Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-25, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. juni 2010síða 16

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 25. juni 2010 · Nr. 99 16 Sosialurin Nøvn Master í leitingarjarðalisfrøði Fýra teir fyrstu, sum hava tikið masterprógv í náttúru­ vísindum í Føroyum saman við vegleiðara sínum. Teir fingu prógv sum Master í leitingarjarðalisfrøði frá Fróð skapar setrinum 22. juni 2010 Fyrr í summar hevði matstovan Marco Polo í Havn vitjan av einum fyrrverandi borgmeistara og einum journalisti úr Eysturríki. Seinni var ein grein í stóru eysturíksku avísini Kronen Zeitung við eini samrøðu við kokkin í Marco Polo, Eddi Leyni, sum eigur eitt stórt savn av eysturríkskum frímerkjum. Blaðið skrivar at føroyski stjørnukokkurin, 72 ára gamli Eddi Leyni, er eysturríkskur frímerkjakongur. Hann er kendur sum besti kokkur í Føroyum, og nógvir skandi­ navar ferðast langa leið fyri at smakka búffarnar hjá honum. Men Eddi er eisini eystur­ ríkskur frí merkja keis ari. Savn hansara fevnir um eysturríksk frímerki í túsunda tali ­ frá Arnold Schwarts negger til Niki Lauda. Sum skipskokkur ferðað­ ist Eddi kring um í heiminum, samstundis sum hann hevði brævasamband við síni kæru heima. Einaferð kom hann fram á eitt frímerki frá Bodensee­Schiffahrt. “Eg gjørdist bein an vegin hugtikin av frí merkjunum úr Eysturríki og helt ongantíð uppat við at savna tey”, sigur Eddi Leyni sum í dag starvast í matstovuni Marco Polo í føroyska høvuðsstaðnum Tórshavn. Har hevur hann framvegis samband við Waldviertel og við hjálp frá savnaranum, tí 90 ára gamla Karl Koller, hevur hann bygt upp eitt nærum fullkomið savn av frímerkjum úr Eysturríki. mg Eddi í eysturríkskum blaði Nordin Manai, stjóri í Marco Polo, við eysturríksku avísini Mynd í blaðnum av Eddi Leyni við eysturríkska frímerkjasavninum Føðingar 28. oktober fingu Elsebeth og Ludvík Lydersen, Viðareiði, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3600 gr. 11. juni fingu Eyðhild Mørk, Vági, og Gunna H. Peter­ sen, Trongisvági, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 3440 gr. 13. juni fingu Jónfríð Joensen og Jón Michael Borgardal, Tvøroyri, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 3360 gr. 16. juni fingu Jacobina Eliasen og Sørin Petersen, Viðareiði, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 4000 gr. 16. juni fingu Inger Ziska Simonsen og Johan Simonsen, Hoyvík, ein son. Hann var 56 cm langur og vigaði 3850 gr. 16. juni fingu Guðrun Rasmussen, Tórshavn, og Bárður Vilhelmsen, Vestmanna, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 3750 gr. 16. juni fingu Rakul Pálsdóttir Vang og Signar Joen­ sen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3375 gr. 17. juni fingu Birita og Bjarni Hansen, Nólsoy, ein son. Hann var 49 cm langur og vigaði 2700 gr. 17. juni fingu Sonja og Esmar Simonsen, Fuglafirði, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3350 gr. 20. juni fingu Anja og Páll Holm, Rituvík, ein son. Hann var 58 cm langur og vigaði 4715 gr. 21. juni fingu Sonja og Allan Norðgerð, Leirvík, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 4325 gr. 22. juni fingu Anna og Reynhold Madsen, Tórshavn, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3470 gr. 24. juni fingu Kára Arthursdóttir Olsen og Páll Olsen, Klaksvík, ein son. Hann var 50 cm langur og vigaði 2800 gr. 80 ára føðingardagur Fríggjadagin 25. juni fyllur Óli Finnsson Glyvrar, 80 ár. Hann er burturstaddur. 80 ára føðingardagur Leygardagin 26. juni verður Hjørdis Joensen, Vágur, 80 ár. Tey ið ynskja at heilsa uppá Hjørdis eru hjartaliga vælkomin á Bakkan 3. juli millum kl. 11 og 17. 80 ára føðingardagur Leygardagin 26. juni verður Elinborg Húsgarð í Syðrugøtu 80 ár. Hon er burturstødd føðingardagin. 90 ára føðingardagur Fríggjadagin 25. juni verður Sanna Johannesen í Æðuvík 90 ár. Tey ið ynskja at heilsa uppá Sannu eru hjartaliga vælkomin til morgunmat á Eusturoyar Røktar og Ellisheimi leygardaagin 26. juni millum kl. 10 og 14. 95 ára føðingardagur Sunnudagin 27. juni verður Signy Nordenskjold í Vági 95 ár. Dagurin verður hildin í salinum hjá Frelsunarherinum í Vági frá kl. 14 til kl. 18. Prógv Jaspur Ólavsson Tausen av Toftum hevur lokið prógv sum fiskiskipari av 1 grad og setteskipari á Skagen Skipperskole. Merkisdagar Frá vinstru: Bjarni Petersen, Fríðrik Heinesen, Benadikt Joensen og Heðin I. Abrahamsen. Uttast høgrumegin er Jim Brown, professari á Náttúruvísindadeildini, sum hevur staðið fyri fakliga innihaldinum í útbúgvingini. Myndamaður: Petur Zachariassen