Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-25, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. juni 2010síða 2

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 25. juni 2010 · Nr. 99 vikuskiftisblaðið Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Herviligi Henry og fót bólts ­ hetjan og Herviligi Henry og øgiliga óreina tíðar maskin­ an. So komu tær endiliga. Nýggju bøkurnar um Hervi­ liga Henry, barnið, sum øll elska at hata. Tú veitst, at har sum Henry er, har hendir okkurt stuttligt. Henry ger nevniliga skálkabrøgd, so tú ringir teg saman av látri. Bókin Herviligi Henry og fótbóltshetjan er ser­ liga aktuell júst nú, HM er á skránni. Les um, hvussu Henry oyðileggur fótbólts­ dystin, hvussu hann lúrir í dag bókina hjá Frálíka Fríð­ riki, tá hann fer á fína mat­ stovu at eta sninglar og ikki minst, hvussu tað gongur, tá Frálíki Fríðrikur hevnir seg. Bøkurnar um Hervi liga Henry eru sera væl um­ tókt ar millum børn, og nú er eis ini tekni films røð og teldu spøl gjørd um hann. Tað er Fran cesca Simon, sum hevur skrivað bøkurnar, ið eru týddar til 20 mál. Tony Ross hevur myndprýtt bøk ur­ nar, og Bergur Rasmussen hevur týtt. Bøkurnar eru umleið 102 og 88 bls. og kosta 90 krónur fyri hvørja. Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Í kvøld klokkan 19 verður jóansøkuhald í Fuglafirði við eldstað Tórs heimi á Oyruni. Har verður nýggja felags­ grillin, Hugin & Munin, hand að borgarunum til brúks klokkan 19. Tummas Lambastein fer at bjóða vælkomin og greiða frá um eldstaðin og grillina. Grillin verður heit og til reiðar at leggja steikimat á kl. 19. Í meðan flytur Frits Johannesen fram røðu fyri at gera eitt sindur av stási burtur úr hesum nýggja elstaði Tórs og grillini Hugin & Munin. Úr Fuglafirði siga tey, at fólk mugu sjálvi hava steikimat við. Fuglafjarðar Horn orkest­ ur setur – sum næstan altíð, tá ið fuglfirðingar eiga okkurt at gleðast um ­ sín góða dám á løtuna við nøkrum væl blástum løgum. Annars verð ur eisini felagssangur. Øll eru vælkomin, siga fyri­ reikararnir. A t byggja røktarheim til tess at útvega fleiri røkt­ ar heimspláss, og so at nið ur leggja røktarpláss, tí vit byggja røktarheim, tað er í øllum førum so ólogiskt, sum tað kann vera. Men hetta er í øllum førum ætlanin hjá landsstýriskvinnuni í almannamálum, Rósu Samuelsen. Vit hava á hesum stað fleiri ferð ir viðgjørt tann veruleika, at tað altíð eru tey veiku, sum verða ofrað í sparingum. Vit hava nevnt sparingarnar í skúlaverkinum, har tað fyrst og fremst gongur út yvir næmingar við serligum tørvi, síðani eru tað tímarnir, sum játtaðir vórðu til tess at bøta um pisa­úr­ slitini, sum eisini verða spardir burtur. Automatiska javningin av fólkapensjónunum skal sparast burtur, og síðsta dømið er, at røktar­ pláss skulu niðurleggjast í sam bandi við at røktarheim verða bygd. Vit settu spurningin við legitimi­ tetin hjá Javnaðar flokkinum, tá hann er partur av hesum marg­ hátt liga politikki, sum í øllum før­ um gongur beint upp á tvørs av hugsjónini hjá Javnaðarflokkinum. Men nú meldar so Hans Pauli Strøm, løgtingsmaður og talsmaður hjá Javnaðarflokkinum, púra greitt út, at spariætlanirnar hjá Rósu Samuelsen eru hjartaleysar, og at flokkurin als ikki tekur undir við teimum. Harvið hava vit so fingið greiðu á hugsanini hjá einum av sam gongu­ flokkunum. Spurning urin er so, um Fólkaflokkurin og Sambands­ flokkurin taka undir við at niður­ leggja røktarpláss. Men er politikkur kortini so einfaldur, at Javnaðarflokkurin nú kann seta seg í andstøðu til landsstýriskvinnuna, sum eftir øllum at døma ikki vil koma í somu støðu sum Jacob Vestergaard við inntøkutrygdini. Samgongan hevur gjørt ein játtanarkarm. Hesum karmi hevur Javnaðarflokkurin atkvøtt fyri ­ og sambært hesum játtanarkarmi skulu sparingar setast í verk. So kunnu vit hóskandi spyrja, um høgra hond ikki veit, hvat vinstra ger... Oman á alt hetta, so hevur sam­ gongan eisini gjørt av, at lønar­ karmurin til almennar lønir ikki skal vaksa. Skorið út í papp merkir tað, at um lønarvøkstur verður ­ og tað verður tað ­ so skulu tilsvarandi almenn størv sparast burtur. Ergo: Færri skulu arbeiða hjá tí almenna. Atarbeitt verður fram eftir fummum er sjón fyri søgn. Rósa vil ikki enda sum Vestergaard Í morgin 25. juni letur ein framsýning upp við lista­ verkum hjá Rannvá H. Mort­ en sen í Listaglugganum í Havn. Við á framsýningini eru umleið 25 listaverk, har­ av flestu eru málningar, sum eru málaðir til fram­ sýningina í Listaglugganum. Umframt eru eisini nøk­ ur eldri verk við á fram­ sýningini. Framsýningin í Dr. Ja­ kobsensgøtu 15 í letur upp kl. 16.00, og verður Rannvá H. Mortensen til staðar. Spara fram Eftir fummum Nýggjar bøkur við Herviliga Henry Halda jóansøku í Fuglafirði Ynskja fleiri starvs­ felagar vár í gong kjak á síðu 14 Suður­ oy skal spara 43% kirstin strøm Bech kjak á síðu 12 Rannvá í Listaglugganum