Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-25, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. juni 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 25. juni 2010 · Nr. 99 4 Sosialurin Leo Poulsen Tað gerst alt meiri vanligt, at kvinnur troðka seg inn á annars mansdominerað øki. Fleiri kvinnur hava fingið prógv til dømis elektrikari, snikk ari, málari og enntá skipari. Og eisini innan húsa smíð halda kvinnur seg framat. Í gjár fekk Anna Reinert handað prógv sum húsa­ smiður á Tekniska Skúla í Tórshavn. Hetta er fyrstu ferð, at Tekniski Skúli í Tórs­ havn handar eini kvinnu prógv sum timburmaður. Men kort ini ikki fyrstu ferð, at tað hend ir í Føroyum. Men hví hevur Anna valt at taka útbugving sum timb­ ur maður? – Eg arbeiddi hjá pápa mínum, sum er timbur­ meistari, og so kom tað rím iliga náttúrligt at fara í læru hjá honum, sigur Anna Reinert. Tað sigur seg sjálvvt, at hon hevur verið rættiliga einsa møll kvinna í einari mans verð, men tað hevur ikki rættiliga nerva hana. – Tað hevur verið ein av­ bjóðing, men eg haldi ikki, at tað hevur verið so galið. Vit hava komið væl út av tí saman, sigur núklækti timb­ ur maðurin. At pápin, Ólavur Reinert, er timburmeistari, hevur sjálv andi havt sína ávirkan á, at Anna fór í læru. – Ja, tað hevur sjálvandi verið viðvirkandi til, at eg tók hesa avgerð, sigur hon. Ofta er tosið í einari mans­ verð ikki hitt sama, sum á inari skrivstovu, og soleiðis hevur eisini verið fyri Annu. – Sjálvandi tosaðu menn­ inir sítt tos, og eg fekk okkurt skotið, men tað lærir man skjótt at liva við, sigur Anna Reinert. Men sjálvt um hon nú hevur lokið útbúgving sum húsasmiður, verður hamarin ikki tað fyrsta, hon fer at taka í hond. – Eg havi søkt inn sum byggiteknikari, so tað verður tann vegin, eg ætli mær, sigur Anna Reinert. Hon er higartil onnur kvinn an, sum fær prógv sum timb ur maður í Føroyum. Hin fyrsta var Margit Eltør, ið fók prógv sum timburmaður á Tekniska Skúla í Klaksvík í 1990. Leo Poulsen Fæið í grunninum eru 18 milliónir krónur, ið stava frá frítíðarløn, sum ikki verður gjørt krav upp á, umframt rentu inn tøkur. Nú verða hesar akti ver­ aðar. Líka síðani lógin um frítíðarløn varð broytt í 1986, hevur ein konta staðið og rentað og vaksið. Deils við frí tíðar­ løn, ið krav ikki er gjørt upp á, deils við rentu­ inntøkum. Frítíðarlønin kann vera frá útlendingum, sum arbeiða í Føroyum eitt tíðarskeið, og sum ant in ikki vita, at teir eiga frítíðarløn, ella ikki tíma at fáast við at gera krav upp á hana, sigur Johan Dahl, avvarandi lands stýrismaður. Reglugerð er gjørd fyri frítíðargrunnin, og nevnd er vald. Bjartur Dalsgarð er formaður í nevnd ini og hann sigur, at tað í høvuðsheitinum eru sjálvsognarstovnar og felagsskapir, sum kunnu søkja úr grunn­ inum. Einstaklingar, parta­ feløg, kommunur og líkn andi kunnu sostatt ikki søkja úr grunninum, tó kunnu eindir í komm­ unum søkja, sigur Bjartur Dalsgarð. Fæið í grunninum er í løtuni 18 milliónir krón­ ur, og nevndin hevur í høvuðsheitinum tríggjar uppgávur. Sum nummar eitt at lata stuðul úr grunn inum, men hartil skal nevndin eisini fíggja um sitingina, umframt at konsolidera grunsfæið. Í løtuni er rentan ógv uliga lág, og tí er stuðuls upphæddin á einari millión krónum. Vit vóna og vænta tó, at upp hæddin aftur fer at koma upp á upprunaligu 1,5 milliónir krónur, sigur Bjartur Dalsgarð. Á tíðindafundinum vórðu nevnd dømir upp á verkætlanir og felags­ skapir, ið kunnu søkja stuðul úr grunn inum: • Toftavatn • Gjógvará í Vestmanna • KFUM, Virkisdepilin á Selatrað • Stígum fast, dansistevna • Húsini í Beitinum • Porkeris bygdarsavn • Gjómaður • Grindabátafelagið í Vági Nevnt varð, at eitt nút Toftavatn hevði fing­ ið stuðul til ljós fram við gongu gøtuni niðan á Toftavatn, Stígum fast hevði fingið stuðul til dansistevnuna og Grinda bátafelagið í Vági hevði fingið stuðul til ein vogn at draga bátarnar upp við. Frítíðargrunnurin hev ur gjørt faldarar, ið greiða frá endamáli grun sins og hvør kann søkja úr grunninum. Eis ini ber til at fara inn á heima síðu grunsins: fritidargrunnurin.fo leo@sosialurin.fo Frítíðar grunn­ urin farin til verka STUÐUL Fyrstu umsókn­ irnar eru játtaðar úr Frítíðar­ grunn inum, sum nú alment er farin til verka. Í fyrstu syftur arbeiðir grunnurin við einum játtanarkarmi á eina millión krónur Anna útbúgvin timburmaður úTbúgving Tað er ikki hvønn dag, at ein kvinna fær prógv sum timburmaður í Føroyum, men tað hendi í gjár, tá Anna Reinert fekk handað sítt prógv á Tekniska Skúla í Tórshavn Anna Reinert saman við pápanum og lærumeistaranum, Ólavi Reinert Mynd: Jens Kristian Vang TiMbURMAÐUR