fríggjadagur 25. juni 2010síða 6
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 25. juni 2010 · Nr. 99
6
Sosialurin
Randi Jacobsen
Ein sera sjáldsom lista fram
sýning letur upp í Smiðjuni í
Lítluvík í dag klokkan 16.
Listamaðurin er Janus á
Húsagarði.
Hann hevur innrættað
smiðjuna soleiis, at á niðaru
hæddini
eru
tekningar,
sum venda sær til børn og
barnsligar sálir. Á loftinum
eru tekningar meira til tey
vaksnu.
Barnsligu
tekningarnar
eru tær, sum hann hevur
prýtt nýggju bók sína Ferðin
hjá Mosalinu við.
Hetta eru fittar litríkar
tekn ingar, sum útstrála lívs
glaði.
– Eg vil hava tað so, at tá
fólk fara út hiðani, skulu tey
fara við einum smíli, sigur
Janus á Húsagarði.
Ferðin hjá Mosalinu er
onn ur bókin hjá Janusi á
Húsa garði. Hin fyrra æt
Mossa mollis og var um ein
trølladrong, sum ferðaðist
úr Mykinesi eystur til Slætt
ara tind.
Henda bókin er um trølla
gentuna Mosalisu, sum býr í
Beinsvørði, og í bókini ferðast
hon runt í Suðuroynni.
Eingin tekstur
Tað sermekrta við bókunum
hjá Janusi á Húsagarði er, at
søgurnar eru bara myndir.
Eingin tekstur. Tað merkir,
at tann, sum sigur søguna,
má brúka sítt hugflog og
vera fullkomiliga til staðar,
meðan fortalt verður. Børn
kunnu eisini sjálv gera søgur
út frá tekningunum. Nógvir
møguleikar eru at siga børn
unum út frá myndunum um
landalæru, blómur, djór og
annað.
Janus á Húsagarði hevur
tekn að, síðan hann var smá
drongur.
– Eg eri eitt sindur orð
blindur, og tá ið eg gekk í
skúla, sat eg bara pinnastillur
og teknaði, órógvaði ongan,
sigur Janus á Húsagarði.
Orðblindni hansara er
eisini ein orsøkin til, at hann
ger søgur við ongum teksti,
sigur hann.
Ferðin hjá Mosalisu er
kom in út í bókaklubbanum,
og nú kemur hon í bók handl
arnar.
Janus á Húsagarði hevur
í ár fyri aðru ferð teknað
eina ólavsøkuplakat. Hetta
er esiini ein stuttlig og litrík
tekning við nógvum detaljum
av ymsum av tí, sum hendir á
ólavsøku.
Ymiskar aðrar plakatir
hevur hann eisini gjørt til
hesa framsýningina.
Framsýningin er opin í
dag frá klokkan 16 til 19, og
leygardagin til týsdagin frá
kl. 10 til 20.
randi@sosialurin.fo
Janus teknar glaðar myndir
List Í dag letur Janus á Húsagarði upp listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík í Havn. Á fram
sýn ing ini eru m.a. tekningar hansara í bókini Ferðin hjá Mosalisu, sum kemur út nú
Rudda fyri Dannebrog
Drotningarvitjan Bátar verður helst noyddir
at fara útfrá, tá ið kongsskipið Danne borg í dag og
aftur i næstu viku skal liggja at byggju í Sørvági
Randi Jacobsen
Í morgun klokkan 10 kom
Dannebrog til Sørvágs og
verður liggjandi har til leyg
arkvøldið.
Nógvar fyrireikingar hava
verið at gjørt í Sør vágs havn
upp undir vitj anina. Havnar
økið er hampað og ruddað.
Avrátt var, at Danne
borg skuldi liggja niðan fyri
landingarmiðstøðina, og tað
hevði við sær, at størri skip
í dag ikki kundu koma inn.
Útróðrarfiskur frá teimum
smáu
bátunum
slepp ur
inn gjøgnum eina ovari
hurð, sigur Erik David sen,
umsjónarmaður hjá komm
unu við ábyrgd av Sørvágs
havn.
Í gjár lógu tríggir trol
arar við bryggju, og onkrir
teirra noyddust at fara útfrá,
serliga um verjuskipið eisini
skuldi liggja har.
Gjøgnum
Færøernes
Kom mando kom ynski um
at fáa hvítar boyur at hanga
niður við brygguni í staðin
fyri svørtu dekk ini fyri ikki
at dálka kongs skipið, men
tað segði kommunan nei
til. Svørtu fríholtini verða
hangandi, og so verða van
ligar boyur koyrdar inn o.u.
4. hvørt dekk.
Danneborg verður aft ur í
Sørvági 1. og 2. juli, tá ið skipið
fer úr Føroyum aftur.
Dannebrog kom í morgun á Sørvág
Mynd: Andrea Reynstind
Janus á Húsagarð hevur stóra listaframsýning í Smiðjuni, og hann sýnir fram m.a. tekningrnar í bókini Ferðin hjá Mosalisu
Mynd: Jens Kristian