týsdagur 22. januar 2002síða 11
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 14 - 22. januar 2002
21
20
Nr. 14 - 22. januar 2002
við er ikki sagt, at aðrir á
neistaliðnum ikki gera tað,
men tá tað stóð mest á
sunnudagin, vóru tað í
øllum førum ov fáir, sum
kundu prógva hesir dygdir,
og tí var John ein missur á
hesum øki.
Líkist eini avgerð
Skal takast samanum, so
kann sjálvandi ikki sigast,
at Neistin við ósigrinum
misti møguleikan fyri FM –
men tað fer tó at líða væl.
Tað kann væl vera, at
avrikini hjá VÍF ikki hava
verið alt ov støðug, og
meðan teir nú tvær reisur í
slag hava megna at togað
seg sjálvar upp, tá mest
stendur á, so hava teir havt
alstórar trupulleikar, tá
spælt verður móti liðum,
sum á pappírinum eru væl
veikari enn oddaliðini.
Hesar trupulleikar hevur
Neistin ikki havt, men stóri
spurningurin er kortini,
hvørt liðið framhaldandi
megnar at vinnna tryggu
sigrarnar á lægru liðunum.
Tað er í øllum førum væl
hugsandi, at fyri hvønn VÍF
sigur, sum nú fer at koma,
minkar vónin – og harvið
motivatiónin
–
hjá
Neistanum, og hendir hetta
kann brádliga vera, at stig
eisini verða latin móti
øðrum enn vestmenning-
um, og so er spælið tapt.
Hjá VÍF verður hinvegin
júst tað øvugta galdandi.
Tað kann væl vera, at teir í
løtuni hava trupult við at
motivera seg sjálvar, men
tað skuldi verið løgið, um
roykurin av gulli ikki kann
vekja teir úr hesum dvala,
og tann roykurin gerst nú
ramari fyri hvønn sigur,
sum teir fáa til høldar.
Dysturin í tølum
Neistin-VÍF 27-30 (14-14)
Málskjúttar:
Neistin:
Jacob Jónsson
8(2), Áki Mørk 7, Heini
Joensen 6, Kári Mortensen
2, John Petersen 2, Ári
Rouch 1, Hans Áki Dal-
Christiansen 1
VÍF:
Ingi Olsen 10(2),
Sámal Joensen 8, Agnar
Joensen 4, Rógvi Nielsen
3, Áki Olsen 1, Harald
Bjørgvin
1,
Ragnar
Zachariasen 1
Brotskøst: Neistin 3, VÍF 2
Útvísingar: Neistin 1, VÍF
5
Dómarar úr Tjaldri: Trúgvi
Mortensen & Kári Hansen.
Høvdu til tíðir trupulleikar
av høgu leikferðini, men
fingu hinvegin fyrimun av,
at leikararnir á báðum lið-
um fyri tað mesta spældu
rættiliga disciplinerað og
fyri tað mesta reint.
Málverjin hjá VÍF
fegnaðist sjálvandi
um sigurin á Neist-
anum, men hann
vísir á, at avrikini
sum heilt skulu
betrast, um VÍF
skal tryggja sær
gullið
HONDBÓLTSTOS
Jákup Mørk
Ein av týdningarmestu
leikarum í dystinum
sunnudagin var uttan iva
VÍF-málverjin, Bárður
Nielsen, og hann var
sjónliga fegin um sig-
urin, tá vit eftir dystin
spurdu, um vit kundu
læna einar tveir minuttir
av tíð hansara.
- Man ikki tað. Tú
kanst gott fáa tríggjar,
um tað skal vera, vóru
játtandi boðini.
Standa saman
Fyrst av øllum spurdu
vit hann sjálvsat, hvat
tað eftir hansara tykki
var, sum tryggjaði VÍF
týdningarmikla sigurin.
- Eg haldi serliga, at
tað vóru royndirnar hjá
okkum,
sum
komu
okkum til góðar. Ella
ikki bara royndirnar, tí
tað hava teir eisini, men
vit hava allir spælt
saman í so langa tíð, at
vit duga at takla støður,
tá tað gongst illa í hond.
- Hjá teimum hendir
júst tað øvugta. Tá teir
seinastu løtuna koma
undir veruligt trýst, fell-
ur spælið hjá teimum
burtur, og heldur enn at
halda høvdið kalt, gjørd-
ist talan einmansavrik,
og tað var júst hetta, sum
eftir mínum tykki var
munurin.
Einki avgjørt
Tá vit síðani spyrja, um
hetta var sigurin, sum
tryggjar teimum gull-
merkini, er málverjin
skjótur at svara, at tað er
so langt ífrá.
- Vit hava seinastu tíð-
ina víst, at vit hava stór-
ar trupulleikar við at
motivera okkum sjálvar.
Tað skuldi ikki verið
nakar trupulleiki, men
støðan er tann, at meðan
vit nú tvær ferðir upp í
slag hava vunnið á
Neistanum, so hava vit
havt sera torført við at
basa liðum, sum á
pappírinum eru nógv
veikari.
- Vit skulu fyrst og
fremst hava meira støð-
ug avrik, áðrenn vit fara
at hugsa um FM, tí fleiri
ferðir hevur tað mest av
øllum verið hepnið, sum
hevur tryggjað okkum
stigini, og tað heldur
ikki neyvan í longdini,
heldur Bárur Nielsen.
Vestmenningar
megnaðu at halda
høvdið kalt, tá mest
stóð á, og so misti
Neistin tað, sum stutt
fyri leiklok líktist eini
tryggari leiðslu.Eftir
stendur spurning-
urin, um hetta ikki
eisini var eitt farvæl
til FM-møguleikan
hjá havnarliðnum
HONDBÓLTUR –
MENN
Jákup Mørk/Álvur
Haraldsen
Størsti dysturin á hond-
bóltsárinum varð leiktur í
Ítróttarhøllini
á
Hálsi
sunnudagin, tá mansliðini
hjá Neistanum og VÍF
skuldu bresta saman.
Eftir at VÍF hevði vunnið
grundspælið og tí hevði eitt
stig í bakhondini til enda-
pælið, vóru treytirnar hjá
Neistanum púrasta greiðar
undan dystinum. Ein sigur
skuldi fáast í hús, og í
øllum førum skuldi dyst-
urin ikki tapast, soleiðis at
munurin upp til VÍF varð
øktur út um tað, sum
neistamenn kundu vinna
inn aftur sjálvir.
Meðan tað alla tíðina
hevur verið greitt, at Neist-
in fór at hava alt fólkið tókt
til oddadystin, so var tað
fram til tað seinasta iva-
samt, hvussu fór at verða
hjá vestmenningum, men tá
liðini komu á vøllin sást, at
her vóru øll segl sett til.
Sámal Joensen, sum ann-
ars hevur havt ein eyman
rygg at dragast við, var fyri
fyrstu ferð í endaspælinum
aftur á liðnum, og Daniel
Rápa, sum eisini er venjari
hjá kvinnunum, hevði til
dagin latið Jørleif Kúrberg
satðið einsamallan við hes-
um, so rumenin fekk savna
tankarnar fult og heilt um
stórdystin hjá monnunum.
Eisini á venjarabeink-
inum var eitt skifti farið
fram, tí Páll Poulsen hevði
fingið forfall. Her stóð tó
ikki á at fáa hjálp, tí
fyrrverandi VÍF-leikarin og
–venjarin, Hjalmar Klein
Olsen var til dystin fús at
átaka sær leiklutin á beink-
inum.
Tveir í part
Í landskappingini hava hesi
bæði liðini verið í serflokki
tey bestu higartil, og tosar
stigatalvan sítt týðiliga mál
um hetta. Serstakliga hevur
tað verið í álopspartinum,
at styrkin hjá liðunum
hevur verið, meðan tað
hinvegin ofta hevur haltað
heldur meira í verjupart-
inum.
Í so máta gjørdist dystur-
in sunnudagin einki undan-
tak. Frá fyrsta bríksli vóru
tað málsóknu bakspæl-
ararnir á báðum liðunum,
sum settu kósina, og heilt
tíðliga hevði tú varhugan
av, at tað eisini vóru hesir,
sum skuldu avgera dystin.
At Sámal hevði meldað
seg kláran til dystin mundi
eisini koma av, at Áki
Olsen framvegis dregist við
ein treiskan skaða í lær-
krikanum. Somikið álvars-
ligur var skaðin hjá Áka, at
hann bert fekk spælt ein
part av fyrra hálvleiki,
áðrenn hann varð noyddur
at geva seg, men her vísti
Sámal seg sum fullgott
endurgjald. Skaðasteðgurin
tóktist á ongan hátt at hava
minkað um skotstyrkina, og
saman við Inga Olsen var
høvuðsmaðurin aftan fyri
flestu VÍF málini fyrra
hálva tíman.
Hja Neistanum vóru tað
serstakliga Heini Joensen
og ein óvanliga væl tendr-
aður Áki Mørk, sum gjørdu
um seg.
Í einum jøvnum fyrra
hálvleiki,
har
munurin
ongan tíð fór upp um tvey
mál, skutu hesir fýra ikki
færri enn 19 av teimum 28
málunum. Tað kann í
hesum sambandi leggjast
afturat, at var tað ikki fyri
tvey avbera góð málmans-
avrik frá Bárði Nielsen og
Peturi Magnusson, so kundi
talan verið um nógv fleiri
mál, men hetta merkti tó
ikki at undirhaldið gjørdist
minni.
Við høvdinum undir
arminum
Í stórum pørtum av fyrra
hálvleiki vóru tað vest-
menningar, sum høvdu
munin, men í løtunum
kring steðgin setti Neistin
fer á.
Fyrst fingu teir við
tveimum málum undan
steðginum javnað leiðsluna
hjá VÍf, og í seinna hálv-
leiki løgdu teir fyri við
buldur og brak. Verjan, sum
bert hevði riggað í løtum
fyrsta hálva tíma, tóktist nú
vera nógv tættari. Ferðin á
álopsspælinum var hægri,
og tað var sjónligt, at vest-
menningar høvdu ilt við at
standa ímóti hesa løtuna.
Vestmenningar eru tó
ikki teir, sum vanliga
gevast á hondum, og teir
treiskaðu eisini seg sjálvar
inn aftur í dystin. Stríðið
tóktist tó vera til fánýtis, tá
farið var um helvtina av
hálvleikinum. Neistin slapp
tá eina løtu at vera í yvir-
tali, og hesum gjørdu teir
sær fulla nyttu av, tá teir
øktu munin upp í trý mál.
Við tíggju minuttum eftir
og einum nú mansvardum
Inga Olsen sá svart ut hjá
VÍF. Tað er tó, tá mest
stendur á, menn skulu sýna,
hvørjar knotur eru í teim-
um, og tað var eisini júst
hetta, sum vestmenningar
gjørdu.
Fyrst vóru tað teir báðir,
Ingi og Sámal, sum fingu
togað VÍF upp á javnt.
Týðiliga nervaðir av, at teir
so brádliga mistu takið,
fóru øll møgulig tekin um
panikk nú at gera seg
galdandi á neista-liðnum. Í
álopspartinum vóru fleiri
skotroyndir av tí minni
umhugsaða slagnum, og tá
teir nú fóru út í mansverju
av bæði Inga og Sámal
gjørdist plássið til hinar
leikararnar hjá VÍF bara tað
betri.
Fyrst gjørdi Agnar Joen-
sen, sum á álopssíðuni ikki
hevði sín besta dag, tvey
mál, og eftir at Sámal
Joensen hevði gjørt sítt
seinasta mál, kundi ein av
bestu leikarunum í dystin-
um, Daniel Rápa, saman
við fyrrverandi Neistaleik-
aranum, Ragnar Zacharia-
sen, seta endaligan trumf á.
Einasti
neistaleikarin,
sum hesa løtuna tóktist
halda høvdið kalt, var
liðskiparin, Jacob Jónsson,
men hetta var ikki nóg
mikið. VÍF vann dystin.
Kanska ikki kríggið. Men í
øllum førum eitt somikið
týdningarmikið slag, at
Neistin nú skal hava hjálp
frá øðrum liðum, um teir
skulu vinna seg fram aftur á
oddasessin.
Automatisman
væntaði
Sæð í bakspeglinum, so er
lítið at ivast í, at teir í
Neistanum munnu iðra seg
um stigamissin. Tá eitt lið,
sum telist millum tey
sterkastu í landinum, bert
tíggju minuttir fyri leiklok
hevur slíka leiðslu, so eiga
dygdirnar at vera til staðar,
soleiðis at sigurin kann
koyrast heim.
Liðið kann neyvan um-
bera seg við, at royndirnar
restaðu, tí fleiri av leikarum
teljast millum teir roynd-
astu í føroysku kappingini.
Hinvegin er tað ein spurn-
ingur, um ikki liðið hevði
staðið seg betri undir slík-
um umstøðum, um leikar-
arnir høvdu spælt saman
yvir eitt longri áramál.
Tað hava vestmenning-
arnir, og ein avleiðing av
hesum er, at teir ikki bara
eru vanir at vera undir
trýsti, men eisini vita,
hvussu liðfelagarnir rea-
gera undir trýsti. Hetta
gevur ta sjálvsagdu dygd, at
liðið er sera ringt at taka á
bóli, og tað er júst í slíkum
dystum, at hetta kemur til
góðar.
Hendan automatisman er
enn ikki arbeidd inn á liðið
hjá Neistanum, og helst var
tað júst tað, sum kostaði
sigurin – og kanska FM.
Tað hoyrir tó við til hetta
tosið um trýst, at tað er
merkisvert, at neistavenj-
arin valdi at lata ein leikara
sum John Petersen sita á
beinkinum seinastu avger-
andi løtuna. Við teimum
royndum, sum hevur nomið
sær, ikki minst á altjóða
fótbóltsleikpallinum,
er
trýst ikki nakað ókent
fyribrigdi hjá honum, og
tey, sum hava fylgt við
fótbóltslandsliðnum, vita
helst, at hann er ein leikari,
sum trívist undir trýsti. Har
Liðskiparin hjá Neist-
anum er vísur í, at
teir enn hava møgu-
leikan at tryggja sær
gullið, men so skal
Neistin ikki missa
meira
HONDBÓLTSTOS
Jákup Mørk
- Tað er einki sum helst
avgjørt enn. Vit hava fram-
vegis møguleikan fyri gull-
inum, og hesum ætla vit
okkum so avgjørt at spæla
fyri.
Orðini eigur liðskiparin
hjá Neistanum, Jacob Jóns-
son, tá vit eftir dystin
spurdu, um hetta var eitt
endaligt farvæl til gull-
merkini hjá Neistanum.
Glottar at hóma
Hóast hetta, so skerst ikki
burtur, at liðskiparin iðraði
seg um tapið, og ikki minst
mátanum, sum teir taptu
uppá.
- Vit føra við trimum
málum tíggju minuttir fyri
leiklok, og tá eiga vit at
halda. Vit missa tó takið á
dystinum.
Avslutta
ov
skjótt, heldur enn at taka
okkum tíð, og so gekk tað
bara galið.
- Eg dugi tó eisini at
síggja glottar í dystinum. Í
løtum í fyrra hálvleiki fáa
vit verjuspælið at koyra,
sum tað skal, og tað er í
øllum førum at fegnast um,
eins og Petur eisini stendur
ein sera góðan dyst.
Fara at missa
Tá vit venda aftur til gull-
vónirnar, staðfestir liðskip-
arin enn einaferð, at her er
einki tapt enn.
- Tapið í dag var eingin
katatstrofa. Eg eri vísur í, at
VÍF fer at missa stig. Hóast
tað ofta verður sett upp
soleiðis, so eru tað ikki bert
VÍF og Neistin, sum eru før
fyri at gera um seg. At kalla
øll hini liðini kunnu gera
ein vørr, og tað fara tey
heilt víst. So mugu vit bara
ansa eftir, at tað ikki er
ímóti okkum, at hetta verð-
ur gjørt, sigur Jakob at
enda.
Skulu vera
støðugir
- Tá teir seinastu løtuna koma undir veruligt trýst,
fellur spælið hjá teimum burtur, helt Bárður eftir dystin
Einki er avgjørt
- Hóast tað ofta verður sett upp soleiðis, so eru tað ikki bert
VÍF og Neistin, sum eru før fyri at gera um seg, heldur Jakob
Jónsson
Neistin-VÍF 27-30 (14-14):
Ramur luktur
av gulli
Tá Neistin seinastu løtuna
fór undir mansverju av Inga
og Sámal, gjørdust
umstøðurnar hjá millum
øðrum Daniel Rápa
tilsvarandi betri, og hesum
møguleika varð alt fyri eitt
tikið av
Eitt langt skifti hevði Neistin takið á
oddaliðnum, men seinastu tíggju
minuttirnar av dystinum blakaðu teir alt
fyri borð, og spurningurin er, um ikki FM-
møguleikin fór við í hesum
C
M
Y
K
20