fríggjadagur 25. juni 2010síða 4
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 99 · 25. juni 2010
4
VIKUSKIFTI
Giovani de Matos og 13-ára gamli
sonur hansara Daniel, ferðast yvir
13.500 kilometrar fyri at koma til
Føroya at hoyra Elton John. Teir
búgva í býnum Florianopolis, sum
er á oynni, Santa Catarina Island, í
Suður brasilia.
Báðir eru stórir tónleikafjepparar,
og tá møguleikin, at bæði uppliva
Paul McCartney og Elton John var
til staðar, bílagdu teir ferðaseðilin til
Evropa.
– Vit ferðast úr Sao Paolo
til London og Cardiff, har Paul
McCartney hevur konsertir 26.
og 27. juni. Frá London fara vit til
Keyp manna havn, og síðan víðari til
Føroya at uppliva Elton John, greiður
Giovani de Matos frá.
Hann er fyrrverandi bankastjóri
í Sao Paolo, sum nú starvast sum
ráðgevi. Bæði hann og sonurin
Daniel dáma væl at ferðast, og teir
hoyrdu fyrstu ferð um Føroyar frá
ein um granna, ið hevði sagt at Før oy-
ar var eitt av vakrastu støðum hann
nakrantíð hevði vitjað.
Dreymur gerst veruleiki
Fjepparar, sum teir báðir eru, av-
gjørdu teir, at konsertirnar hjá Paul
McCartney og tann hjá Elton John
skuldu ikki fara framvið í ár. Teir
kannaðu hvar hesir báðir skuldu
spæla í Evropa, og »Bingo« – Før-
oy ar, sum teir áður høvdu hoyrt um,
fekk vitjan av Elton John.
– Tað hendir ikki oftani, men tað
var also kærleiki við fyrsta eygnabráð,
tá vit sóu myndir úr Føroyum, sigur
Daniel de Matos.
At sleppa at síggja Føroyar og
hoyra Elton John er ein dreymur,
sum gerst veruleiki hjá teimum.
Dennis Holm hjá Fivestar sigur,
at nógv fólk úr Onglandi, Íslandi og
Danmark koma til konsertina.
At tað er ein solokonsert, ið Elton
John fer at hava í Føroyum, er eisini
nakað, ið fólk ferðast eftir.
– Vit hava fingið at vita frá fólk-
inum rundanum Elton John, at ein
solokonsert er ógvuliga eksklusiv.
Solokonsert inniber, at tað verða
Elton og klaverið á pallinum, og onki
annað.
Úr Brasil
til Føroya
Fólk úr øllum heiminum koma til Føroya at
hoyra elton John. tveir, veruligir FJepparar
koma allan vegin úr Brasil til Føroya
lagt tIl rættIs: Inna Törnroos
Hvussu gongur við fyrireik
ingunum til konsertina?
– Jú, vit høvdu kunna havt konsertina
ímorgin. tað mesta er komið upp á
pláss.
Halló
Dennis Holm
Væleydnaða Brian Adams konsertin á Tórsvølli
Feðgarnir Daniel og Giovani koma úr Brasil til Føroya at hoyra Elton John
Fivestar
Sir
J
E
At fáa ein heimskendan sangara sum
Elton John til Føroya er onki ein ger
eftir einum degi.
Fyrireikingarnar og umbønirnar
hava tikið langa tíð.
– Í byrjanini, tá man skal skipa fyri
konsertum, fær man onki svar upp á
sínar umbønir. Um tað so eydnast at
fáa onkran kendan til Føroya, gerst
tað eitt sindur lættari, greiðir Dennis
Holm á Fivestar frá.
At Kris Kristofferson og Bryan
Adams vóru í Føroyum fyri nøkrum
árum síðani vísti seg at hava stóran
týdning, tá Fivestar vildi hava Elton
John til Føroya.
– Gittaristurin hjá Bryan Adams
og dóttir managaran hjá Elton
John kennast væl. Tá tey hittust til
brúd leypið hjá síðstnevndu síðsta
summar, fór tosið inn á Føroyar, og
hvussu væl nøgdur Bryan Adams
hevði verið við vitjanina, greiður
Dennis Holm frá.
Hetta vakti áhugan hjá fólkunum
rundan um Elton John og konsertin í
Føroyum gjørdist veruleiki.
– Um tað eydnast líka væl við
hesi konsertini, kunnu vit kanska
fáa nøvn sum Rolling Stones ella
Bon Jovi hendanvegin, droymur
Dennis Holm.
Bryan Adams opnaði hurðina fyri Elton John
at hoyra
Elton John