Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-25, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. juni 2010síða 17

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Fríggjadagur 25. juni 2010 · Nr. 99 Sosialurin Tøkk Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, hjálp og stuðul, tá kæri maður mín, pápi, verpápi og abbi okkara, ALF J. KRISTOFFERSEN andaðist og varð borin til gravar. Ein serlig tøkk til palliativa toymi, B6 á Landssjúkrahúsinum, Hera Joensen, prest, kristiliga sangkórið, Havnarkórið og fyri gávur til SOS-Børnebyerne. Vegna familjuna Sonja, Bente, Sunrid, Jan og Leif Tøkk Vit takka hjartaliga tykkum øllum, sum sýndu samkenslu tá okkara elskaði sonur og beiggi Sune Klett andaðist og varð jarðaður. Tøkk til tykkum øll, ið á ymiskan hátt hjálptu til við jarðarferðina. Tøkk fyri blómur, kransar, heilsanir og gávur til Epileptikarafelagið, og tøkk til tykkum øll, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunar vegna Anna Katrina, Hjørgrímur og Anna Elisabeth 26. juni verður Elinborg Hús garð í Syðrugøtu 80 ár. Elinborg er ættað úr Fugla firði, dóttir Sámal Petur (yngra) og Petru Peter­ sen. Í 1957 giftist Elin borg, við Per Hús garð, bónda, úr Syðru gøtu. Elinborg hevur eitt sera lætt sinni, og er ofta nógvur látur, har hon er. Hon er ar­ beiðssom og hevur altíð verið nógv at tykist við á bóndagarðinum. Hettar hev­ ur henni dáma sera væl, og luttekur framvegis í hesum arbeiði. Elinborg er sera dugnalig til at binda, og er tað mangt plaggið, sum hon hevur lagt úr hondum, bæði til familjuna og onnur, m.a. hevur hon bundið troyggju til krónprins Fríðrik. Elinborg og Per eiga trý børn: Líggjas, sum er bóndi og býr í Syðrugøtu, Marjun, sum er barna­ og familjuráðgevi og býr í Køge í Danmark, og Pætur sum er verkfrøðingur og býr í Hoyvík. Ommubørnini er 7 í tali. Per doyði í mars 2009. Elinborg er burturstødd føðingardagin. 80 ára føðingardagur Bjarne Hansen, admini strer­ ende direktør hen holds vis bestyrelses formand (1981­ 2001) i daværende Maersk Air, blev glædeligt over ­ rask et, da han på sin 70 års dag tirsdag fik uventet besøg af sin mangeårige ven og forretningspartner på Færøerne, direktør Lars Larsen, dengang indehaver af Flogfelag Føroya, der var Maersk Air's officielle agent. Fødselsdagsreceptionen, der blev holdt i Hellerup Sejl klub nord for Køben­ havn, samlede mere end 300 gratu lanter, der repræsent er ede et bredt udsnit af Bjarnes omfangs­ rige netværk fra Maersk Air­epoken såvel som de mange andre gøremål, fødselaren har kastet sig over, siden han forlod A. P. Møller­koncernen. pjp. Sunnudagin 27. juni fyllir Brynhild Arge í Havn 80 ár. Brynhild er ættað úr Miðvági. Foreldrini vóru Axel og Thomina Niclasen. Pápin fórst við trolaranum Nýggjaberg undir seinna heimsbardaga. Brynhild er nummar 5 í einum systk­ ina flokki upp á 8, har tey 7 enn eru á lívi og still going strong. Brynhild giftist við Jó­ hannes Arge, Jóhannes hjá Bil Óla, úr Havn. Tey fingu fýra børn umframt eina ommu dóttir, ið tey upp fostr­ aðu. Jóhannes doyði í 2001. Brynhild er ein sera virk­ in kona. Hon kavar enn frá hægstu vippu í svimji­ høllini saman við hinum morgunfrúunum. Dagurin verður hildin hjá dóttrini Kirstin, Millum Gilja 165 í Hoyvík, frá kl. 11 sunnumorgunin. Brynhild Arge áttati Andlát Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at okkara kæra mamma, vermamma og omma Esther Poulsen, Strendur andaðist týsdagin 22 juni 2010, 86 ára gomul. Farið verður av Eysturoyar røktar- og ellisheimi fríggjakvøldið 25 juni kl 18. Jarðarferðin verður úr Sjóvar Kirkju leygardagin 26 juni kl 14. Eydna, Svenn og børnini Bjarne fik uventet besøg På billedet ses Bjarne Hansen med sin færøske ven, Lars Larsen, og dennes barnebarn, Larsen Black. 'Lille-Lars', der er 190 centimeter høj, læser biologi i København og havde påtaget sig at ledsage morfar til receptionen. Foto: Preben Jack Petersen