fríggjadagur 25. juni 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 25. juni 2010 · Nr. 99
Sosialurin
Oktobur 2009 legði navnin Einar
abbi árarnar inn, 98 ára gamal.
Hesin fryntligi, skemtingarsami,
bersøgni og áhugaverdi maðurin,
spákandi Norðuri á Bakka, við
ørmunum aftur um bak, einari ball
í munninum og keppi á høvdinum.
Ja hetta er ein av myndunum, eg
havi av abba mínum á hansara
heystar døgum. Uttan iva á veg
niðan á fótbóltsvøllin at hyggja
eftir fótbólti, sum hevði hansara
stóra áhuga. Og keppurin - jú hann
snaraði runt á høvdinum og hevði
onga fasta legu undir dystinum,
meðan hann í gummi skóm royndi
at sparka fyri at fáa bóltin í netið.
Hann mátti hava pláss rundan um
seg. ” Nei nei, teir duga ikki at skjóta
uppá mál og spæla ikki saman”.
Hetta vórðu viðmerkingarnar til
hvønn dyst.” Hevði eg verið ungur,
so hevði eg gjørt minst 20 mál”
og so flenti hann so hjartaliga,
meðan ball pakkin bleiv tikin úr
lummanum.
Einar Joen Oluf Petersen varð
borðin í heim í Fugla firði 2. sept.
1911. Sonur Dánjal Jákup á Bakkan-
um og Suður oyar Kristinu. Tey
fingu 11 børn, 7 synir og 4 døtur.
Sum 4 ára gamal fór abbi, saman
við bróðurinum Sofusi, suður til
ommu sína í Sandvík at búgva.
Barnaskógvarnir blivu traðkaðir í
Kvilt í Sand vík, og mangar søgur frá
barna og ungdómsárunum í suðri
eru fortaldar okkum. Sjálvur greiddi
abbi frá tíðini sum óviti, til fjals og
fjøru. Tað, sum hugtók mest, vóru
túrarnir í haganum á rossabaki
við” Sandinginum” og teir mongu
túrarnir í bjørgunum og serliga á
Ásmundarstakkinum. Tað vóru tó
ikki bert góðar løtur frá hesari tíð,
men mangar strævnar løtur eisini.
Einar fór til sjós sum blaðungur, og
sum 20 ára gamal flutti hann norður
aftur til Fuglafjarðar at búgva.
Hann giftist við Palmu Poulsen,
dóttur Johan Paula og Petru, og
flutti hann inn til verforeldrini at
búgva tað fyrstu tíðina. Minnist
ofta hann segði mær, hvussu væl
verforeldrini tóku ímóti sær, tá ið
hann flutti aftur til Fuglafjarðar.
Einar og Palma settu búgv
Norðuri á bakka í Fuglafirði, og
fingu tey sjey børn. Alexsandra og
Maria búgva í Danmark, Dinna,
Hjørleif, Áku og Petur búgva í
Fuglafirði, og Niels býr á Skála. Abbi
sigldi nógv ár sum motorpassari, og
tá ið hann gavst at sigla, hevði hann
siglt væl yvir 40 ár. Øll krígsárini
sigldi hann, og mangar eru søgurnar
frá honum um hesa ótryggu tíð
á sjónum og um hansara leiklut
sum minuskjútti. Tað var mangan
buldraligt, og upplivdi hann, at
aðrar sluppir fórust í sama illveðri,
sum teir vóru staddir í.”Eg havi
nógv at takka Guði fyri”, segði hann
altíð, tá tosað bleiv um sjólívið,
”men eg havi verið giftur við
verðsins bestu konu, sum tók sær av
børnunum, meðan eg var burtur”.
Jú, satt er tað, og untist teimum at
halda gull brúd leyp saman. Omma
andað ist í desembur 1988, og tóm-
rúmið í heiminum Norð uri á Bakka
gjørdist stórt.
Tá abbi gavst at sigla, fór hann
at arbeiða á Skála skipasmiðju
sum sveisari í nøkur ár. Eina stutta
tíð arbeiddi hann hjá S.E.V, og tey
seinastu
arbeiðsárini
arbeiddi
hann á Handils og frystivirkinum
í Fuglafirði, og gavst hann at
arbeiða, stutt áðrenn hann bleiv
áttati ár. Síggi hann fyri mær, tá
hann greiddi okkum frá, at teir
høvdu havt vitjan á fiskavirkinum
av danska forsætisráðharranum,
Poul Schlüter saman við løg manni.
Abbi stendur, saman við øðrum
monnum, við eitt borð og skilur
fisk, tá Poul Schlüter stingur høvdið
fram ímillum teir og sigur.”Nå, det
er nogle store helleflyndrer, i har
her”. Abbi vendir sær á og sigur við
Schlüter. “Her er det godav først”.
“Nå ja, godav godav” sigur Schlüter,
og so flentu teir báðir og fingu
eitt gott prát saman. “Jú jú, man
skal altíð biðja góðan dag, høgur
sum lágur”. Soleiðis var hansara
lyndi – fryntligur, bersøgin og
altíð klárur við einum svari. Hann
roykti sum ein trolari og ein dagin
segði ein maður við hann.” Einar,
um tú ikki hevði roykt so illa og
leingi, so kundi tú átt eina flotta
Villa?”. “Tað er møguligt, men tú
hevur ongantíð roykt, hvar er tín
Villa?”. Jú væl dugdi hann at svara
aftur. Ótolin var abbi eisini. Um
avtala var gjørd við onkran um eitt
klokkuslett, hann skuldi heintast, og
viðkomandi var ov seinur, so segði
hann altíð: “Tú kanst ikki brúkast
umborð á trolara”. Eitt klokkuslett
var eitt klokkuslett. Serliga var tað,
tá ið hann skuldi koyrast út at geva
seyðinum, at hann var ótolin. Men
tá tað var sagt, so flenti hann so
hjartaliga.
Áhuga fyri viðurskiftum í sam-
felagnum hevði hann eisini, og
viðmerkingarnar vóru nógvar við
hvørt døg urðaborð, meðan tíð ind-
ini vóru. Á politiska pallinum var
tað javnaðarflokkurin, sum fekk
krossin við hvørt valið. “Tað var
verkamaðurin, sum helt landinum
uppi”, plagdi hann at siga. Á ítróttar-
liga pallinum var hann stoltur. Rætti
seg upp um góðu ítróttaravrikini hjá
børn um, abbabørnum og lang abba-
børnum. “Ein hjá mer (mær)“,plagdi
hann at siga á suðuroyardialekt.
Eftir komarar hava vunnið mong
føroyameistaraheiti
í
ymisk um
ítróttargreinum, og hevur hann havt
umboðan á fótbóltslandsliðnum,
hond bólts lands liðnum,
flog bólts -
lands liðnum,
svimji lands liðn um
og nú eisini fim leika landsliðnum.
Eisini hava eftir komarar, búsitandi
í Danmark, klára seg sera gott.
Ikki sørt, hann reypaði um hesi
ítróttaravrik. Og so hansara stóri
áhugi til sjólívið. “Um sjómaðurin
hevur tað gott, so hava øll tað
gott”, plagdi hann at siga. Sjálv ur
sigldi eg í nøkur ár við partrol ara,
og plagdi hann at ringja umborð
fyri at frætta um fiskarí. “Hvar
eru tit staddir, hvat hava tit fiska
og hvørjum dýpi eru tit á?“, spurdi
hann. Og tá illveður var, kundi hann
bara biðja okkum koma inn at kroka,
helt ikki at vit skuldu leggja ov nógv
fyri. Tá vit høvdu landað, vildi hann
kenna vektina og ikki minst prísin.
Kendu vit ikki prísin, so vóru vit alt
ov lítið áhugaðir. “Tit mega kenna
inntøkuna av túrinum beinanvegin”,
segði hann. Fekk hann prísin og
vektina, so fór hann at rokna út,
hvat inntøkan hjá mær hevði verið
fyri túrin. Jú áhugin fyri fiskarínum
var stórur, og frøddist hann, tá tað
gekk øllum væl.
Tónleikur hevði eisini hansara
stóra áhuga, og stuttligt var at
síggja hann tríva í mandolinuna
og hoyra hann syngja og spæla
av lívsins kreftum. “Nei, sangari
havi eg ongantíð verið, ella er tað
mandolinin, sum ikki stemmar”,
segði hann við einum skálkabrosi.
Men eg haldi, at tað var á heilt
góðari leið. Síggi hann fyri mær, har
hann situr í stólinum, droymandi í
aðrari verð og lurtar eftir vøkrum
sálmasangi. Letur armin sveima
aftur og fram. Jú blundandi
dirigerðar hann, livir við, droymir.
“Bert ein dag, eitt bil í senn eg fái”,
tað varð hansara sálmur.
Abbi flutti á ellisheim, tá hann
var blivin 92 ára gamal. Sjúka
forðaði honum at klára seg sjálvan,
og var hann á ellisheiminum tey
seinastu seks árini, líka til hann
legði árarnar inn. Starvsfólkið vóru
góð við hann og tóku sær væl av
honum. Heimið Norðuri á Bakka í
Fuglafirði var eitt andaligt og fjálgt
heim. Heimið saman við ommu og
abba, bleiv mítt barndómsheim.
Kundi ikki fingið betri.
Takk fyri alt omma og abbi.
Einar
Bert ein dag
orð og lag: ókendur Lina Sandell
umsett: Jógvan Nolsøe
Bert ein dag, eitt bil í senn eg fái.
Ríka troyst til stirda sál og ond!
Hví nú stúra? Lít á Harrans náði,
alt jú hvílir í Guds faðirs hond.
Hann, sum alt mítt ber í faðir barmi,
hvønn ein dag á fold mær senda vil
partin mín av frøi og av harmi,
sum eg júst man treingja til.
Hann mær nær vil allar dagar vera
veita náði mær til hvørja tíð,
hvørja tunga stúran hann vil bera.
»Kraft og ráð«, so eru orð hans blíð.
Hann vil verja hvørt eitt barn sítt kæra,
metta sálir við sítt náðiborð.
»Sum tín dagur skal tín styrki vera«
– so hans lyftiríku orð.
Hjálp mær tá at líta trygt við vissu
bert á tíni lyfti, Harri kær’,
so ei trúar djúpa frið eg missi,
sum títt orð bar mínum hjarta nær!
– Vil í lund mær stúran taka ráðið,
veit mær styrk av tíni faðirhond;
bert ein dag, eitt bil í senn eg fái,
takkar stillan eyðmjúk ond!
Nøvn
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Minningarorð
Einar Suðring, Fuglafjørður
Eirikur Norðberg fekk 24. juni
prógv sum maskinmeistari á DTU
í Danmark. Umframt at fáa prógv
sum maskinmeistari, fekk hann
eisini handaða heiðursgávu frá A.P.
Møller Mærsk fyri besta avrik.
Eirikur er ættaður úr Vági og
er sonur Jóanes og Gunnleyg
Norðberg. Eirikur er giftur við
Ingunn Norðberg úr Tórshavn.
Maskinfakið
er
ikki
ókent
í
familjuni, bæði pápin og abbin eru
maskinmeistarar.
Eirikur Norðberg:
Besti maskinmeistari
Eirikur Norðberg (v.m.)
fær handað prógvið
Mynd: Bárður Norðberg