týsdagur 22. januar 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 14 - 22. januar 2002
Nr. 14 - 22. januar 2002
13
Jógvan Jacobsen
Heðin Mortensen sigur við
vanliga borgaran,at Løg-
maður og Varaløgmaður
leggja høvdið á vanliga
borgaranum á blokkin við
at skerja heildarveitingina
av flatlondum Eg vil minna
Heðin Mortensen á, at tað
sum føroyiskir politikkarar
hava at klandrast um, eru
danskir
pengar.
Hesin
klandurin eigur lívið í Sam-
bandsflokkinum.
Vóru
danskir pengar ikki, so var
einki í Sambandsflokki-
num, og Javnaðarflokkurin
var kanska ein veruligur
javnaðarflokkur. Tað er
kanska hetta, sum er ein
trupulleiki
fyri
Heðin
Mortensen.
Heðin Mortensen sigur í
sama umfangi, at føroying-
ar hava rætt til blokkin, av tí
at vit eru í einum samveldi.
Men føroyingar hava ongan
rætt til danskar pengar. Um
so var, at Føroyar vóru í
einum samveldi, einum
veruligum felagsskapi, so
var nakað annað. Men nær
hava vit sæð ein føroyskam
forsætisráðharra í donsku
stjórnini? Nær hava vit sæð
ein grønlendskan? Nær
hava vit sæð ein føroying
ella ein grønlending sum
ráðharra í tí sonevnda
danska samveldinum, ella
ríkisfelagsskapinum
ella
hvat tey finna uppá at rópa
tað. Danmark er ein eindar-
statur, ikki eitt samveldi
ella ein felagsskapur. Vit
fara ongantíð at síggja ein
føroying ella grønlending í
donsku stjórnini, so leingi
sum
Danmark
er
ein
eindarstatur.
Danska
grundlógin er skrivað til
Danmarkar, ikki til okkara.
Heðin Mortensen sigur
eisini í sínum lesarabrævi,
at samferðslukervið í Før-
oyum er útbygt av tí at vit
eru í einum sonevndum
ríkisfelagsskapi. Lat meg
minna Heðin á, at føroyska
samferðslukervið varð fyrst
útbygt
av
føroyskum
pionerum og seinni fór
hetta í sjálvsveiggingar, og
føroyingar fóru at útbyggja
eftir donskum fortreytum.
Hetta sendi okkum so log-
andi á heysin. Vit mugu
læra av okkara feilum og
útbyggja Føroyar eftir før-
oyskum treytum og føroy-
ska búskapinum. Einki
annað er rætt, og hetta má
ein sambandsmaður duga at
síggja.
Heðin Mortensen endar
lesarabræv sítt við at siga,
at blokkurin er ein rættur,
so leingi sum vit brúka
okkara sjálvsavgerðarrætt
at vera í ríkinum. Føroying-
ar hava ongantíð brúkt
sjálvsavgerðarrættin til at
gerast ella vera ein partur
av danska eindarstatinum.
Eingin politikkari kann
siga, at nú brúka vit sjálvs-
avgerðarrættin til at vera
eitt hjáland. Føroyingar
hava einaferð brúkt sjálvs-
avgerðarrættin. Hetta hendi
14. september 1946. Dan-
ska stjórnin og Sambands-
flokkurin trumfaðu eina
fólkaatkvøðu
ígjøgnum,
sum eingin annar vildi
hava. Eftir atkvøðuna vildu
danska stjórnin og Sam-
bandsflokkurin ikki vita av
fólkaræðinum. Sambands-
flokkurin vildi ikki vilja
vita av hesari fólkaatkvøðu
eftir hetta. Og nú sigur ein
sambandspolitikkari
al-
ment, at vit brúka sjálvsav-
gerðarrætt okkara til at vera
“í ríkinum”.
Eingin flokkur og eingin
politikkari kann einvíst
gera av, at nú brúka vit
okkara sjálvsavgerðarrætt
uttan at spyrja fólkið eftir.
Poul Nyrup Rasmussen helt
seg kunna gera tað, men
sjálvsavgerðarrætturin hev-
ði staðið órørdur. At koma
við slíkum útmeldmelding-
um er sera ódámligt og eg
vóni, at Sambandsflokkurin
ger sær greitt, at hann ikki
einvíst kann gera av, nær
sjálvsavgerðarrætturin er
brúktur. Antin góðtekur
Sambandsflokkurin at fólk-
ið vildi hava loysing 14.
september
1946
ella
góðtekur Sambandsflokk-
urin, at sjálvsavgerðarrætt-
urin stendur órørdur.
Eg
vóni,
at
Heðin
Mortensen og restin av
Sambandsflokkinum skilja
tey orðini, eg her havi
skrivað og taka tey til eftir-
tektar.
Aftursvar til Heðin Mortensen
Kristina Háfoss
Verður tað ein trupulleiki
fyri einar sjálvstøðugar
Føroyar at reka uttan-
ríkis-, verju- og gjald-
oyrapolitikk – eins og
danski statsministarin í
samrøðu í SVF og før-
oysku bløðini vildi verða
við ?
Fogh í Føroyum
Danski statsministarin var
sera væl fyrireikaður og
greiður á vitjan síni í
Føroyum. Anders Fogh
Rasmussen hevði sett sær
fyri at fáa ein meira posi-
tivan tóna partanna millum
og má hetta sigast at verða
eydnast til fullnar. Vónandi
fer framtíðar samstarvið at
verða eins væleydnað.
Eg kundi - saman við
politisku flokkunum og
stórsta partinum av før-
oyska fólkinum - gleðast
um boðini, men gjørdist tó
minni glað, tá ið Fogh í
samrøðu í SVF og síðan
eisini í føroysku bløðunum,
kom inn á framtíðar uttan-
ríkis-, verju- og gjaldoyra-
politikk Føroya.
1) Uttanríkispolitikkur
Fyri tað fyrsta nevndi Fogh,
at tað fór at gerast sera
trupult fyri eitt lítið land
sum Føroyar at reka uttan-
ríkispolitikk – eitt nú, tí tað
var ov dýrt at stovna um-
boðsstovur v.m. í útlondum.
Her fer Fogh tó skeivur.
Tá ið umræður umboðs-
stovur gera lítil lond – sum
Føroyar – avtalur við størri
lond, ið hava umboðsstovur
kring heimin soleiðis, at
føroyingar móti gjaldi,
kunnu nýta hesar umboðs-
stovur eftir tørvi. Harvið
gerst kostnaðurin sera av-
markaður.
Hartil kemur, at Føroyar
longu í dag hava egnar
umboðsstovur í Danmark,
Belgia og Skotlandi. Gerast
Føroyar
sjálvstøðugar
hevði møguliga verið skila-
gott við einari umboðs-
stovu á asiatiska og einari á
amerikanska marknaðinum
av tí, at hesir marknaðir eru
sera
viðkomandi
fyri
føroyskt vinnulív.
Uttanríkisøkið er stórt og
fjølbroytt. Við uttanríkis-
politikki fylgja atlit, ábyrgd
og uppgávur.
Føroyar hava í dag eina
servitan á økinum og
uppbyggja støðugt eina enn
betur vitan – m.a. umvegis
Uttanlandsdeildina á Løg-
mansskrivstovuni
–
og
somuleiðis umvegis stýrini,
ið javnan samstarva við
útlendskar myndugleikar.
Eitt nú kann nevnast, at
Føroyar longu í dag standa
fyri beinleiðis samráðing-
um við ES og aðrar fiski-
vinnutjóðir um handils- og
fiskivinnuavtalur og eisini
eru omanfyristandandi um-
boðsstovur settar á stovn.
Hartil skal nevnast, at
Danmark í dag umboðar
Føroyar í flest øllum al-
tjóða felagsskapum. Dan-
mark fer sjálvsagt fyrst og
fremst at hugsað um egin
áhugamál, og eru hesi ikki
altíð í samsvar við føroysk.
Sum dømi kunnu nevn-
ast, at Danmark eitt nú hev-
ur atkvøtt ímóti stórhvala-
veiðu í altjóða hvalaveiði
felagsskapinum – ímóti
ynskjum hjá føroyingum.
Eisini
hevur
Danmark
forða fyri góðum avtalum
viðvíkjandi útflutningi av
føroyskum rækjum til ES
og somuleiðis hevur Dan-
mark lagt seg útí eina trí-
landaavtaluna
millum
Føroyar, Ísland og Grøn-
land á fiskivinnuøkinum.
Einar sjálvstøðugar Før-
oyar vilja kunna umboða
føroysk áhugamál, tá ið
umræður uttanríkismál.
2) Verjupolitikkur
Somuleiðis vísti Fogh á, at
verjupolitikk fór Føroyar
eisini at hava trupult við, tí
ov dýrt er at hava eina hern-
aðarliga verju.
Eisini hesum viðvíkjandi
talar Fogh ósatt. Fogh er so
sera greiður yvir, at Før-
oyar sjálvsagt ikki fara at
byggja upp nakra hernað-
arliga verju. Føroyar fara í
samstarvi við eitt nú NATO
at fáa tað verju, ið er neyð-
ug, skuldi kríggj brostið á.
Verjupolitikkur Føroya
fer – eins og verjupoli-
tikkur Danmarkar – í stóran
mun at verða stýrdur av
teimum størru tjóðunum í
heiminum. Føroyar fara
óivað í framtíðini – eins og
í dag – at luttaka í altjóða
verjupolitikkinum hjá vest-
urlendsku londunum.
Sum sjálvstøðug tjóð fer
Føroyar at fáa lut í inn-
tøkum frá NATO í sam-
bandi við at føroysk jørð
verður nýtt til verjuenda-
mál og samstundis vil Før-
oyar eisini fáa møguleika
fyri at samráða seg fram til
loysnir, sum uttan iva m.a.
fara at innibera nýggjar
samstarvs- og vinnumøgu-
leikar á nógvum økjum og
harvið øktar inntøkur.
3) Gjaldoyrapolitikkur
Eisini vísti Fogh á, at lítil
lond sum Føroyar hava sera
trupult við at hava egið
gjaldoyra. Tískil metti Fogh
tað verða best fyri Føroyar
at verða undir donskum
myndugleikum hesum við-
víkjandi.
Men Fogh veit, at tá ið
tað kemur til gjaldoyra-
politikk, so kemur sjálv-
støðugt gjaldoyra sjálvsagt
ikki uppá tal í Føroyum.
Hetta hevur heldur ong-
antíð verið ætlanin og fara
Føroyar óivað um ikki so
nógv ár at nýta evruna sum
gjaldoyra.
Tað vil altíð verða ein
fyrimunur at nýta sama
gjaldoyra sum tey lond, ið
vit innflyta frá og útflyta til
– hetta til tess at spara
transaktións- og váðakostn-
að.
ES er heilt klárt nógv
tann stórsti marknaðurin
hjá føroyska vinnulívinum
og tað er tískil sjálvsagt, at
Føroyar - um ætlanin er at
nýta annað gjaldoyra enn
donsku krónuna - fara at
nýta evruna sum gjaldoyra.
Tað hevur ljóðað at danir
aftur skulu til fólkaatkvøðu
viðvíkjandi evruni um nøk-
ur ár, og gongur europeiska
gjaldoyrasamstarvið sum
ætlað, fer danska krónan
óivað at verða skift út við
evruna tá. Í so fall fara
føroyingar óivað eisini at
nýta evruna.
Nú komið er inn á
gjaldoyrapolitikk
skal
nevnast, at besta loysnin
fyri altjóða handilin hevði
verið eitt felags altjóða
gjaldoyra fyri allar tjóðir.
Hetta hevði í stóran mun
gjørt tað lættari at keypt og
selt vørur tvørturum landa-
mørk, og hevði hetta gjørt
kappingina størri til gagns
fyri allar borgarar og sam-
feløgini sum heild.
Vit síggja eitt nú, at lond
í suðuramerika fáa alsamt
størri áhuga fyri at nýta
US-dollar sum gjaldoyra og
somuleiðis er stórur partur
av Europa farið at nýta
evruna. Hetta eru tiltøk, ið
kunnu verða stig á leiðini
fram ímóti einum felags
altjóða gjaldoyra. Eitt tílíkt
gjaldoyra vil tó ikki koma
uppá tal tey fyrstu mongu
árini.
Megna Føroyar ikki
uppgávuna ?
Sum nevnt omanfyri er
danski statsministarin fult
upplýstur um, at føroyski
framtíðar uttanríkis-, verju-
og
gjaldoyrapolitikkurin
ikki fer at fáa teir trupul-
leikar, ið Fogh nevnir og
mugu útsagnir Fogh’s tískil
tulkast sum ein roynd at fáa
føroyingar at trúgva, at vit
ikki eru førir fyri at klára
okkum á nevndu økjum.
Hetta er ikki saklig upp-
lýsing – og eiga føroyingar
ikki at taka hesar útsagnir
fyri fult. Sjálvsagt kunnu
Føroyar eins og aðrar
smátjóðir – í samstarvið
við aðrar tjóðir - klára seg
væl og menna seg á uttan-
ríkis-, verju- og gjaldoyra-
økinum.
Greitt er, at verju- og
gjaldoyrapolitikkur í stóran
mun verður avgjørdur av
størstu tjóðunum í heimin-
um, men gerast Føroyar
sjálvstøðugar er møguleiki
fyri at velja loysnir, ið
hóska seg betur til føroysk
áhugamál – eitt nú við-
víkjandi hvat samstarv vit
ynskja við NATO og hvat
gjaldoyra vit ynskja at nýta.
Føroyar á altjóða
leikpallinum
Nógvar smáar tjóðir virka
kring heimin í dag. Fólkatal
og landafrøði hevur ikki
longur avgerandi týdning
fyri, hvørt ein tjóð klárar
seg á altjóða leikpallinum.
Í og við at alheimsgerðin
er við til at opna landa-
mørk, handils- og sam-
starvsmøguleikar v.m. er
alheimsgerðin í stóran mun
við til at fremja áhuga-
málini hjá smáum tjóðum.
Føroyar liggja landa-
frøðiliga í eitt av heimsins
ríkastu økjum. Vit hava eitt
sera vælútbúgvið fólk – og
harvið stórt vitunarligt ríki-
dømi. Vit hava stórt ríki-
dømi í havi og sannlíkt
eisini í undirgrundini. Vit
hava eitt framkomið, ný-
mótans og kappingarført
vinnulív. Vit hava eina
fólkaræðisliga
stjórnar-
skipan og virða øll manna-
rættindi.
Vit hava harvið alt, ið
krevst til tess at gerast ein
sterk sjálvstøðug tjóð, ið
fer at verða viðurkend á
altjóða leikpallinum. Har-
við fáa vit ríkar møguleikar
fyri at samstarva við onnur
lond og altjóða felags-
skapir, eitt nú viðvíkjandi
okkara uttanríkis-, verju-
og gjaldoyrapolitikki.
Niðurstøðan er, at Før-
oyar hava allar fyritreytir
fyri, at reka uttanríkis-,
verju- og gjaldoyrapolitikk
á høgum støði. Tískil fer
danski
statsministarin
skeivur, tá ið hann ikki
metur hetta verða møguligt
fyri einar sjálvstøðugar
Føroyar.
Føroyskur uttanríkis-, verju- og gjaldoyrapolitikkur
VIÐMERKINGAR
Dansifelagið Dansi-
frøi hevur leygardag-
in 26. januar 30 ár á
baki. Í hesum sam-
bandi verður skipað
fyri stórari dansi-
framsýning í Norður-
landahúsinum
DANSUR
Ingrid Bjarnastein
Tey, ið hava hug, kunnu
gleða seg til hálvan annan
tíma av dansi leygardagin,
tí tá skipar Dansifrøi fyri
stórum dansitiltaki í Norð-
urlandahúsinum.
Hetta
verður gjørt í sambandi við,
at felagið fyllir 30 ár tann
26. januar.
Dansifrøi heldur til í
Studentaskúlanum í Hoy-
dølum, har tey í vetur hava
vant við seks holdum í
allan vetur. Tey seks holdini
eru øll á ymsum støði frá
nýbyrjarum til heilt vandar
dansarar.
– Ógvuliga hugaligt er at
síggja, at eisini heilt ung
fólk eru áhugað í at dansa,
sigur Erling Jørgensen, for-
maður í Dansifrøi.
– Tey ungu hugna sær
ógvuliga væl. Kanska eru
tað eitt sindur meira gentur
enn dreingir, men dreing-
irnir eru eisini nógvir, og er
tað sjálvandi gleðiligt at
síggja. Tey ungu eru mest
áhugað í at dansa Rock ´n
Roll, ella tað, sum vit kalla
eingilskan dans, men tað
vísir seg, at teimum dámar
eisini væl at dansa teir
gomlu dansirnar tá tey eru
fyrst komin í gongd.
Til tiltakið í Norður-
landahúsinum hevur Rhoda
Rubeksen eitt eyka hold, og
eisini hevur Sharon Weiss
eitt hold við livandi tón-
leiki.
Jógvan Martin Mørk
hevur vant trý av holdunum
í vetur, meðan Joan Bláfoss
hevur tikið sær av teimum
ungu.
Dansitiltakið
byrjar
klokkan 15.00 og eru tað
seks hold, ið koma at fram-
føra ymsar dansir. At-
gongumerki á 80 krónur
eru at fáa í Norðurlanda-
húsinum.
Býráðsumsitingin
hevur gjørt av, at
foreldur í Tórshavnar
kommunu yvir ein
kamb skulu gjalda
eins gjald fyri
vøggustovu- ella
barnagarðspláss. Tó
so – gjaldið fyri
vøggustovupláss og
barnagarðspláss er
ikki tað sama. Men
hvussu kann býráðs-
umsitingin gera hetta,
tá tænastan ikki er
eins á øllum stovnum.
Her verður hugsað
um til dømis heitan
mat, blæður og annað
ANSINGARPLÁSS
Ingrid Bjarnastein
– Grundin til, at hetta varð
sett í verk er, at vit hava
nógvar stovnar í Havnini,
og tað er stórur munur á
kostnaði. Foreldur hava tí
spurt, hví tey skulu gjalda
eitt gjald, tá onnur gjalda
eitt minni gjald, og eisini
býráðsumsitingin undraði
seg yvir henda spurning,
sigur Jan Christiansen,
borgarstjóri.
Stovnarnir fáa í dag eina
fíggjarveiting frá kommun-
uni, sum stovnurin síðan
ræður yvir sjálvur. Hugt
hevur verið eftir, hvussu
nógv kostar at reka stovnin,
og síðani hevur stovnurin
fingið eina fíggjarveiting at
arbeiða út frá. Kostnaðurin
á vøggustovu- og barna-
garðsplássum er roknaður
út frá miðalrakstrarkostn-
aðinum fyri allar stovnarn-
ar í Havn, og tey flestu
gjalda tað sama sum áðr-
enn, tó nøkur eitt lítið sind-
ur minni og nøkur eitt lítið
sindur meira.
Ikki sparitiltak
Jan Christiansen sigur, at
tørvurin á ansingarplássum
í Havn er langt frá nøkt-
andi, og tí hava foreldur
ikki »ráð« til at velja og
vraka sum teimum lystir.
Tænastustøðini
eru
tó
ymisk. Summir barnagarð-
ar bjóða heitan mat til
børnini og summir ikki,
onkrar vøggustovur hava
blæður til børnini, og á
summum ert tú noyddur at
hava blæðurnar við sjálvur.
– Tænastustøðnum ræður
stovnsleiðarin síðani fyri,
sigur Jan Christiansen.
– Tað er stovnsleiðarin,
sum ger av, hvat peningurin
í fíggjarveitingini verður
nýttur til. Vit brúka sama
politikk við skúlunum og
tað vísir seg at rigga fínt.
Við skúlunum var fyrr
soleiðis, at um skúlin ikki
brúkti alla fíggjarveiting-
ina, fekk hann tað minni í
fíggjarveiting næsta ár.
Hetta førdi við sær, at tá
komið var út í desember
mánaða valdi skúlin at
brúka restina av fíggjarveit-
ingini til eitt hvørt, næstan
bert fyri at brúka hana, fyri
at ikki fáa eina skerda
fíggjarveiting næsta árið.
Hetta er nú broytt. Pening-
urin, sum loypur av fyri
fíggjarárið, bæði hjá barna-
garðum og skúlum, fellur
ikki aftur til býráðið, men
stovnurin sleppur at hava
peningin sjálvur, uttan at
fíggjarveitingin næsta árið
minkar.
– Soleiðis kunnu stovns-
leiðararnir sjálvir priorit-
era, hvat peningurin verður
nýttur til. Tað eru teir bestu
stovnsleiðararnir, sum fáa
pening at loypa av, og ger
hetta, at tað verða stovns-
leiðararnir, ið duga best at
nýta peningin, ið teimum er
tillutaður, ið kann veita
hægsta støðið, sigur Jan
Christiansen.
– Henda avgerðin um at
øll foreldur skulu gjalda
eins
annaðhvørt
fyri
vøggustovu- ella barna-
garðspláss kom fyri at
sleppa
undan
ónøgdini
millum foreldrini sjálvi. Nú
hava barnagarðarnir fingið
ein karm at halda seg
innanfyri júst sum tað er
við øllum øðrum her í sam-
felagnum. Gularótin er so,
at peningurin, ið loypur av
fyri fíggjarárið fellur til
stovnin, og sum stovnurin
síðani kann nýta sum hon-
um lystir, uttan at fíggjar-
veitingin árið eftir minkar.
Sigast skal eisini, at hetta er
ikki eitt sparitiltak hjá bý-
ráðnum. Miðalgjaldið er
tað sama, tó soleiðis, at
summi foreldur gjalda eitt
sindur meira og summi eitt
sindur minni.
Sama gjald, ymsar tænastur
Jan Christiansen, borgarstjóri í Havn, sigur, at foreldur hava
ikki ráð at velja og vraka, sum teimum lystir. Tey eru noydd at
taka av tí, sum teimum verður bjóðað
LØGREGLUTÍÐINDI
Ingrid Bjarnastein
Seks bilførarar vórðu
tiknir »á hjólunum«,
sum sagt verður, fyri
rúsdrekkakoyring
í
Havnini um vikuskiftið.
Hetta vil siga, at teir eru
tiknir
meðan
teir
koyrdu.
Eisini fekk løgreglan
eina fráboðan um, at ein
koyrdi fullur, og endaði
hetta við einum ferðslu-
óhappi á Frælsinum í
Havn, har fulli bilførarin
rendi á tveir bilar. Ongin
fólkaskaði stóðst av
óhappinum
Innbrot á skúlan
við Ósánna
Í Klaksvík hevur var eitt
innbrot á skúlan við
Ósánna fríggjanáttina.
Her var talan um tveir
ungdómar, sum høvdu
brotið seg inn á skúlan
har teir vóru farnir í holt
við tveir óstappaðar
fuglar. Eisini høvdu teir
tømt ein pulvursløkkjara
á skúlanum.
Vakthavandi á politi-
støðini í Klaksvík sigur,
at onki álvarsligt er hent,
men at pulvursløkkjarar
dálka illa, so talan verð-
ur helst um eitt størri
vaskiarbeiði á skúlan-
um. Innbrotið er tó ikki
tað fyrsta av slagnum,
tað er komið fyri fleiri
ferðir fyrr, at brotið hevr
verið inn á skúlar, og
hava tey málini verið
uppklárað.
Løgreglan
sigur seg hava slóðir at
ganga eftir hesum mál-
inum viðvíkjandi, men
tó hevði tað verið gott
um onkur visti okkurt at
siga løgregluni í Klaks-
vík.
– Tað er onkuntíð
komið fyri, at skúlin
hevur verið noyddur at
lata aftur í nakrar dagar
tá innbrot hevur verið,
men tað er talan helst
ikki um í hesum førum,
sigur
vakthavandi
á
politistøðini í Klaksvík
at enda.
INNBROT
Ingrid Bjarnastein
Náttina til sunnudagin
kom Eysturoyar Vaktar-
hald fram á tveir menn,
sum vóru í gongd við at
bróta inn í Føroya Spari-
kassa
í
Saltangará.
Klokkan var gott 5.30 á
morgni, tá Eysturoyar
Vaktarhald uppdagaði,
at tveir menn vórðu í
holt við at taka eina rist
frá til ventilatiónina í
kjallarahæddini
hjá
Sparikassanum.
Teir
vóru væl ávegis til at
koma inn, tá vaktarhald-
ið fekk eyga á teir. Teir
báðir menninir uppdag-
aðu tó, at teir vóru
sæddir, so teir hildu til
beins.
Løgreglan í Runavík
veit tó, hvørjir menninir
eru; teir eru ikki tiknir
enn, men fer hetta at
henda skjótast gjørligt.
Revsingin fyri at bróta
inn á peningastovnar
kann vera heilt frá bót til
fongsulsrevsing
uppá
fýra ár um talan er um
heilt grov innbrot. Tó
var talan ikki um nakað
álvarsamt innbrot um
vikuskiftið, tí menninir
vóru jú ikki komnir inn í
sparikassan.
– Brotsmenninir eru
tveir kenningar hjá løg-
regluni her í Runavík, so
teir kunnu vænta sær
eina hampuliga revsing,
sigur vakthavandi á pol-
itistøðini í Runavík.
Dansifrøi 30 ár
á baki
Dansifrøi skipar fyri stórum dansitiltaki í Norðurlanda-
húsinum komandi leygardag
Savnsmynd
Brutu inn á skúlan
Innbrot í Sparikassanum
C
M
Y
K
13
12