Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-25, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. juni 2010síða 16

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 99 · 25. juni 2010 16 VIKUSKIFTI samrøða Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Tú sært tað beinanvegin á Arousiak at hon er ikki føroysk. Men tað er munandi verri at hoyra, at hon eftir bert fimm árum hevur lært seg føroyska málið so skjótt og so væl. Enntá við suðuroyar-dialekt! – Eg havi lært meg føroyskt, faktiskt bara við at lurta eftir, tá onnur tosaðu saman. Síðani havi eg spurt, hvat tað merkti og so líðandi eri eg komin á málið. Eg biði eisini altíð genturnar um borð á Smyrli um at rætta meg, um eg úttali okkurt galið. Og tað gera tær tí betur eisini. – Faktiskt vildi eg fegin lært meg at lesa og skriva føroyskt, soleiðis at eg eisini kann benda orðini rætt. Men eg veit ikki um nakað stað, har man kann gera tað, sigur Arousiak, sum um framt føroyskt eisini tosar enskt, armenskt, arabiskt og turkiskt. - Eg kundi væl hugsað mær at lært meg danskt eisini. Hon og maðurin hava tey seinnu árini búð inni hjá verforeldrum hennara. Men í løtuni standa sethús teirra í gerð í Hvalba. Ætlanin er at flyta inn í tey í næsta mánaði. – Tá fara vit at fáa umstøður at hava børn, sigur hon. Face-to-face Hóast mong munnu kenna brosandi andlit Arousiaks frá Smyrli, so er hon upprunaliga útbúgvin innan ferða- vinn una í Kuwait. Ein stórur partur av gerandisdegi henn ara var tá at sita frammanfyri teld uni, meðan hon útinti arbeiði sítt inn an ferða vinnuna. Og henni dámdi eis ini sera væl at chatta við onnur fólk úr øðr um londum. Ein summardag fyri júst sjey árum síðani kom hon á fyrsta sinni í samband við ein føroyskan chattara: Ein ungan sjómann úr Hvalba. – Eg veit ikki, vit byrjaði at chatta saman, settu síðani myndatólið til og fingu soleiðis tosað betur og betur saman. Og ein dag avgjørdu vit at møtast face-to-face, sigur Arousiak við einum brosi. – Og hví ikki gera brúk av møgu leika mínum at ferðast ókeypis kring heimin í arbeiðsørindum? Avgjørt varð, at tey skuldu møtast í Keypmannahavn – hon skuldi flúgva úr Kuwait og hann úr Føroyum. Har hittust tey so, og høvdu eina góða og spenn andi viku saman í danska høvuðs staðnum. – Tað bleiv bara til tað, at vit bæði blivu forelskað, sigur Arousiak og bros ar enn einaferð um alt andlitið. Men Arousiak vildi fegin sleppa at hitta hann eina ferð aftrat, og tey møtt ust tí aftur í Keypmannahavn, einaferð hann var heima av skipi. – Eg veit ikki. Vit avgjørdu at fara eina túr til Føroyar, og mær dámdi bein an vegin so væl her, at eg fór ongatíð heimaftur. Álit á hvalbingi Hetta var ein stór avgerð at taka fyri eina unga kvinnu, at flyta heilt úr Kuwait og beinleiðis til Suðuroyar. Og reak sjónirnar frá familjuni vóru eisini til at skilja. Systir hennara var púrasta tikin av bóli av Arousiak: – Eg ringdi til Hvalba er himmalin fyri meg Tað er bara so fantaStiSkt aT búgva her í HvalBa. her er friðarligT, her er trygt, her eru sera fiTT fólk og sera vakurt. eg vildi ikki búð nakra aðrasTaðni enn Her, sigur 35 ára gamla arouSiak BerBerian Hammer. Hon roknar seg sum armenara, men er nú gifT føroySkum sjómanni. – mær dámar væl aT fara ein Túr Til Havnar, men eg eri alTíð glað fyri aT koma Suður afTur Til friðin og Tað avStreSSaða lívið her í HvalBa Vit høvdu ikki siglt í meiri enn 15 minuttir, fyrrenn eg byrjaði at spýggja. Og eg spýði faktiskt allan vegin suður