í ár, og sum skilst í
ensku miðlunum, so var
hetta eisini heilt í tráð við
spælbýtið fram til tá.
Hull hevði eisini yvirvág,
tá sum eftir var av dysti-
num, men tað gekk tó rúm
tíð, áðrenn teir kundu ken-
na seg tryggar. Exeter royn-
di at standa ímóti, men tá
toppskjuttin hjá Hull, Gra-
ham Alexander, miðskeiðis
í seinna hálvleiki skeyt sítt
20. mál hetta kappingarár-
ið, var leyst og liðugt hjá
Hull.
Eisini hini liðini í oddi-
num vunnu sínar dystir, so
sigurin førdi ikki Hull
nærri uppflytanini, men
sálarligi týdningurin av
sigrinum
kann
neyvan
undirmetast.
Gitt verður, at FCK
nú fer at spæla við
trimum áleyparum,
og at Todi verður ein
av hesum
DANMARK
Jákup Mørk
Í Danmark eru feløgini
farin undir venjingarnar til
seinnu kappingarhálvu, og
fyri Toda Jónsson merkir
hetta – eins og fyri aðrar
leikarar- at jólafrítíðin nú er
liðug.
Hjá Toda, sum fekk mest
sum alla fyrru hálvu oyði-
lagda av skaðum, man tað
vera eitt sindur øðrvísi at
koma til venjing nú, tí fleiri
av fyrrverandi liðfeløgum
hansara hava nýtt steðgin til
at skifta felag, meðan aðrir
tykjast vera á veg til útland-
ið.
Tríggir á toppin
Talan hevur tó eisini verið
um tilgongd hjá Toda og
teimum. Fyrst og fremst við
keypunum av norska Erik
Mykland og Martin Al-
brechtsen úr AB.
Hesir eru ikki at rokna
sum beinleiðis kappingar-
neytar til Toda, men gitt
verður kortini, at Hans
Backe fer at blanda kortini
eitt sindur øðrvísi í vár, enn
hann gjørdi í fjør.
Tó at stórar broytingar
eru farnar fram í verjupart-
inum, so verða tað helst
framhaldandi fýra mans í
hesari, men stórur broyt-
ingarnar
skulu
finnast
longur frammi á vøllinum.
Har sigst Backe hava
ætlanir um at spæla við
trimum áleyparum. T.v.s
við tveimum veruligum
vongspælarum og einum
góðum gamaldags center-
forward. Fyri Toda betrar
hetta uttan iva um útlitini
fyri at vinna sær pláss aftur
á liðnum, tí meðan hann
hevur verið skaddur, er
kappingin um álopssessir-
nar harðnað við keypinum
av Peter Møller.
Nú verður roknað við, at
Møller og Fernandez fara at
stríðast um sessin mitt í
álopinum, meðan Todi og
Zuma eru favorittar til sess-
irnar á vengrunum tó at
Carsten
Fredgaard
og
Morten Bisgaard helst fara
at geva teimum kapping í
hesum.
Í øllum førum tykist hetta
kunna gerast ein spennandi
blanding hjá FCK-venjara-
num. Tikið verður ofta til,
at tað í Danmark eru fáir
leikarar, sum kunnu meira
einsamallir enn Todi og
Zuma, og við einum stórum
Peter Møller ella einum
sníkjandi Fernandez at taka
ímóti, er als ikki óhugsandi,
at FCK nú fer at geva
Brøndby harðari kapping,
enn teir fingu í heystarhálv-
uni.
Stjørnan úr Klaksvík
gjørdist fyrsti finalu-
luttakarin í Coca-
Cola kappingini, tá
tær eisini vunnu
seinna hálvfinalu-
dystin ímóti VB
COCA-COLA
KAPPINGIN – KVINNUR
Jákup Mørk
Eftir at tær í fyrra dystinum
høvdu vunnið 27-23 á VB,
var tað fullkomuliga upp til
Stjørnuna, um tær fyri
fyrstu ferð í trý ár skuldu
tryggja sær sess í steypa-
finaluni.
Alt annað enn eitt tap upp
á fýra mál ella meira sendi
tær beint í steypafinaluna,
og við hesum sum barlast
fóru tær á vøllin í VB-høll-
ini.
Eingin vandi
Tað skuldi skjott vísa seg,
at tað ikki var stórvegis
vandi fyri, at Stjørnan
skuldi
missa
leiðsluna
hendan dagin.
Frá fyrsta bríksli vóru tað
tær, sum vóru við yvirlutan,
og tó at munurin ikki var
hin stóri, so tók tað so
spakuliga at dragna millum
liðini. Ikki minst tí Stjørnan
fekk nógv betri gongd á
týdningarmikla vongspælið
enn VB, sum eisini hevur
hendan partin av spælinum
sum eina av avgjørdu
sterku síðunum.
Í seinna hálvleiki tóktist
góða gongdin hjá gestunum
bara at standa við. Við
fullari ferð runnu tær nú frá
VB, og tá munurin var
størstur, var hann heili seks
mál. Seinastu korterið ella
so eydnaðist tó VB at
minka nakað um munin,
men meira enn kosmet-
iskan týdning fekk hetta
ongantíð. Stjørnan hevði
endiliga
tryggjað
sær
finalusessin,
sum
tær
ætlaðu sær bæði í fjør og
fyrraárið, og so er spurn-
ingurin, hvussu tað fer at
hilnast, tá tær eftir øllum at
døma skulu royna seg móti
VÍF í finaluni.
Áhugaverd finala
Uttan at taka nakað frá VB,
sum tvey ár á rað hevur
verið í finaluni, so má tað
fyri spenningin sigast at
vera gott, at Stjørnan nú er
í finaluni.
Hóast VÍF sjálvsagt eru
stórfavorittar í øllum heim-
ligum dystum, so er tað tó
Stjørnan, sum hevur givið
teimum dyggastu mótstøð-
una tey bæði seinnu árini,
og báðu ferðirnar liðini
hittust í grundspælinum,
var talan um hampuliga
javnar dystir.
Tá talan so eisini er um
eina steypafinalu, so plagar
at verða tikið til, at alt kann
henda, og í Klaksvík síggja
tey helst hetta sum størsta
møguleikan á árinum at
taka VÍF. Hvørt hetta fer at
eydnast, er so ein heilt
onnur søga.
Dysturin í tølum:
VB-Stjørnan 22-24 (7-10).
Stjørnan víðari við saman-
lagt 51-45
Málskjúttar:
VB: Gabriella Fekete 5(2),
Leila Jespersen 5, Gurið
Mortensen 4, Regina Radó
4(1), Eyðbritt Krosslá 2,
Durita Rouch 1, Sólrun
Krosslá 1
Stjørnan: Andrijana Milo-
danovic 8, Simona Dziu-
gyte 6(4), Joan M. Joensen
4(1), Bára Skaale 3, Anna
Kristina Samsons2, Jastrid
Gullaksen 1
Brotskøst:VB 3, Stjørnan 5
Útvísingar:VB 1, Stjørnan 3
Dómarar úr VB/TB: Egill
Steintórsson
&
Birgir
Dimon.
VB-Stjørnan 22-24 (7-10):
Stjørnan í finaluni
Todi á veingin
Saman við liðfeløgunum er
Todi nú aftur farin undir
venjingarnar, og nú tykist
ætlanin vera, at FCK skal á
flog við Toda og Zuma á hvør
sínum veingi
Enska 3. deild
v
t
d
v -
j -
t
mál
mál
+/-
stig
1
Plymouth
27
16 -
7 -
4
38
18
20
55
2
Luton
28
16 -
6 -
6
55
35
20
54
3
Mansfield
26
14 -
5 -
7
41
27
14
47
4
Shrewsbury
29
13 -
7 -
9
41
2
9
46
5
Hull C.
27
12 -
8 -
7
39
27
12
44
6
Rochdale
26
12 -
8 -
6
36
28
8
44
7
Cheltenham
27
11 - 10 -
6
40
34
6
43
8
Scunthorpe
27
11 -
9 -
7
47
33
14
42
9
Kidderm.
27
12 -
5 - 10
33
27
6
41
10 R&D
27
10 -
9 -
8
35
29
6
39
11 Exeter
28
10 -
8 - 10
31
44
-13
38
12 Southend
27
10 -
5 - 12
32
32
0
35
13 Hartlepool
26
9 -
6 - 11
33
28
5
33
14 Oxford Utd.
28
8 -
9 - 11
36
36
0
33
15 Swansea
28
8 -
8 - 12
34
40
-6
32
16 Bristol R.
27
8 -
7 - 12
25
33
-8
31
17 Darlington
25
8 -
6 - 11
29
35
-6
30
18 Macclesfield
27
7 -
9 - 11
24
33
-9
30
19 Leyton O.
27
8 -
6 - 13
39
49
-10
30
20 Lincoln C.
27
6 - 11 - 10
27
37
-10
29
21 Torquay
28
7 -
7 - 14
25
43
-18
28
22 Carlisle
25
6 -
8 - 11
27
32
-5
26
23 York
25
6 -
6 - 13
28
45
-17
24
24 Halifax
26
5 -
9 - 12
21
39
-18
24
Føroyskir leikarar: Julian Johnsson (Hull C.)
Julian skeyt Hull
úr kreppuni
Julian Johnsson stóð fyri
fyrsta málinum, tá Hull fyri
fyrstu ferð í átta dystir fekk
ein sigur
25
24
Nr. 14 - 22. januar 2002
Strandingar tykjast
veruliga hava tikið
dik á seg í endaspæl-
inum. Sunnudagin
vunnu teir trygt í
lokaluppgerðini móti
Tjaldri
HONDBÓLTUR –
MENN
Jákup Mørk
Eitt hitt mest óstøðuga liðið
í grundspælinum hjá monn-
um var uttan iva StÍF.
Avrikini sveiggjaðu millum
tað frálíka og tað vánaliga,
og millum annað leiktu teir
innan tríggjar dystir tveir
sera javnar dystir móti
Neistanum og VÍF, fyri
síðani at tapa fyri Tjaldri,
sum fram til tá als ikki
hevði vunnið nakað sum
helst.
Spenningurin hvarv
Tí hevði tað eisini nakað
við hevnd at gera, tá Tjald-
ur vitjaði sunnudagin, um-
framt tann spenning, sum
altíð er í eini lokaluppgerð.
Tað var tó ikki so leingi,
at talan var um veruligan
spenning
sunnudagin.
Fyrstu løtuna hekk Tjaldur
so hampuliga væl í, men so
settu strandingar ferð á. Við
spælinum, sum eitt nú
vestmenningar hava kent
sviðan av, tóku teir seg alt
meira frá gestunum, sum
bert fingu bóltin í málið
tríggjar ferðir seinastu 20
minuttirnar undan steðgin-
um. Í sama tíðarbili skeyt
heimaliðið ikki færri enn
11 mál, og so var kósin sett.
Í seinna hálvleiki helt
StÍF bara á fram við mál-
sókna spælinum. Tjaldurs-
menn vóru snøgt sagt um
ein háls. Fingu einki at
hanga saman. Alt meðan
heimaliðið bara økti meira
og meira um leiðsluna. Ikki
fyrr enn seinastu tíggju
minuttirnar varð ferðin sett
niður á eitt støði, har gest-
irnir kundu fylgja við, men
tá var alt langt siðani av-
gjørt.
Bronsan og steypið
Umframt at økja um munin
niður til hoyvíkingar á
fjórða plássinum, so tóktist
avrikið hjá StÍF at prógva,
at teir nú fara at gera álvara
av ætlanunum um at taka
heiðursmerki aftur í ár.
Talan verður neyvan um
meira enn bronsumerkini,
hóast tað enn eru nógv stig
eftir at spæla um, men
meira enn hetta, so munnu
leikararnir nú hugsa um
steypakappingina, har liðið
longu hevur bast VÍF eina-
ferð.
Mikukvøldið skulu teir
Vestmanna at verja fýra
mála leiðsluna, sum teir
vunnu sær í fyrru hálv-
finaluni, og við spælinum
síðani jólasteðgin í hugan-
um, so skal als ikki úti-
lokast, at StÍF aftur hesa
ferð ger ein vørr móti VÍF. Í
fjør prógvaði liðið, at hóast
teir ikki stóðu seg til gull í
landskappingini, so hevur
liðið neyðugu dygdirnar til
at vinna á teimum bestu, og
megna tey aftur í ár at
tryggja sær steypið, so man
tað ikki vera so galið kort-
ini.
Dysturin í tølum
StÍF-Tjaldur 32-24
(19-10)
Málskjúttar:
StÍF: Artur Johansen 6(2),
Costin Dumitrescu 6(2),
Alæexandur Johansen 5,
Bent Djurhuus 4, Marius
Joensen 4, Sveinur Just-
inussen 2(1), Anfinnur
Joensen
2,
Andre
F.
Danielsen 2, Jón Rasmus-
sen 1
Tjaldur: Dragisa Stojovic 5,
Sverri Justinussen 5, Mort-
an Hansen 4(1), Zoran
Sarcevic 3, Ken Bærendsen
2, Tummas Magnussen
2(1), Svein í Heiðunum 1,
Tórhallur
Thomsen
1,
Johnny Lamhauge 1
Brotskøst: StÍF 5, Tjaldur 4
Útvísingar: StÍF 3, Tjaldur
6
Dómarar úr Kyndli: Uni
Wardum & Hannis Ward-
um
StÍF-Tjaldur 32-24 (19-10):
Nú er ferð komin á
Strandingar tykjast veruliga hava fingið ferð á, og hóast hetta neyvan røkkur til meira enn
bronsuna, so hava teir eisini steypakappigina at stríðast fyri
VB vann seg ájavnt
við Neistan í stigum,
tá tær á heimavølli
fingu tap fyri greiða
tapið fyri Kyndli í
grundspælinum
HONDBÓLTUR –
KVINNUR
Jákup Mørk
Aðru ferð innan tveir dagar
skuldi VB spæla heima-
dyst, tá tær sunnudagin
fingu vitjan av Kyndli.
Einki var at ivast í, at VB
var favorittur til dystin, og
dysturin
skuldi
eisini
vinnast, um VB fram-
haldandi skuldi fylgja við í
bronsustríðnum. Hinvegin
mundi tað eisini sita fast í
høvdinum, at júst Kyndil
hevði verið ein alt ov stórur
biti seinna dystin í grund-
spælinum, tá tær grønu á
heimavølli vundu burtur úr
VB.
Vendi eftir time-out
Tað var eisini líkt til, at
Kyndil aftur hesa ferð
skuldi geva VB ein skarpan
gang, tá farið varð undir
dystin sunnudagin.
VB, sum hevði splt hálv-
finalu í steypakappingini
dagin fyri, hevði fyrstu
løtuna sera ilt við at fóta
sær, og spakuliga tók Kynd-
il at draga frá mótstøðuni.
Munurin varð tó ikki tann
stóri. Eini tvey mál ella so.
Men hetta broyttist, eftir at
Kyndil miðskeiðis í fyrra
hálvleiki tók sær eitt time-
out.
Heldur enn at hjálpa
gestunum, so vóru tað tær á
heimaliðnum, sum fingu
fyrimun av hesum, og eftir
lítlari løtu høvdu tær vent
øllum á, soleiðis at tað nú
vóru tær, sum hildu segn
frammanfyri.
Tað gjørdu tær eisini
restina av dystinum, men
tað var tó ikki uttan stríð.
Kyndil hekk alla tíðina fast,
og serstakliga fyrstu løtuna
eftir steðgin hóttu tær fleiri
ferðir við at taka VB aftur,
uttan at hetta tó eydnaðist
teimum.
Avgerandi løtan kom um
miðjan hálvleikin, eftir at
Kyndil enn eina ferð hevði
strítt seg upp, so bert eitt
mál var á muni. VB fekk tá
fýra mál á rað, og eftir hetta
fekk Kyndil ikki hótt mót-
støðuna stórvegis. Seinastu
tíggju minuttirnar ráddi
mest um at koyra sigurin
heim hjá VB, og hetta
gjørdu tær eisini uttan
stórvegis slingur í valsin-
um.
Stjørnan er lykilin
Sigurin hjá VB saman við
tapinum hjá Neistanum
merkti, at tað nú aftur er
javnstøða í dystinum í
triðja plássið í kappingini.
Her hevur Neistin tó tann
fyrimun, at tær longu hava
spælt annan dystin móti
VÍF, soleiðis at tær her hava
tryggjað sær, at VB fer at
missa tvey stig, har Neistin
ikki kann missa fleiri.
Tað tykist tó, sum um tað
verða dystirnir móti Stjørn-
uni, sum fara t verða av-
gerandi fyri, hvar bronsan
fer. Hóast VB skuldi vunn-
ið seinna dystin á Neist-
anum, so kann Neistin hava
ein avgerandi fyrimun í
málmuninum,
og
tískil
verður helst neyðugt hjá
VB at vinna stig frá klaks-
víkingunum. Hetta skuldi
tó ikki verið ógjørligt, og
millum annað prógvaði VB
í grundspælinum, at hetta
væl kann lata seg gera, men
hinvegin hevur Neistin
eisini hendan møguleikan.
Dysturin í tølum
VB-Kyndil 31-27 (18-15)
Málskjúttar:
VB: Regina Radó 8(2),
Gurið Mortensen 7, Gabri-
ella Fekete 5(3), Leila Jesp-
ersen 4, Eyðbritt Krosslá 2,
Sólrun Krosslá 2, Rannvá
Augustinussen 1, Margreth
Augustinussen 1, Durita
Rouch 1
Kyndil: Annika Ljósstein
14, Lotte Sørensen 5(2),
Anja Johannesen 3, Ann-
Mari Wang 2, Marjun
Tróndarson 1, Palma Peter-
sen 1
Brotskøst: VB 7, Kyndil 3
Útvísingar: VB 2, Kyndil 5
Diskvalifikatión: Kyndil 1
(3X2 minuttir)
Dómarar úr TB: Birgir
Dimon & Kári Niclasen.
VB-Kyndil 31-27 (18-15):
Fingu hevnd
Hóast 14 mál frá Anniku Ljósstein, so eydnaðist ikki Kyndli at endurtaka sigurin á VB
Mynd: Áki Bertholdsen
C
M
Y
K
24