Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-22, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. januar 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 14 - 22. januar 2002 15 Síðan Víkarvirkið, sum tað í sínari tíð kallaðist, læt aftur fyri fleiri árum síðan, hevur gingið aftur og fram við fiskaarbeiði í Haldórsvík. Ymiskar royndir hava verið gjørdar at skapa arbeiði í bygdini, men tær hava ikki verið varandi.Nú bendir so alt á, at virksemið hjá Háldani Haldansen og Hjørleifi Dahl er komið í eina trygga legu og kunnu fólk í økinum vænta, at arbeiði verður var- andi. FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Síðan vestmenningurin, Háldan Haldansen og norð- skálamaðurin, Hjørleif Dahl, keyptu fiskavirkið í Haldórsvík, hava teir nú- tímansgjørt virkið, soleiðis at tað í dag er væl útbygt og hevur eina lutfalsliga stóra framleiðsluorku.Talan er um tveir bygningar, sum nú eru gjørdir til eitt virki. Flakaskeringin fer fram í øðrum bygninginum, sum áður var flakavirki og pakk- ingini í hinum, tí gamla saltfiskahúsinum. - Nógv hevur verið at gjørt við virkið, og hetta hevur verið kostnaðar- mikið, men nú eru vit kom- nir undir land. Onkrar á- bøtur skulu gerast uttan, men tað er ikki tað, sum kostar teir nógvu pengar- nar, sigur Háldan. Betri enn væntað Virksemið hjá Farita, sum felagið hjá Háldani og Hjørleifi eitur, fór so líð- andi í gongd í Haldórsvík, 23. mars síðsta ár, - Vit byrjaðu spakuliga við at keypa og útflyta fesk- an fisk, og fáar vikurseinni fóru vit í holt við at virka saltfisk. Tá ið vit høvdu arbeitt ein góðan mánaða, rendu vit okkum beint í verkfallið á arbeiðsmarkn- aðinum — og so høvdu vit aftur frí í ein mánaða. Háldan sigur, at síðan verkfallið varð avblást, hevur arbeiði á virkinum verið rættiliga støðugt, og bert onkur hendinga dagur er dottin burtur ímillum. Men teir hava ikki verið nógvir. 25 fólk arbeiða hjá Farita, og tey flestu eru úr Haldórsvík, Tjørnuvík og úr Sundalagnum annars. Síðan Víkarvirkið, sum tað í sínari tíð kallaðist, læt aftur fyri fleiri árum síðan, hevur gingið aftur og fram við fiskaarbeiði í Haldórs- vík. Ymiskar royndir hava verið gjørdar at skapa arbeiði í bygdini, men tær hava ikki verið varandi. Nú bendir so alt á, at virksemið hjá Háldani og Hjørleifi er komið í eina trygga legu og kunnu fólk í økinum vænta, at arbeiði verður varandi. - Her var ein møguleiki, og eg og Hjørleif tóku okkum saman og keyptu virkið. Háldan sigur, at teir eru hampiliga væl nøgdir við gongdina síðsta ár.- Tað gekk heldur betur, enn vit væntaðu, sigur hann. Saltfiskur og feskt Farita hevur lagt seg eftir at virka saltfisk. Nakað verð- ur eisini útflutt av feskum fiski, og hetta er so eitt íkast. Heili fiskurin, sum fer av landinum, er smá hýsa, sum fer til Bretlands. Farita útflytir bara feskt, tá ið marknaður er fyri hes- um, og tað er skiftandi við marknaðinum av feskum fiski.Háldan sigur, at teir hava lagt seg eftir at salta tosk, brosmu og longu. - Alt, sum verður saltað, verður skorið til flak. Vit flekja ikki sum er, men hava møguleikar til tess. Vit framleiða tað, sum okkara keyparar vilja hava, og í ár hava vit bara saltað fløk. Sum skilst, er ymiskt, hvørji virki kring landið salta fløk og flaktan fisk. Flestu virkir kunnu tó gera bæði. Sosialurin hevur skilt, at Fiskavirking á Toftum, sum er okkara størsta saltfiska- virki, flekir tað mesta, meðan eitt nú gøtumenn serliga hava lagt seg eftir fløkum. Kósin hevur bæði flaktan fisk og fløk, meðan Vestís í Sørvági og Sammut í Klaksvík flekja. Á Vað- horn á Strondum arbeiða teir við fløkum. Onnur saltfiskavirkir eru eisini, sum vit ikki hava nevnt í hesum sambandi, eitt nú Sandoy Seafood á Sandi og Delta Seafood á Tvøroyri. Keypa á uppboðssølu Allur fiskurin, sum Farita arbeiðir, verður keyptur á uppboðssølu, og Háldan heldur, at hetta riggar óføra væl, tí her kanst tú keypa tann fisk, tú hevur brúk fyri. – Tað eru keyparar, sum vilja hava ávísar støddir av fiski, og tá er tað heppið, at tú kanst keypa ta nøgd og ta stødd, tú hevur brúk fyri til tess at ganga ynskinum hjá kundanum á møti. Higartil í ár hava tey skorið eini 50 tons av fiski til saltingar, og tey hava eisini pakkað fisk, sum saltaður varð fyri jól. Haldan Haldansen hevur góðar vónir um framtíðina hjá virkinum. At enda kann leggjast aftrat, at Farita tekur sær eisini av at selja alla fram- leiðsluna hjá virkinum. FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Mánadagin vóru partrolar- arnir, Jaspis og Ametyst, inn við tilsamans 200.000 pundum av upsa, sum teir løgdu upp til Fiskavirking í Saltangará. Tá ið vit frættu mána- morgunin, høvdu tey 380.000 pund av upsa niðurfyri frá seinastu viku. Tí er ikki væntandi, at Fiskavirking í Saltangará keypir meiri fisk hesa vikuna. Í síðstu viku landaðu fleiri skip í Saltangará. Seinastur var Brestir, sum síðsta hósdag landaði heili 270.000 pund av upsa. Og var serliga hesin fisk- urin, sum lá niðurfyri mánadagin. Jaspis og Ametyst Landað í Saltangará FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Rættiliga nógvur fiskur kom uppá land á Tvøroyri í síðstu viku, og øll arbeiðs- fólkini á Fiskavirking á Tvøroyri høvdu úr at gera. Bjarni Hansen, virkisleið- ari, sigur, at so nógv lá niðurfyri í síðstu viku, at tey hava nóg mikið av fiski til og við mikudagin í hesi vikuni. Phoenix og Suðringur Hesa vikuna koma tveir djúpvatnstrolarar inn at landa. - Phoenix og Suðringur koma mikudagin og hós- dagin. Teir havavæntandi 200.000 pund hvør, og veiðan hjá skipunum er upsi og kongafiskur. Tá ið vit frættu mána- morgunin, visti Bjarni Hansen ikki at siga, um aðrar landingar verða á Tvøroyri hesa vikuna. Phoenix og Suðringur: 100 tonsum hvør FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Fyri fyrstu ferð í okkara fiskivinnusøgu fiska før- oysk skip nú lodnu í før- oyskum sjógvi. Hjalti í Jákupsstovu, stjóri á Fiskirannsóknar- stovuni, sigur, at hetta er ongantíð hent áður – ikki tað, hann veit um í hvussu er. - Vit fáa við hvørt lodnu- yngul undir Føroyum, men vit vita ikki um, at vaksin- lodna áður er fingin í før- oyskum sjógvi, sigur hann. Skip á veg Tað var, meðan Christian í Grótinum fiskaði svartkjaft í føroyskum sjógvi, at teir bóru við lodnuna vestur móti markinum til Íslands. Hetta hendi stutt fyri viku- skiftið. Hjalti veit at siga, at Christian í Grótinum er um at verða fullur, og tvey onnur føroysk skip, Trónd- ur í Gøtu og Krúnborg, sum eisini hava verið á svart- kjaftaveiði, eru á veg vest- ureftir at fiska lodnu í før- oyskum sjógvi. Nú veðrið øtlaði, tarnar tað fiskiskapinum. Men spennandi verður at frætta, hvussu hesin søguligi fiski- skapur fer at roynast. Nógv lodna - Eg havi tosað við íslend- ingar. Teir siga, at nógv lodna er til í ár, og at teir hava sæð heilt fitt av lodnu móti okkara fiskimarki. Hjalti heldur, at orsøkin til, at lodna í ár er komin í føroyskan sjógv, er, at streymurin, har lodnan er í løtuni, gongur hart ímóti okkum, og tí kemur hon hendanvegin. - Hetta er ivaleyst lodna, sum er á veg á Suðurlandið at gýta. Hon fylgir marki- num millum kalda og heita sjógvin og er so komin suður ímóti okkum, sigur Hjalti í Jákupsstovu, stjóri á Fiskirannsóknarstovuni. Tað er ongantíð hent áður: Nú fiska vit lodnu í føroyskum sjógvi! Christian í Grótinum, sum fann lodnuna, er um at verða fullur, og tvey onnur føroysk skip, Tróndur í Gøtu og Krúnborg, sum eisini hava verið á svartkjaftaveiði, eru á veg vestueftir at fiska lodnu í føroyskum sjógvi. – Hetta er søguligt, sigur Hjalti í Jákupsstovu, stjóri á Fiskirannsóknarstovuni Háldan Haldansen, Farita, Haldórsvík: Gekk betur, enn vit væntaðu – Nógv hevur verið at gjørt við virkið, og hetta hevur verið kostnaðarmikið, men nú eru vit komnir undir land. Onkrar ábøtur skulu gerast uttan, men tað er ikki tað, sum kostar teir nógvu pengarnar, sigur Háldan Haldansen 15 14 Nr. 14 - 22. januar 2002 Svøríki er tað landið í heiminum, har børn hava bestan møgu- leika at yvirliva HEILSA Turið Kjølbro Svøríki er tað landið í heiminum, har børn hava bestan møguleika at yvir- liva. Í hagtølum frá Heims- heilsustovninum WHO verður nevniliga staðfest, at møguleikin hjá einum smá- barni at gerast eldri enn fimm ár, er størstur í Svø- ríki. 99,7 prosent av gent- unum og 99,5 prosent av dreingjum liva so leingi. Munurin á londunum, sum hava lægst deyðstíttleika millum smábørn, er kortini sera lítil. Í hølunum á Svø- ríki koma Noreg og Ísland. Hesi lond hava sama títt- leika sum Svøríki, tá ið ræður um hagtølini fyri dreingir, og tá ið ræður um genturnar, er Noreg tætt við Svøríki. USA hinvegin hevur tví- falt so stóran smábarna deyðstíttleika sum Svøríki. Í Russlandi er stigið fýra ferðir so høgt og í Kina tíggju ferðir so høgt sum svensku tølini. Í Portugal er deyðstíttleikin tvífalt so høgur sum í Svøríki. MATPOLITIKKUR Turið Kjølbro Brúkararnir skulu hava størri ávirkan á matpolit- ikkin í Noregi. Lars Spon- heim, landbúnaðarmálaráð- harri í Noregi, hevur gjørt av, at spyrja brúkarar og áhugafelagsskapir til ráðs, áðrenn lóg verður samtykt í Norðurlendska Ráðharra- ráðnum um matvørur. – Norðurlond hava tørv á at draga brúkararnar meiri uppí, tá ið tað snýr seg um matpolitikk. Samskiftið ímillum framleiðarar, brúk- arar og myndugleikar skal gerast betri, segði Lars Sponheim, tá hann hitti samstarvsfelagar úr hinum norðurlondunum á fundi í Norðurlendska Ráðharra- ráðnum í Oslo. Arbeiðið við at gera eina norðurlendska ætlan fyri øktan matvørutryggleika í Norðurlondum er farið í gongd. Hendan skal leggj- ast fram á ráðharrafundi í august í ár, tað vil siga á fundi millum norður- lendskar fiski- og landbún- aðarmálaráðharrar. – Matvørutryggleikin skal økjast allan vegin ígjøgnum ketuna, frá landi til sjós, segði Lars Spon- heim. Alt gott úr sjónum, undirhald, sangur og dansur. Hetta er á skránni, tá Vágs Mat- møðrafelag leygar- kvøldið skipar fyri hugnaløtu við fiska- borði. Alt verður gjørt fyri at vinna pening til eldrasam- býlið, so farast kann undir 2. byggistig ELDRABÝLI Dagfinn Olsen Vágs Kommuna hevur reist eitt prýðiligt eldrasambýli. Men tørvurin er stórur og møguleikar hava alla tíðina verið fyri víðari útbygging av eldrasambýlinum, ið hýsur 12 fólkum. Tá farið varð undir at arbeiða við ætlanum um eldrasambýlið, var Vágs Matmøðrafelag ein høv- uðsstuðul og skipaði fyri mongum tiltøkum fyri at savna pening. Fiskaborð, Jóan Petur og hugni Og nú er felagið aftur farið til verka, so peningur kann savnast til 2. byggistig. Leygarkvøldið verður skipað fyri hugnakvøldið í VB-húsinum. Byrjað verð- ur við fiskasuppu og á matarlepanum eru síðani ein hópur av rættum úr bókini "Góður matur úr sjónum", ið kom út fyri jól. Gestakokkurin kemur úr Skalavík. Hann nevnist Jóan Petur og er kendur sum Okkara Kokkur úr Svf. Gita ein sang Felagssangur verður undir borðhaldinum við hópi av gomlum sjómansvísum, kærleikssangum og goml- um slagarum. Ymsar kappingar verða til undirhalds. Spurnar- kapping millum borðini og kappingin Gita ein sang. Eisini annað undirhald verður og burturluting. Farið verður uppá gólv saman við Jómsvíkingum og sumbingum. Til dansin aftaná leikar Skák. Vágs Matmøðrafelag skipar fyri kvøldinum. Felagið er farið undir at savna inn pening til 2. byggistig av Eldrasam- býlinum, ið Matmøðra- felagið var saman við Vágs Býráð um at byggja. Hugnakvøldið byrjar klokkan 20 og kostnaðurin er 150 krónur. Tekningarlistar liggja á Shell, Statoil og Suðuroyar Heimavirki. Seinasta freist at tekna seg er 24. januar. Fiskaborð til frama fyri eldrasambýli Eldrasambýlið í Vági. Farið verður nú undir at savna pening til 2. byggistig og í hesum sambandi verður leygarkvøldið skipað fyri hugnakvøldi við fiskaborði, sangi og dansi Millum tríggir og fimm norðurlend- ingar fyri hvørjar 100.000 íbúgvar verða smittaðir við HIV um árið. Samsvarandi verða 115 russar smitt- aðir fyri hvørjar 100.000 íbúgvar HEILSA Turið Kjølbro Tøli, ið vísa, hvussu nógv vórðu smittað við HIV í fjør, eru ymisk fyri norðurlond. Tølini liggja úr sløk trý til sløk fimm fyri hvørjar 100.000 íbúgvar. Hóast hagtøl fyri heilsu skulu takast við ávísum fyri- varni, tí ymsir mátar eru at gera upp, liggja tølini fyri nýggj HIV-smittað væl hægri í londum, ið eru grannar til norður- lond, eitt nú Letland, Estland og Russland. Í Sænkta Pætursborg vórðu 5.470 nýggj HIV- smittað skrásett í fjør, svarandi til 115 fyri hvørji 100.000. Tískil verður mett, at tað er skilagott, at norðurlond hvør í sínum lagi og saman ígjøgnum Norð- urlendska Ráðharraráð- ið eru virkin í stríðnum ímóti smittusjúkum í baltalondum og Russ- landi. Ein frágreiðing, sum eitur Infectious Disease Control in the Barents and Baltic Sea Regions 1998-2001, sig- ur frá átjan stuttum skeiðum við 642 luttak- arum og trimum longri skeiðnum við 89 luttak- arum fyri fakfólk úr Eystursjóvarøkinum. Fíggjarætlanin til hetta endamál á 8,9 mió. danskar krónur er fíggj- að av eini játtan, Norð- urlendska Ráðharraráð- ið letur til arbeiði innan nærumhvørvi. Verkætl- anin hevur ført til eitt gott netverk millum miðstøðir fyri smittu- eftirlit í norðurlondum og baltalondum um- framt Norðurvestur- russlandi. Arbeiðið heldur fram, men er nú serliga miðað eftir Norðurvesturrusslandi. Virkin í stríðnum ímóti HIV Svensk børn best fyri 99,7 prosent av gentunum og 99,5 prosent av dreingjum í Svørík gerast eldri enn 5 ár. Savnsmynd Matvøruketan bøtast C M Y K 14