Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-22, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. januar 2002síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 14 • týsdagur • 22. januar 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Við tilnevnanini av Dánjali Andreasen til formansevni er líkt til, at nevndin í FSF hevur lagt seg eina hálva bátslongd fram um, nú valdysturin tykist byrja FÓTBÓLTSVAL Jákup Mørk Sum kunnugt, so skal komandi aðalfundurin hjá FSF taka støðu til, hvør skal loysa Torleif Sigurðs- son av í formanssessinum. Um vikuskiftið kom fram, at nevndin í FSF hevur boðað frá, at teirra uppskot til formanssessin er leirvíkingurin, Dánjal Andreasen. Sum so er einki løgið ella óregluligt í, at nevndin í FSF gevur teirra boð upp á eitt valevni, men tað er nakað nýtt, at hetta verður meldað út í somikið góðari tíð. Freistin at stilla valevni upp, er ikki runnin fyrr enn hálvan februar, og til nevndarval hevur verið vanligt, at FSF ikki setir nakað uppskot fram, fyrr enn í seinastu løtu. Hetta til tess at feløgini skulu fáa frið at seta síni uppskot fram. Innanhýsis dystur Hetta kundi bent á, at ein innan hýsis dystur í løtuni verður leiktur í FSF. Ein dystur, har stjørnuleikarar- nir eru Dánjal Andreasen og Ísak Mikladal. Tað er eingin loyna, at tað er follið nøkrum av nevndarlimunum í FSF fyri bróstið, at Ísak Mikladal alment hevur úttalað, at um tað verður heitt á hann, so ætlar hann at stilla upp, og ikki minst man tað vera komið illa við hjá hesum, at leysasøgurnar vilja vera við, at ein bólkur av eystur- oyarfeløgum arbeiðir fyri hesum. Tí kann væl vera, at partamenninir hjá Dánjali hava sæð seg noyddar at handla, áðrenn ov seint er. Í øllum førum hava teir við útnevnanini av leirvíking- inum tryggjað sær, at føroyski fótbóltsheimurin veit, at hetta er teirra maður. Og við øðrum orð- um, at Ísak ikki er teirra maður. Orsøkirnar til hetta kunnu vera fleiri. Tað er tó eyðsæð, at Ísak Mikladal seinnu árini hevur fingið eina alsamt sterkari støðu í umsitingini hjá FSF, eins og tað er eyðsæð, at ikki øllum nevndarlimunum hevur hóvað hetta eins væl. Mill- um annað tí hann ber orð fyri at vera »irriterandi« effektivur í umsitingarliga arbeiði sínum, Tjóvstartur Spurningurin er so eisini, um ikki útmeldanin hjá FSF er eitt slag av tjóvstarti í stríðnum um formans- valið. Í øllum førum stendur tað púra greitt, at um eitt ella fleiri feløg nú ditta sær at stilla onnur val- evni enn Dánjal Andreasen upp til formansvalið, so er hetta tað sama, sum at ganga ímóti ynskinum hjá Fótbóltssambandinum. Eisini hóast tað í prinsipp- inum eru feløgini, sum eiga FSF. Sum skilst á baklandin- um kring føroyska fótbólts- heimin, so er tó ikki óhugsandi, at onnur evni verða stillað upp til valið, og vit hava áður skrivað, at Christian Andreasen, sum annars hevur verið aktivur innan ymsar bólkar hjá FSF, longu hevur fingið áheitanir um hetta. Enn er ikki greitt, hvørt Christian ætlar sær at taka hesa áheitan til eftirtektar, men tað má sigast at vera mest sum víst, at hann ikki fer til val, um so er, at hann framman undan er vitandi um, at hann ongan sum helst møguleika hevur at vinna valið. Hvørt baklandið, sum arbeiðir fyri Christiani so er nóg sterkt, til at vinna hálvu bátslongdina frá nevndini í FSF aftur, er spurningurin, sum í fyrsta lagið verður svaraður um hálvan februar. Hetta um Christian ikki letur seg stilla upp. Men tað er undir øllum umstøðum vist, at komandi fýra vikurnar fara nógvar tingirnar at fara fram í krókunum, eins og onkur rossahandil av onkr- um slag er hugsandi. Sjálvsagt kann ikki út- lokast, at okkurt fjórða valevni stillar upp, men higar til hevur tosið bert verið um teir tríggjar. Dánhal, Ísak og Christan. Nú tykist Ísak vera koblaður av longu á hálvari leið, og so er spurningurin, um gearskiftið hjá nevndini hevur verið somikið krafigt, at allir aðrir enn teirra kandidatur eisini vórðu loystir frá. VÍF stevnir móti FM miðsíðurnar FSF tjóvstartaði Við útnevnanini av Dánjali Andreasen til formansvalevni er líkt til, at nevndin í FSF nú hevur sett aðalskrivaran av í valstríðnum 17 16 Nr. 14 - 22. januar 2002 Heldur enn at gera Vestmanna til ein sovibý og blindtarm fer Vágatunnilin at skapa nýggjar møgu- leikar fyri tættari samvinnu millum Norðstreymoy og Vágarnar heldur tingmaðurin Hans Pauli Strøm. VESTMANNA OG TUNNIL Jan Müller Hóast Vestmanna verður fyri stórum missi, tá Vága- tunnilin verður latin upp fyri ferðslu, so ivast ting- maðurin Hans Pauli Strøm (Javnfl.) onga løtu í, at tunnilin eisini fer at gagna Vestmanna og Norðstreym- oynni sum heild. Hann sær tunnilin meira sum eina positiva avbjóðing enn sum eitt afturstig fyri eitt nú Vestmanna. – Eg síggi ikki so stóran mun á Vágoynni og Norð- streymoy, tá talan er um nyttuna av tunlinum. Økini her hava frammanundan nógv samband. Tað sam- bandið millum Vágarnar og Norðstreyumoy, sum var sera gott frammaundan, verður bara enn betri. So tunnilin er ein fyrimunur fyrst og fremst fyri Vág- oynna men eisini fyri Norð- streymoy, tí allar teir tank- ar, man hevur havt um sam- vinnu á nógvum økjum, kunnu nú gerast veruleiki. Hann vísir m.a. á møgu- leikarnar fyri skúlasam- starvi millum Vestmanna og Giljanes. Tað verður so lætt at fara undir, ikki minst tá man hugsar um tær ymsu breytirnar, sum skúlar í út- jaðarnum hava havt ov fáar resursir til. Skúlaøkið er so bert eitt av mongum økjum, har tunnilin fer at knýta økini saman enn meira. Skúlarnir kunnu samar- beiða um slíkt nú, sum teir ikki hava megnað einsa- mallir. So hetta er ein fyri- munur fyri bæði tey, sum búgva eystan og vestan fyri sundið. Hans Pauli Strøm ber als ikki ótta fyri, at Vestmanna skal gerast ein blindtarmur. – Vestmanna verður stað- ið, sum liggur við endan, og tá eitt øki sum Vest- manna skal til at menna seg við síni egnu megi og ikki við tí man kann læna ella fáa forerandi frá hvørjum øðrum, so kann økið gerast uppaftur meira dynamiskt og livandi. Og tingmaðurin heldur, at Vestmanna er longu út- gjørt til at klára seg væl. Her er nevniliga eitt sterkt og fjølbroytt vinnulív og hevur býurin tað samband- ið við restina av Føroyum, sum vágamenn hava sakn- að. – Við tunlinum fáa vit tvørturímóti knýttan ein part aftrat til okkara øki, sum vit ikki høvdu somu møguleikar við framman- undan. Hans Pauli Strøm sær fyri sær, at vestmenningar kunnu fara til arbeiðis í Vágum og øvugt. Nú verð- ur tað sami teinur at fara til Havnar sum til Miðvágs ella kanska skjótari at fara til Miðvágs, so hann fegn- ast saman við vágafólki um komandi fasta sambanbið. Vágatunnilin setir nógvar ringar í vatnið: Fer at knýta Norðstreym og Vágarnar meira saman Álvur Kirke Eftir vitjan danska for- sætisráðharrans, Anders Fogh Rasmussens, hava bæði landsstýrið, Sam- bandsflokkurin og Javn- aðarflokkurin róst forsætis- ráðharranum fyri at hava sagt, at hann fer at gera júst, sum teir vilja. Óførur maður! Men tað skerst ikki burt- ur, at Ander Fogh Ras- mussen, eins og Poul Nyrup Rasmussen tvíheld- ur um, at evsta valdið yvir Føroyum og Grønlandi, framvegis skal vera mið- savnað í Keypmannahavn. Nútíðar serfrøðingar hava yvirhøvur eina turka- trúgv á miðsavnan. Mið- savnan er loysunarorðið. Mutar tú ímóti, verður sagt at tú fyglir ikki við tíðini, tí tíðin krevur størri eindir o.s.fr.. Eg loyvi mær kortini at koma við nøkrum hugsan- um, um hesi viðurskifti. Tá valdið verður mið- savnað, verður demokratiið veikari. Meira valdið verð- ur miðsavnað, nærri koma vit einaræði. Einaræði er jú, at alt valdið er savnað á einum stað. Hví vilja fólk so mið- savna valdið? Jú, tí alt skal vera so effektivt og ratio- nelt. Tey flestu vita, at demo- kratið er ikki serliga effek- tivt og og rationelt. Eg havi hoyrt, at Winston Churchill einaferð skal hava sagt, at demokrati er ein vánaligur stýrisháttur, men at higartil hevur eingin funnið nakað betri. Tað mest effektiva er sjálvandi einaræði, har ein dugnaligur leiðari situr á trónuni, og tekur allar av- gerðir. Tað mest demokratiska er, at hvør einstakur ger sum hann vil, og at eingin ella einki kann taka hendan rættin frá honum. Tá ein persónur fer uppí ein felagsskap, so letur hann eitt sindur av frælsi sínum frá sær. Gjøgnum øldirnar hava menniskju funnið út av, at tað er so mangt, sum vit kunnu gera í felag, sum vit annar ikki megna. Eingin einstaklingur hevur orku til at skapa nógv av tí, sum vit kunnu gera í felag. Fleiri lond hava ella hava havt ein-flokka skipan. Í slíkum londum fær bert ein flokkur loyvi at virka. Í Føroyum hava vit ofta hoyrt og lisið, at fólk vilja hava teir smáu flokkarnar burtur. Onnur vilja hava eitt høgt “sperrimark”, kanska 5 ella 10 %. Hetta eru royndir at miðsavna valdið, og at gera demo- kratiið veikari. Stór lond ráða yvir smærri londum, og mið- savna soleiðis valdið. T.d. er evsta valdið yvir Føroy- um og Grønlandi miðsavn- að í Keypmannahavn. Enn- tá eru fólk, sum halda, at best hevði verið, um alt valdið yvir øllum Evropa varð miðsavnað í Brussell. Síkar hugsanir eru ódemokratiskar! Tað, at føroyskir politik- arar ikki vilja ráða í egnum landi, men heldur vilja at evsta vald framvegis skal verða miðsavnað í Keyp- mannahavn, er ikki demo- kratiskt. Eg skilji tí hvørki Anfinn Kalsberg ella Høgna Hoy- dal, tá teir fegnast um, at Anders Fogh Rasmussen vil lata føroyingar yvirtaka fleiri málsøki. Hetta ger hann bert fyri at fáa føroyingar at tiga, og fyri at tryggja sær, at før- oyingar framvegis skulu vera innanfyri heimastýris- lógina. Tað er einki at fegnast um! Tað er rætt, at Fogh var blíðari og fólkaligari enn Nyrup, men hann segði stórt sæð tað sama. Enda- málið var hitt sama. Sitandi “fullveldis”-sam- gonga stóð stinn fyrstu tíð- ina, men orkaði ikki at halda sína leið. Nyrup segði samgonguni, hvat ber til, og hvat ikki ber til, og síðani hevur samgongan latið, fyrst Nyrup og síðani Fogh, gjørt av, hvat ber til, og hvat ikki ber til. Tað grundleggjandi í samgonguskjalinum, hava Nyrup og Fogh sagt nei til, og samgongan hevur givið teimum rætt! Best man vera at arbeiða eftir heima- stýrislógini frá 1948! Nyrup segði, at føroy- ingar eru eitt fólk, men vildi ikki góðkenna okkum sum tjóð. Tá Fogh var í Føroyum, var hann einaferð nær við at at siga “den fær- øske nation”; hann segði “den færøske .. “, men tók seg í tí, og segði í staðin “den færøske n….. det fær- øske folk”. Heldur ikki vilja teir góðkenna Føroyar sum eitt land, men teir tosa um “disse smukke øer”, “denne del af det danske rige”, o.s.fr. Uppskot um suverenitet skuldi verða lagt fyri løg- tingið í 1998, føroyskur heimarættur skuldi verða staðfestur frá 1. januar 1999, føroysk grundlóg skuldi fara til fólkaatkvøðu í seinasta lagið ár 2000, men har hendi einki. Landsstýrið lovaði tvær fólkaatkvøður, men tordi ikki at standa við givin lyfti. Helst tí at Nyrup lovaði at innlima Føroyar í danska ríki í allar ævir. Hetta var ódemokratiskt. Ikki í familju við demo- krati! Vit mugu tíverri staðfesta einaferð enn, at vit fáa einki sjálvstýri frá dønum. Skulu vit hava sjálvstýri, suverenitet ella fullveldi, so mugu vit taka tað. Hjá- landsveldið Danmark letur einki frá sær. Spurningurin er nú, um Føroya fólk enn trýr, at sit- andi samgonga meinar nak- að við prátið um fullveldi og um “sjálvstýri Føroya fólks”. Sitandi samgonga, sum byrjaði sum ein “full- veldis”-samgonga, nú er vorðin ein “heimastýris”- samgonga, sum putlast við at yvirtaka nøkur mál, eftir heimastýrislógini frá 1948, við vælsignilsi frá donsku stjórnin. Sostatt endaði “fullveld- is”-samgongan við yvir- tøku-putli, ístaðin fyri fullveldistøku. Demokrati og miðsavna VIÐMERKINGAR C M Y K 16