Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-25, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. juni 2010síða 15

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 99 · 25. juni 2010 15 VIKUSKIFTI »Tá er mann móður,« segði hon. Segði hon – í kallkyni. Hon segði ikki móð, hon segði móður. Jú, eg spurdi eina servitrisu, sum plagdi at arbeiða á stórum veitslum. Hon bar á borðini, rækjubland, steikta steik og ís, sodavatn og vín, sangir, og rovini av borðunum aftur. Spurdi hana, um hetta var ikki strævið arbeiði og øgiligt baks at ganga aftur og fram, aftur og fram, fram og aftur í allar teir nógvu tímar, sum eitt føroyskt borðhald varar. Borðhald við sangum og vøggu fimleiki og maratonrøðum og heilsum, longum sum Noregsstrond, sjey roykisteðgum og borðstjóra við skemtisøgum úr donskum viku bløð­ um latnar í føroysk nøvn. Jú, svaraði hon, tá borðhaldið endi liga var liðugt og ruddað var av skeivu megin midnátt, var mann altso móður. Eg eri farin at stúrsa við, hvørja ferð kvinnur tosa um seg sjálvar í kallkyni. Alt, sum tær eru ella vóru ella verða, endar við ur ella ir (í Havn). Fyrr gav eingin, uttan onkur rabiatur reyðsokkur (aftur kallkyn har), sær rættiliga far um júst hend an krókin, hetta skýmaskotið, í kynja­ mismuninum. Men nú so nógv er skrivað og enn meira sagt um kúg að­ ar kvinnur, líka síðani Gud gjørdist hon ella Gudrun, er hetta farið at skurra gjøgnum tinnitussan, tá hon sigur, hon er móður ella illur ella líkasælur ella ikki málkønur. Eg meini so við, eingin maður, heldur eingin fulltime geikari, hevði sagt, at tá er mann móð. Kanska hava tey grein í sínum máli, tey, sum siga, at málið er av sterkastu kúgingaramboðum, sum ikki brúka krút. Føroyingar tosa meira danskt enn føroyskt til dømis. Kvinnur tosa í kallkyni. Vorðið sum sjálvmál. Orða­ bøkur, tær eru í kallkyni. Málstríð er byrjað um heims­ kort ið, sum ikki er komið enn, ikki skrivað enn, skilst. Hví skulu vit siga Ungarn og ikki Magyar Köztársaság, sum hetta miðevropiska landið eitur á egnum máli? Hví siga vit Rekkavík og ikki Reykjavík? Eg var í Republika e Shqipërisë í 1996. Ein rík ferð í einum fátækum landi, har sum rossavognar og bilar av slagnum Mercedes, Audi og BMW royndu at troðka hvønn annan av vánaligu vegunum. Bilarnir stolnir í gamla vesturevropa. Rossavognarnir heimagjørdir. Har sum ein dupultur arak kostaði eina krónu ella minni enn tað. Hvar var eg, spyrt tú? Jú í Shqipërisë...ája, Albania, sum vit siga. Skulu vit taka politiska støðu og siga Burma, sum bretska hjálanda­ veldið kallaði landið í Asia? Ella skulu vit siga og skriva í kortið hjá okkum Myanmar, sum tráðbeitna og illa lýdda hernaðarstýrið sigur, at landið eitur? Danskarar hildu okkum fyri gjøldur við sínum staðarnøvnum í Føroyum, Glibre, Solmunde og so framvegis. Tað sama í Grønlandi, Sukkertoppen. Eru vit føroyingar frælsishugaðir, kúgaðar ella bara nøgd? Hetta við málinum er ikki bara at stava rætt og benda rætt. Ein helt, at málið er so stirvið, at tað ber ikki til at benda tað, hóast øll megi verður løgd í bendingina. Er nakar dugur í at duga málið? Málið er eisini politikkur, kynspolitikkur, frælsispolitikkur. Átti at verið skúlapolitikkur eisini, tá føroyingar ikki duga føroyskt eftir tíggju ár í føroyska fólkaskúlanum. Móður, móðari, móðast. Orðið er frítt, men stavið tað rætt og havið tað í røttum kyni, takk. Føroyskt er líkasum bara ókey, på godt og ondt. Masculinum UmaftUrafturuM høgni djurhuus Ein øðrvísi kongsvitjan sum vanligt, er skráin fyri vitjanini sera trong, og hendir okkurt, ið ger tað neyðugt at broyta skránna, er samstundis eisini neyðugt at hava okkurt annað klárt, so alt kann halda fram, sum var einki hent. Tað hevur eydnast okkum at fáa óalment innlit í alternativu skránna. • Kongshjúnini koma í land av Dannebrog í havn sunnudagin, og beinanvegin verður gingið niðan í Ebenezer til morgunmøti, har imme dam talar. síðani verður døgurði á brennistøðini, har borgarstjórin borðreiðir við røstum fiski, garnatálg og sperðli. Aftaná fer drotningin í Listaskálan, har savnsleiðarin vísir henni runt í bingjuni hjá Tróndi, og samstundis fær kongur døgurðaslang umborð á dannebrog. • Mánamorgunin purra kongshjúnini út á herberginum, har tey eisini eta morgunmat saman við gestunum, áðrenn koyrt verður við flogrutuni vestur í Vágar, har farið verður upp á gólv í einum tómum hjalli. seinnapartin gongur leiðin norður í sundalagið at hyggja at turraum áum, og endað verður í Funningsfirði, har gingið verður túr á havnarlagnum. • Kongshjúnini gista týsnáttina í tjaldi á skóta­ deplinum á Selatrað, og týsdagin verður so farið til runavíkar, har vitjað verður niðriundir umborð á sluppini høganes. seinnapartin verður farið til Klaksvíkar, har hugt verður at olju­ og øðrum virksemi í Ánunum, áðrenn matpakki verður etin úti í Grøv. • Mikudagin verður farið í Sandoynna, har drotningin skal grava fyrsta spakan til nýggju ítróttarhøllina, meðan kongur fer at royna við oddi á sandsvatni. síðani verður siglt við dannebrog av skálavík til sørvágs. Áðrenn tørnað verður inn, verður vitjað á Politistøðini í Miðvági, um nakar er inni. • At enda hósmorgunin fáa kongshjúnini enskan morgunmat við soppum í skúlanum á Giljanesi, áðrenn verður farið umborð á dannebrog, ið leggur frá landi við kós í landsuður. Góðanátt! Jacob Vestergaard fer at leggja seg millum bæði tilmælini. Kringvarpið Fullir avstað? Tá føroyingar fara uttanlands at fáa hjálp fyri sínar trupulleikar við vektini, eru teir ikki einsamallir. Dimmalætting Promillufótbóltur B36 fyrstu ferð fult síðani í apríl. Kringvarpið Mannaátari við floytu Sjálvandi bíti eg nógv merki í dómaran Petur Reinert á Rás2 Fylgir trukkur við? Stríðið um listaverkið Bládýpið hjá Tróndi Paturssyni er av, og Listasavnið tekur nú ímóti nógv umrøddu bingjuni sum gávu. Kringvarpið Óheft og álítandi? Kongaliga manningin hevur høga stjørnu millum flestu føroyingar. Oddagrein í Dimmalætting Tolir ikki spenningin? Gamla útgerðin er ótíðar­ hóskandi, og kann ikki vísa teir nýggjastu filmarnar. Kringvarpið ranga í strúpan Heindrikkur kongur og Margreta drotning avmyndað, meðan tey beundra nýtt asfalt á síðstu vitjan síni í Føroyum Nú Margreta drotning og Heindrikkur kongur vitja, er brúk fyri einari alternativari skrá, um veðurlíkindi ella aðrar umstøður skuldu gjørt, at neyðugt var við frávikum lagt tIl rættIs: Hilmar Jan Hansen