Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-25, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. juni 2010síða 5

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 99 · 25. juni 2010 5 VIKUSKIFTI Elton John: »Jesus var bøssi« Elton John argar. Tað hava viT sæð dømi um í Føroyum seinasTu vikurnar. men ImmI Dam er ikki EInsamallur. Bara seinasTa hálva árIð er elTon John Forðaður aT koma Til egypTaland og ForDømDur í marokko Elton John hevur sitið 40 ár á popp­ trónuni. Hann er multi miljar derur og er maðurin handan mest seljandi stakfløguna nakrantíð. Men sjálvt ikki tað kann forða fyri at víðgangdir trúðarbólkar – bæði muslimskir og kristnir – síggja reytt tá navnið Elton John verður nevnt. Tey, ið hava gott minni, minnast kanska kjakið, ið var tá Elton skuldi syngja til jarðarferðina hjá Dianu prinsessu í august 1997. Nógv hildu, at tað var forferdiligt, at ein homo­ seks uellur maður skuldi inn í kirkjuna at syngja, ið nærveru hjá drotn ingini. Men fólkið slapp at ráða, og sang­ urin »Englands rose« var spæld ur í kirkjuni. Í februar í ár eydnaðist tað aftur Elton John at arga. Hann segði í eini samrøðu við amerikanska blaðið Parade at »Jesus var ein kensluborin, intelligentur, homoseksuellur mað­ ur«. Úttalilsið varð endurgivið í bløð um um allan heimin, og nógvir kristnir leiðarar fordømdu Elton John. Elton sjálvur var illur inn á blað ið og segði, at úttalilsið var tikið úr sínum samanhangi. Hann segði eisini, at Jesus skilti fólk, sum høvdu tað torført og var kærleiksfullur. At hann fyrigav á krossinum, og at Elton John skilur ikki, hvar allur ónd skapur í heiminum kemur frá. Men úttalilsið um, at Jesus skuldi vera bøssi, vísti seg at fáa avleiðingar. Tá Elton John fyrr í vár skuldi hava eina konsert í Egyptalandi, varð hon avlýst vegna úttalilsið. Hóast at flestu fólk í Egyptalandi eru muslimar, er Jesus ein týdningarmikil profetur í teirra trúgv. Konsertin í grannalandinum Marocco var tó gjøgnumførd, men nógv vóru kritiskt til at lata Elton John framføra. Eftir konsertina og kjakið um úttalilsið, kom Elton John við einum tíðindaskrivi, har hann millum annað sigur: »Eg havi altíð trúð, at tónleikur er ein heimur fyri seg, skildur frá politikki, trúgv og ávirkan av øðrum slagi! Eg havi mangan haft konsertir á avbjóðandi støðum, sum Sovjet, Norðurírlandi í 1970­unum, Ísrael í 1990­unum, og sum nú í Marokko... Tónleikur er og fer altíð at vera eitt altjóða mál, uttan avmarkingar. Tón­ leikur gevur íblástur til einigheit og byggir brýr millum fólk. Eg fari at halda á fram at spæla til konsertir alla staðni í heiminum, har eg kann stuðla undir hesa einigheit.« Hví kostar tað so nógv (750,- kr.) at fara til hesa konsertina? – Eg haldi ikki at tað kostar so nógv. Eg sá á einari heimasíðu, at tá Elton John fyri nøkrum vikum síðani hevði konsert í Ísrael, kostaðu atgongumerkini 1.450 kr og vóru útseld eftir 4-5 døgum. Hvat gera tit um tað fer at regna illa? – at tað regnar í Føroyum eru fólk von við. Gundadalur er veðurgott stað, og tíðin er tann besta at hava uttandurakonsertir. Nær kemur Elton John til Føroya? – tað kann eg ikki upplýsa. men stórar stjørnur sum hann, koma oftani sama dag. Kemur hann við Atlantic Airways? – nei, hann hevur egið flogfar. Fakta elton john Føddur: 25. mars 1947 Navn: (Reginald Kenneth Dwight) Elton John Familja: maðurin David Furnish Bakgrund: Føddur í Onglandi. Tá hann var 11 ár, fekk hann eitt stipendium, ið loyvdi honum at byrja á Royal Academy of Music í London. Síðst í 1960-unum hitti hann Bernie Taupin, ið hann enn skrivar allan tónleik saman við. Bernie skrivar tekstin og Elton John ger tónleikin. Fyrsta fløgan hjá teimum var »Empty Sky«, ið kom út 1969. Heiður: 1998 gjørdi drotning Elizabeth Elton John til Sir Elton John John lton