fríggjadagur 25. juni 2010síða 2
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 99 · 25. juni 2010
2
VIKUSKIFTI
Spøkilsið í Lamba
Bilførarar
einsamallir
í verðini
Redaktørur: Inna Törnroos
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen
Forsíðumynd: Elton John / Mynd: Polfoto
4 Bakgrund: ELton John tiL Føroya
7 TIPS: StudEntakJóLar
8 90 SEkund: Bogi andrEaSEn
10 SaMrøða: PEr ung gEr Standmynd av óLavi á hEygum
12 rEPorTaSJa: FLagtEkJur í útLandinum
14 TIl arBEIðIS: JónhiLda magnuSSEn
15 uMafTurafTuruM: høgni dJurhuuS
16 SaMrøða: úr kuwait tiL hvaLBa
19 Mín BESTa uPPSkrIfT: guLarótSPanErað FiSkaFLak
23 Tað hEndur: konSErtir, Bøkur, SEndingar oSFr
24 VIkuMyndIn: BESta myndin í vikuni
Lat meg fyrst viðganga blankt: Viðhvørt
eri eg nokk so ótolin í ferðsluni. Ikki so, at
eg gevi øðrum bilførarum fingurin, men eg
kann gott finna upp á at geva onkrum eitt
lítið floyt, tá ið tað ikki gongur eftir vild.
Og tað ger tað verri enn so altíð í ferðsl
uni. Antin gongur tað ov skjótt, ella ov seint.
Vit hoyra javnan um bilar, sum eru tiknir
fyri at koyra ov skjótt, men vit hoyra næstan
ongantíð um bilførarar, sum eru tiknir fyri at
koyra ov seint.
Tann, sum koyrir nógv, møtir teimum
hvønn einasta dag altso bilførarum, sum
fara sillandi eftir vegnum sum áttu teir allan
vegin einsmallir.
Teir fara so lystiliga trillandi við 5060,
har ongin sum helst umbering er fyri at
koyra undir 80, og samla sær ein hala av
ótol num bilførarum aftanfyri, uttan at tað
nervar teir tað allarminsta. Teir himprast
heldur ikki við at brúka høvuðsvegir, sum sín
egna, privata uppdyrkingarveg og parkera
gleð iliga hálvir úti á vegnum ímeðan teir eru
hjá seyðinum, ella fáast við stik ella hoyggj.
(Men áðrenn nakar fær lúnskar tankar
um ljóshærd konufólk – ella kvinnuligar
bil før arar yvirhøvur, skal staðfestast, at nógv
størsti parturin av hesum bilførarunum er
gamlir menn og tað er nokk so sjálvsagt, tí
enn er tað ikki vanligt, at eldri konur hava
koyri kort).
Eg sakni, at løgreglan eisini ger meiri
burtur úr at taka hesar fýrarnar, sum koyra
ov seint og tveita bilin, har tað passar teim
um, tí teir eru til líka stóran ampa í ferðsluni,
sum nógvir av teimum, ið koyra ov skjótt.
Ikki minst eru mong dømi um, at bilførarar
verða provokeraðir yvir evni til óhepnar
yvir hálingar. Well, sjálvandi skal mann ikki
lata seg provokera, men verðin er ikki full
komin.
Og hetta skal eisini vera ein áheitan á
hetta slagið av bilførarum: Vælsignaðir, kem
ur ein bilur aftanfyri, sum koyrir skjót ari,
blinka til síðina, set ferðina niður og lat teir
sleppa framvið.
Og nú, eg havi fingið luft, fari eg aftur at
seta meg at hyggja at HM í fótbólti.
INNIHALD
SpøkilSi
Inna Törnroos
inna@sosialurin.fo
Vit ringdu til ánaran av húsunum, Jack
Mohr, og spurdu, um hetta veruliga
passar.
Jack flennur: »Ná, eru søgurnar nú
farnar at ganga í Havn«, sigur hann.
– Gentan er eitt tapet á hurðini. Tað
hevur verið har í nógv Harrans ár, og tá
vit keyptu húsini fyri 20 árum síðani,
hildu vit, at handan gentan var so fitt,
at vit lótu hana verða verandi, greiðir
Jack frá.
Kona hansara Sunnuvá er úr Lamba,
og so leingi, sum hon minnist, hevur
handan gentan staðið har.
Jack fortelur at fólk eru blivin kløkk,
tá tey eru komin inn til teirra.
Tapetið er klistrað á eina stongda
hurð. Tapetið ger, at tað sær út, sum
hurð in er opin, og ein genta hyggur
út.
Frá meklarafyritøkuni siga tey, at
nógv fólk hava ringt og spurt um gent
una í hurðini.
So tíanverri – ella tíbetur – spøkilsið
í Lamba er gamalt og fitt, men bert eitt
klisturmerki.
Eini hús í LAmbA hava fingið nógva umTALu sEinastu tíðina.
tEy Eru til søLu hjá Einum av mEklarunum, og myNDIr
liggja úti á nEtinum. á mynd NummAr 8 stEndur Ein lítil
geNTA í hurðini. ongin kEnnist við hEsa gEntu, og søgur
hava gingið um, at hEtta vEruliga Er Eitt spøkILsI…
klumman
Áki
Bertholdsen
Lítla gentan í hurðini hevur vakt nógv høvuðbríggj
myND: inni
myND: tilvildarlig