Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-22, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. januar 2002síða 12

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 14 - 22. januar 2002 23 Bæði TB og Mjølnir vunnu tryggar sigrar um vikuskiftið, og tí er støðan óbroytt upp undir toppdystin í Trongisvági komandi sunnudag. Har verður størsta trýstið á Mjølni, sum í roynd og veru má og skal vinna, um tær ætla sær at verða føroyameistarar FLOGBÓLTUR Emil Lisberg Jacobsen Í byrjanini av kappingini hjá kvinnunum sá út til, at TB fór at vera í einum flokki fyri seg. Tær vunnu alt, samstundis sum Mjøln- ir tapti alt. Men nú er kappingin meira spennandi enn nógv høvdu ímyndað sær í byrja- nini av kappingarárinum, og tað er serliga takkað ver- ið Mjølni, sum rættiliga hevur vent byttuni og nú er annar parturin av oddastríð- num. TB er enn fremst, men leiðslan hevur verið størri enn hon er nú. Tær í TB eru fult greiðar yvir, at tað ikki er pláss fyri mistøkum. Hvør taptur dystur frá nú av kann fáa ógvusligar avleið- ingar. Tí kundu suðuroyarkvinn- urnar eisini fegnast um, at tær kundu fara av Kambs- dali aftur við einum sigri og uttan at hava tapt nakað sett. Mótstøðuliðið var ÍF, og tær høvdu satt at siga ikki nógv at bjóða uppá hesa- ferð. ÍF-liðið er steðgað fullkomiliga upp, og fáur hevði væntað, at tær fóru at gera nakað við oddaliðið. Settúrslitini 25-17, 25-17 og 25-18 til TB benda eisini á ein støðugan dyst, har TB-liðið sjáldan kom sær út í nakað sum líktist vanda. Tað var bara í triðja settinum, at heimaliðið veruliga hótti, og tá vóru tær eisini á odda eina góða løtu. Í teimum báðum fyrru settunum var tað TB, sum tók leiðsluna beinanvegin og helt síðani fast við hana. Ikki tí, TB hevur eisini spælt betri dystir enn henda. Tað var í roynd og veru bara í byrjanini av fyrsta og øðrum setti, at tær spældu væl. Men í báðum førum fór dampurin av, so sum settið leið. Annars fingu TB-kvinn- urnar ein hvøkk longu undir upphitingini, tá mið- spælarin Ingun Midjord keikti sær tummilin og ikki fekk verið við. Og mið- skeiðis í øðrum setti mátti Beinta Klakkstein gevast, tá hon var óheppin og meiddi sær knæið so illa, at hon neyvan fær verið við komandi vikuskifti, tá TB tekur ímóti Mjølni í einum dysti, sum kann gerast ógvuliga avgerandi fyri kappingina. Sannleikans tími verður sunnudagin Mjølnir vann sum væntað sín heimadyst móti Fleyr sunnudagin, og tí er støðan óbroytt upp til toppdystin í Trongisvági nú sunnudag- in. Mjølnir vann 3-0 við settúrslitunum 25-13, 25- 15 og 25-20, og sostatt var teirra sigur uppaftur trygg- ari enn tann hjá TB. Mjølnirkvinnurnar hava spælt ellivu dystir, meðan TB bert hevur spælt tíggju. Bæði liðini hava 11 stig, men TB hevur nógv betri settmun. Dagin fyri dystin millum TB og Mjølnir skal TB eisini spæla á heima- vølli móti Fleyr, og vinna tær tann dystin, hava tær styrkt enn betur um sína støðu - so væl, at um tær so eisini vinna móti Mjølni dagin eftir, skal Mjølnir hava hjálp frá øðrum liðum til at vinna føroyameistara- heitið. Tí var tað altumráðandi hjá Mjølni at vinna sann- førandi móti Fleyr, ikki minst fyri moralin, tí dyst- urin komandi sunnudag verður ein »alt ella einki- dystur« fyri teirra viðkom- andi. TB hevur ráð til at tapa hann, men so skulu tær vinna returdystin í Klaks- vík 2. mars. Á pappírinum hevur TB eisini teir lættaru dystirnar eftir. Allar hesar útrokningar- nar eru sjálvandi grundaðar á, at bæði TB og Mjølnir vinna allar hinar dystirnar, tær hava eftir í kappingini, men slíkt ber jú ongantíð til at siga við vissu framman- undan... Flogbóltsstøður Meistaradeild, kvinnur v v +/- d v - t sett sett sett stig 1 TB 10 9 - 1 28 7 21 11 2 Mjølnir 11 8 - 3 27 15 12 11 3 Dráttur 11 5 - 6 21 22 -1 6 4 ÍF 11 3 - 8 17 27 -10 3 5 Fleyr 11 2 - 9 8 30 -22 3 Meistaradeild, menn v v +/- d v - t sett sett sett stig 1 Fleyr 12 8 - 4 29 21 8 11 2 SÍ 11 8 - 3 28 14 14 10 3 Fram 11 7 - 4 26 20 6 8 4 ÍF 11 2 - 9 13 30 -17 4 5 Mjølnir 11 3 - 8 16 27 -11 3 Oddafiskarnir hildu tørn Tað var uttan stórvegis hóvasták, at Mjølnir bastu Fleyr, men komandi vikuskifti verður trýstið størri. Tá skal Mjølnir til Trongisvág, har TB tekur ímóti í tí, sum líkist avgerandi dystinum hetta kappingarárið Mynd: SjH 23 22 Nr. 14 - 22. januar 2002 SÍ hevði frí hetta vikuskiftið, og tað gjørdi Fleyr sær dælt av við at leggja seg á odda í kappingini. Hjá Fram var útidyst- urin móti ÍF síðsta útpurring, og tað eyd- naðist teimum eisini at vinna fyri fyrstu ferð í næstan tveir mánaðir FLOGBÓLTUR Emil Lisberg Jacobsen Endaspurturin í meistara- deildini hjá monnum í ár sær út til at gerast tann mest spennandi í nógv ár. Í byrjanini av kappingini var Fram oddalið, men stutt fyri ársskiftið yvirtók SÍ hetta plássið. Í seinastuni hevur Fleyr so eisini bland- að seg somikið nógv uppí oddastríðið, at teir nú eru fremst. Fleyr var í Klaksvík sunnudagin, og har gjørdu teir sína skyldu og vunnu 3- 0 móti Mjølni í einum lítið áhugaverdum dysti. Hvørki av liðunum vísti nakað ser- ligt, og hjá Mjølni var púra øskukalt. Stutt sagt høvdu allir klaksvíkingarnir ein stak ringan dag, og tað gjørdi ikki støðuna frægari, at Trúgvi Poulsen vegna sjúku ikki kundi vera við. Tað var hann heldur ikki vikuna frammanundan, tá Mjølnir tapti 3-0 í Sørvági. Móti Fleyr var hann við í upphit- ingini, men spældi ikki við. Annars høvdu bæði liðini alt fólkið tøkt, men tað hjálpti ikki uppá undirhald- ið. Størsti munurin var kanska, at Mjølnir er í ein- um aldudali, meðan Fleyr er á einum aldukambi. Í øll- um førum vann Fleyr trygt uttan at spæla seg út. Teirra avrik á vøllinum var meira javnt støðugt enn tað hjá Mjølni, og burtursæð frá eini løtu í triðja setti høvdu teir allatíðina nøsina fram- manfyri. SÍ spældi ikki hetta vikuskiftið, og tí fór Fleyr við sigrinum upp á fremsta plássið. So vann Fram endiliga aftur Fyri Fram var bara eitt at gera móti ÍF á Kambsdali: At vinna. Út av lagi vánaliga gong- din í seinastuni hevur gjørt, at Fram er dragnað somikið nógv í kappingini, at dyst- urin sunnudagin var sein- asta útpurring. Tað eydnað- ist teimum eisini at vinna 3- 1, og var hetta teirra fyrsti sigur í landskappingini síð- ani 1. desember! Tá vunnu teir 3-0 móti ÍF á heima- vølli, og sjálvt um allir dystirnir síðani tá hava verið móti antin SÍ ella Fleyr, so er tað langt síðani seinast. Hjá ÍF var støðan tann øvugta. Eftir at hava tapt allar dystirnar í grundspæl- inum høvdu teir vunnið báðar teir fyrstu í enda- spælinum, og eingin hevði verið bilsin, um teir høvdu hildið fram við sigursrøðini sunnudagin. Soleiðis skuldi tað kortini ikki ganga, og hetta tapið bleiv teirra fyrsta síðani 8. desember, tá teir á heimavølli máttu lúta fyri Mjølni. Fyrsta settið vann Fram so trygt sum 25-17, men ÍF fekk javnvág í roknskapin við at taka tað næsta 25-21. Í triðja setti var Fram aftur greitt omaná og vann 25- 16. Fjórða sett bleiv meira spennandi enn hini trý, men Fram vann 26-24 og harvið dystin. Fyri Fram hevði sigurin alt at siga. Hann merkir, at teir eru við enn, og gullið er als ikki mist úr eygsjón. Teir eru trý stig aftanfyri Fleyr, men hava spælt ein dyst færri, og næsti dystur- in á heimavølli móti Mjølni sær yvirkomiligur út. Síð- ani møta teir ávikavist Fleyr úti og SÍ heima, og tað sær út til, at teir báðir dystirnir fara at avgera, hvussu langt uppi Fram endar í ár. Fleyr nýtt oddalið Um vikuskiftið var Holte IF við Bárði B. Mikkelsen á liðnum á vitjan hjá oddalið- num HIK Aalborg. Holte tapti dystin 3-0, men tapið er til at liva við FLOGBÓLTUR Emil Lisberg Jacobsen Holte IF við Bárði B. Mik- kelsen á liðnum tapti um vikuskiftið 3-0 móti HIK Aalborg. Hetta verður kortini ikki mett sum nøkur gøla í Holte, tí liðið úr Aalborg er DM-favorittur, og fyri Bárð og teir ráddi tað fyrst og fremst um at fáa betri skil á spælið, sum var út av lagi vánaligt vikuna áðrenn móti Skovbakken Volley. Móti Aalborg vóru tvey tey fyrstu settini sera jøvn, men HIK vann tey 25-22 og 26-24. Í triðja setti var einki at gera. Holte gjørdi alt ov nógvar feilir, ivaleyst eisini tí teir høvdu tapt hini bæði settini, og HIK Aalborg vann hetta settið heili 25-12. Sum sagt er tað eingin katastrofa at tapa í Aalborg. Fýra tey fremstu liðini koma víðari til hálvfinalur- nar, og Holte verður ikki einasta lið, sum fer at tapa uppi við Limfjørðin. HIK Aalborg verður mett sum eitt sera støðugt lið, sum er væl samanspælt gjøgnum nógv ár, og teir gera ikki nógvar feilir, hvørki tekniskt ella takt- iskt. Vónbrotið var til at liva við So er eitt sindur øðrvísi hjá Holte IF, sum hevur eitt so at siga spildurnýtt lið við fleiri ungum leikarum, um- framt at fleiri eldri leikarar hava fingið nýggjar leiklut- ir á liðnum. Og sum heild var spælið hjá Holte nógv betri hesaferð enn móti Skovbakken, so vónbrotið var til at bera. Næsta sunnudag tekur Holte á heimavølli ímóti DHG Odense, og tað kann gerast ein rættiliga avger- andi dystur. Um Holte skal koma víðari í hálvfinalur- nar, skulu teir helst vinna hendan dystin. Vanliga hevur Holte gott tak á DHG Odense, men samstundis sum Holte tapti í Aalborg, vann DHG trygt á útivølli móti Gentofte Volley, so har kann alt henda. Bárður og teir máttu lúta Við sigrinum á Mjølni vann Fleyr seg fyri fyrstu ferð í ár upp á ovasta sessin á stigatalvuni Mynd: SjH C M Y K 22 Lýsið við brúktum bilum Lesið internet Sosialin !