Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-22, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. januar 2002síða 10

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 14 - 22. januar 2002 19 Tað var eitt nógv meira sannførandi avrik hjá VÍF, tá tær aðru ferð innan fýra dagar vitjaðu Neistan í Havn HONDBÓLTUR – KVINNUR Jákup Mørk VÍF hevur aftur fulla ferð á í royndunum at vinna ann- að meistaraheitið á rað. Somikið einføld er niður- støðan, eftir at greipuvinn- ararnir frá í fjør vundu burtur úr Neistanum, sum annars hevði givið VÍF ein skarpan gang, tá liðni hittust í hálvfinaluni í steypakappingini miku- kvøldið. Eingir timburmenn Ta ferðina skrivaðu vit, at tað var eitt VÍF lið við sálarligum timburmonnum, sum við hálvari ferð vann á Neistanum, og fyri at halda fast eftir sama leisti, so sýndu meistararnir hesa- ferð, at timburmenninir nú eru burtur. Fyrstu minuttirnar tóktist dysturin tó at líkjast upp- gerðini frá leygardegnum. Við einum topp-tendraðum neistaliði, sum uttan at himprast legði í krovið á yvirvaldinum, meðan VÍF soleiðis mest sum hevði hug at dølskast. Tað vardi tó ikki so leingi hesaferð, áðrenn tær hjá VÍF raknaðu við. Heilt neyvt, so tók tað teimum átta minuttir. Støðan var tá 6-3 til Neistan, og var hetta heilt í tráð við spælið fram til tá, men so kom annað lag á. Fyrst og fremst fekk VÍF verjuna at rigga, soleiðis sum hon eigur at gera, og takt við hetta framdi tær hjá Neistanum alt fleiri mistøk, tí tað stóð teimum púrasta greitt, at okkurt heilt serligt skuldi til, um tær skuldu sleppa nóg leysar. Saman við hesum – og góðum málmansspæli frá Hallfríð Isaksen – fór VÍF undir eitt langt hál, sum vardi nakað væl inn í seinna hálvleik. Snøgt sagt, so var tað VÍF, sum gjørdi av, hvat fyrifórst inni á vøllinum hesa løtuna. Líka mikið, hvørjar tær sjey gulu á vøllinum vóru, so fann Neistin ikki fram til mesk- arnar, og í álopspartinum sýndi Ioana Rápa nú aftur, hví hon hevur verið topp- skjútti í kappingini trý ár ár á rað. Somikið ómaksleysar tóktust skoringar hennara, at áskoðarin fekk varhugan av, at er Ioana sjálv, sum ger av, hvørt hon aftur í ár skal gerast besti málskjúttin, ella um hon hesa ferð letur heitið frá sær til aðrar at sóla sær í. Styrkur skal til Sum ikki einaferð, so staðfesti sigurin, at VÍF er so nógv hitt sterkasta kvinnuliðið í landinum í dag, og líka mikið, hvussu hetta so verður vent og snarað, so ber valla til at broyta staðfestingina. Tað kann væl vera, at tey í Neistanum vilja vera við, at oddastøðan hjá VÍF bert verður tryggjað av útlen- ingum, og at tað ikki eru vestmenningar, sum manna liðið. Tað kann eisini væl vera, at tað er Neistin, sum hevur besta »føroyska« liðið í kvinnukappingini, men tað er helst eisini júst í eini staðfesting av hesum, at onnur lið so leita aðrar vegir. Vestmenningar ella ikki, so hevur VÍF fleiri av fræg- astu føroysku leikarunum í hópinum, og við teimum trimum útlendsku sum eyka kryddi hava tær lyft seg so langt upp á ovastu rók. Eitt pláss, sum tær neyvar verða kroystar av í bræði, og helst ikki so leingi, sum kapp- ingarneytarnir ikki styrkja seg við leikarum av somu styrki, sum tær hjá VÍF hava. Dysturin í tølum Neistin-VÍF 19-30 (10-15) Málskjúttar: Neistin: Katrin á Neystabæ 6, Birita Wardum 5(3), Súna Mørk 4, Rakul Augustinussen 2, Mildrið Jacobsen 1, Gunnleyg Berg 1 VÍF: Ioana Rápa 7, Sóley Mikkelsen 6(2), Nikolina Eyðbjørnsdóttir 4, Jórun Ludvig 4, Jacklin Durhuus 3, Fríða Marjunardóttir 2, Nicoleta Radu 2, Barbara á Rógvi 1, Randi Kúrberg 1 Brotskøst: Neistin 3, VÍF 3 Útvísingar: Neistin 2, VÍF 2 Dómarar úr Tjaldri: Trúgvi Mortensen & Kári Hansen. Hildu hampuligt skil á, men onkun tíð var saknur í fylgidómum, tá dømt varð fyri at halda í troyggjum. Eftir at StÍF á heima- vølli vant burtur úr Sóljuni tykist vága- liðið at vera nógv hitt veikasta í botnstríð- num HONDBÓLTUR – KVINNUR Jákup Mørk Tað, sum var ætlað at verða tann stóri botngysarin á Skála – endaði sunnudagin við eini rættiligari av- smyrjing av Sóljuni, sum nú veruliga er sett av niðast á stigatalvuni. Eingin ivi Tað var ongan tíð nakar sum helst ivi um, hvat av liðunum var hitt betra sunnudagin. StÍF hevur seinastu vikurnar fleiri ferðir hótt við at taka stig frá liðum, sum á pappírin- um tykjast sterkari, og nú var tað so staðfest, at tøttu dystirnir móti eitt nú Stjørnuni og VB so als ikki vóru tættir av tilvild. Longu fyrstu minuttirnar av dystinum løgdu stranda- kvinnurnar sjógv ímillum seg og mótstøðuliðið, og áðrenn gestirnir fingu fyrsta málið, høvdu tær á heimaliðnum longu skorað fimm ferðir. Longu í steðginum mundi standa øllum greitt, at her vendist ikki hjá Sóljuni, og at byrja við sá seinni hálvleikur út til at ganga, sum fyrstu 30 mi- nuttirnir. Eitt lítið skifti mutaðu gestirnir tó ímóti, men hóast tær tá skutu fýra mál á rað, so var hetta á ongan hátt nóg mikið til bara at hótta heimaliðið. Kósin er sett Eftir dystin er støðan í botninum broytt, soleiðis at Sóljan nú er niðasta liðið. Umframt at vera niðastar, so hevur Sóljan eisini nógv hin vánaligasta málmunin av liðunum í botninum, og í løtuni er ilt at síggja nakran veg burtur úr botninum fyri teirra viðkomandi. Bæði StÍF og Kyndil – sum eru kappingarneytarnir í botninum – munnu tó vera greið um, at hóast Sóljan í løtuni liggur, so er hon ikki følnað. Í fjør tóktist støðan eitt skifti at vera meinlík henni í ár, og eingin ivi var um, at Sóljan helst mátti leiðina í aðru deild. Tað ferðina reistust tær tó, tá tørvurin á hesum var størstur, so hóast útlitini eru døpur, so er man vónin á ongan hátt vera slóknað enn fyri teirra viðkomandi. Hjá StÍF mundi sigurin geva sjálvsálitinum eitt stórt skump rætta vegin. Sum sagt, so staðfesti sig- urin, at góðu úrslitini sein- astu tíðina ikki eru íkomin av tilvild, og slík staðfest- ing styrkir altíð um. Spurningurin hjá StÍF tykist nú fyrst og fremst at vera, hvørt tær kunnu klintra eitt fet longur upp á talvuna. Helst gerst einki við hetta komandi viku- skifti, tá StÍF vitjar í Vest- manna, men samstundis spæla Sóljan og Kyndil, og tann dysturin fer helst meira enn nakar annar at geva eina ábending um, hvussu leikur fer at fara í endaspælinum hjá kvinn- unum í ár. Dysturin í tølum StÍF-Sóljan 32-17 (16-7): Málskjúttar: StÍF: Ileana Manolescu 10(2), Alina Olaru 9(2), Poula D. Olsen 5, Anna B. Danielsen 4, Anna Maria Berthelsen 3, Guðrun Ólavsdóttir 1 Sóljan: Asta Petrauskiene 6(1), Hertha Simonsen 3, Marjun Johansen 2(1), Louisa Jørgensen 2, Heidi S. Haraldsen 2, Heidi Maria Akselsen 2 Brotskøst: StÍF 4, Sóljan 4 Útvísingar: StÍF 2, Sóljan 5 Dómarar úr Kyndli: Uni Wardum & Hannis Ward- um. Neistin-VÍF 19-30 (10-15): Timburmenninir eru burtur StÍF-Sóljan 32-17 (16-7): Klassamunur í botninum Eitt langt skifti um miðjan dystin slapp Neistin at kalla ikki inn um VÍF verjuna. Her er tað Nicolina, sum hevur gott tak á Anniku Mynd: Álvur Haraldsen 19 18 Nr. 14 - 22. januar 2002 Bæði hoyvikingar og kyndilsmenn høvdu sínar møguleikar at avgera dystin leygardagin til egnan fyrimun. Hvørgin teirra megnaði tó at taka av, og tískil var javnleikurin helst einasta rætta úrslitið HONDBÓLTUR – MENN Jákup Mørk Talan varð um eina lívliga lokaluppgerð, tá H71 og Kyndil brustu saman leyg- ardagin. Hóast bæði liðini á pappírinum hava møgu- leikan at fara eftir bronsuni, so mundi tað mest av øllum snúgva seg um æruna, og so tað at sleppa burtur úr naggatódnini, sum liðini hava verið í seinastu tíðina. Hoyvíkingar hava als ikki fingið glið á, síðani grund- spælið endaði, meðan Kyndil hinvegin hevur havt eitt sera torført ár, tó at sigurin móti KÍF helst gava nakað av luft. Saknur í Bjarna Frá fyrsta bríksli var eisini líkt til, at tunga gongdin hjá hoyvíkingum skuldi halda fram. Kyndilsleikararnir vóru frá fyrsta bríksli í kropp- unum á skotsterku bak- spælarunum hjá H71, sum als ikki fingu frið at stilla seg rætt inn. Grundað á sterka verjuspælið fekk Kyndil eisini fleiri kvik mótálop ígongd, ella í øll- um førum sluppu teir somikið skjótt í avstað, at hoyvíkingar ikki fingu skipað verjuna, áðrenn Kyndil hevði leikt seg ígøgnum. Hoyvíkingar vóru snøgt sagt um ein háls hesa løt- una, men eftir eitt harðliga tiltrongt time-out fingu teir tó betri skil á. Spakuliga togaðu teir seg alsamt nærri, og seinastu tíggju minuttirnar kom veruligt glið á. Kyndil fann als ikki veg fram til málið hjá hoyvík- ingum. Kanska var størsta orsøkin til hetta, at liðið við flytingini hjá Bjarna Wardum ti lH71 misti stóru skothóttan sína, og tí mundi tað helst svíða eyka fast, at tað júst var Bjarni, sum hesa seinastu løtuna gekk undan, tá H71 fyri fyrstu ferð í dystinum vann seg framum. Rok í grindina Í seinna hálvleiki var leingi líkt til, at tað skuldi eydnast hoyvíkingum at halda fast um leiðsluna. Ikki tí at spælið var so øgiliga sann- førandi, tí til tess tveittu teir alt ov nógvar bóltar burtur. Heldur var hetta orsakað av, at hvørja ferð Kyndil hevði møguleikan at koma heilt fram til hoyvíkingarnar, so misnýttu teir grønu. Hetta var sjálvandi við til at frustrera kyndilsleikar- arnar, og frustratiónin mundi ikki gerast minni, tá komið var í helvt við hálvleikin. Eini lokalupp- gerð so líkt, so hevði talan verið um ein kropsliga harðan dyst, men tað var tó hendan eina hendingin í seinna hálvleiki, sum veru- liga fekk ilt í leikararnar. Við støðuni 17-16 til H71 vann kyndilsverjan bóltin og fór í kontra. Bólturin varð at enda sendur til Bárð Johannesen, men hesin var ógvuliga harðliga taklaður av Peter Rosbach hjá Hoy- vikingum. Helst hevði eingin mótmælt, um Peter hevði fingið reytt kort frá dómaraparinum, tí talan var um eina fyrilitarleysa kropstakling, sum tó mest komst av ovurhuga heldur enn eini beinleiðis roynd at jarðleggja mótstøðumann- in. Einasta revsingin, sum kom frá dómaraparinum, var tó eitt brotskast, og tá so Kyndil oman á alt mis- nýtti hetta, bar av. Var rætt atborið, so átti Jónleif Sólsker helst at fingið reytt kort, tá hann løtu seinni var í horna- tøkum við Jákup á Borg, og tað líktist eina mest eini kompensatión, tá dómar- arnir heldur ikki hesa ferð valdu at reka nakran leikara av vøllinum. Møguleikarnir Hvussu var og ikki, so helt dysturin kortini fram á sama hátt. Við einum H71- liði, sum kanska var við yvirlutan, men sum ikki megnaði at toga seg av- gerandi málini frá Kyndli, og við einum Kyndils-liðið, sum fleiri ferðir hevði møguleikan, men sum ikki megnaði at koma upp á liðina av H71. Kyndil fekk tó eina hjálpandi hond, tá Peter Rosbach fekk tveir fingrar, bert tríggjar minuttir fyri leiklok. Við málum frá Høgna Klein og Regin Johannesen komu teir upp á javnt, og brádliga fingu fáu – men mælsku – áskoð- ararnir høllina upp á kók. Kyndil hevði eisini ein gyltan møguleika, eftir at Halgir Dahl-Olesen í fríari skotstøðu hamraði bóltin á innaru síðuna á stólpanum. Kyndil fekk fatur á retur- inum, og púra einsamallur kundi Bárður Johannesen halda móti málinum. Held- ur enn at skjóta, so valdi hann at lyfta bóltin inn um málverjan, men hetta hevði Ørvur Heimbø longu lisið av, og við uttasta pettinum av neglunum fekk hann pilkað bóltin niður, soleiðis at hoyvíkingar hóast alt fingu annað stigið. Miðal-lið Mett eftir dystargongdini, so munnu hovyíkingar tó neyvan vera nøgdir um eitt stig, og yvir høvur munnu teir heldur ikki vera nøgdir um úrtøkuna, sum teir hava havt í endaspælinum. Í øllum førum hava teir, nú tríggir dystir eru leiktir, mest sum mist sambandið við StÍF á bronsupláss- inum, soleiðis at talan nú tykist gerast um eina tilveru sum bleyt millumvøra. Her tykjast teir at fáa fylgi av Kyndli, men í mun til hoyvíkingarnar, so munnu teir í Kyndli vera nógv fegnari um hendan leiklutin. Longu undan kappingini varð sagt, at hetta árið skuldi nýtast til at byggja nakað nýtt upp, og spakuliga hómast nú úr- slitið av hesum arbeiðið. Ikki minst takkað verið stríðsviljanum, ið aloftast eyðkennir liðið. Ein stríðs- vilji, sum higartil hevur tryggjað teimum trý stig ímóti H71. Dysturin í tølum H71-Kyndil Málskjúttar: H71: Finnur Hansson 7, Bjarni Wardum 6, Peter Rosbach 4, Kristjan Peturs- son 3, Halgir Dahl-Olesen 2 Kyndil: Høgni Klein 8(1), Jónleif Sólsker 6(1), Bárð- ur Johannesen 3, Janus Ein- ar Sørensen 2, Leif Mikk- elsen 1, Ken Zachariasen 1, Regin Johannesen 1 Brotskøst: H71 1, Kyndil 4 Útvísingar: H71 4, Kyndil 4 Dómarar úr Neistanum: Sophus Dal-Christiansen & Jacob Jónsson. Máttu loysa burturstaddu Hjalmar & Kristian av, og fyri tveir óroyndar dómarar, vil hetta altíð vera ein trupul upp- gáva, sum tó kundi verið lættari, um ein harðari linja varð løgd. H71-Kyndil 22-22 (13-11): Spiltir møguleikar Seinasta korterið ella so kom rættiligt rok í dystin, og millum annað kundi reytt kort væl verið givið í hesi støðuni, tá tað mundi verið áfast millum Jákup á Borg og Jónleif Sólsker Mynd: Álvur Haraldsen Umframt góða stríðsviljan so er tað ikki minst Høgna Klein at takka, at ein verulig framgongd nú er at síggja á Kyndils-liðnum C M Y K 18