fríggjadagur 25. juni 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 99 · 25. juni 2010
14
VIKUSKIFTI
Til arbeiðis
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Hon er úr Haldarsvík; hann úr Tjørnuvík.
Tey giftust í 1978 og fluttu í nýggj hús í
Tjørnuvík í 1980. Meðan hann sigldi sum
dekkari við kubabáti í nógv ár, var hon
heilt fram til 1995 heima hjá børnunum,
tey fingu. Tá yngsta barnið av fýra var
fimm ára gamalt, fór hon fyri fyrstu ferð
út á arbeiðsmarknaðin.
Jónhilda Magnussen, sum er 52 ára
gom ul, arbeiðir í dag á matvøruvirkinum
Krás, sum P/F Poul Hansen eigur í Hósvík.
Har hevur hon starvast í stívliga trý ár, og
hon dylur ikki, at hon stórtrívist á virk
in um.
– Eg arbeiddi á Rækjuvirkinum á
Oyri í eini 10 ár, og mær dámdi sera
væl. Hetta var eitt gott arbeiðspláss
við góðum fólki. Væntaði ikki at finna
nakað so gott arbeiðspláss aftur, men
tað gjørdi eg, tá eg byrjaði á Krás.
Hóast talið av arbeiðsfólki var nógv
størri á rækjuvirkinum, kennist tað tó
ikki keðiligt, at vit bara eru eini 912
fólk til arbeiðis á Krás – alt eftir, hvussu
nógv er at gera. Hetta eru ógvuliga
fitt og hjálpsom fólk, sum eru løtt at
umgangast – og samanhaldið er gott.
Hon sigur, at í løtuni er bert ein
útlendingur á virkinum, ein russi, sum
býr í Føroyum og tosar føroyskt.
– Í mínari tíð hava verið upp í
tríggir útlendingar á virkinum í senn
– russin, ein kvinna úr Serbia og ein úr
Thailandi, og eisini hetta hevur riggaði
væl. Øll røsk og sera dugnalig fólk.
Eingin dagur eins
Jónhilda sigur, at tá Krás er eitt mat
vøru virki burtur av, kann tað við
hvørt kennast eitt sindur kalt inni á
virkinum.
– Men letur tú teg í eftir umstøðunum,
er hetta eingin trupulleiki. Ein annar
møguleiki er, at tú bara arbeiðir eitt
sindur meiri, leggur hon brosandi
aftrat.
Ein vanligur arbeiðsdagur á Krás
byrjar klokkan 07, men mánadag
verður byrjað klokkan 06.
– Eingin dagur í vikuni er eins, tí
framleiðslurnar eru ymiskar hvønn
dagin. Men taka vit viku eftir viku,
eru vikurnar sjálvsagt rættiliga líkar –
fyri ikki at siga eins. Eitt sindur ymiskt
kann vera, hvussu langir dagarnir eru.
Onkuntíð eru vit liðug klokkan 14, men
vanliga arbeiða vit til klokkan 15, um
ikki verður arbeitt yvir.
Sum blaðung arbeiddi Jónhilda eitt
skifti í matvøruhandli í Haldarsvík
og aftrat Rækjuvirkinum og nú
Krás, arbeiddi hon eisini eitt skifti á
fiskavirkinum í Haldarsvík.
Vildi uppala børnini
Eitt, sum er áhugavert við víkar
kvinnuni, sum býr í Tjørnuvík er, at
hon var heima og ansaði børnum og
húsi øll árini, til tey elstu børnini vóru
vaksin, og heilt til yngsta barnið var
fimm ára gamalt og fór í dagrøkt í
bygdini. Í Tjørnuvík býr eisini mamma
Steinbjørn og omman til børnini, og her
kundu tey eisini koma, tá tey vildu.
– Sama ár, sum vit giftust, fór
maður mín Steinbjørn at sigla sum
dekkari við kubabáti, og her var hann
í eina fjórðings øld. Øll tey næstu árini
passaði eg børn og hús. Hóast eg ikki
var á arbeiðsmarknaðinum og tjenti
pening, fingu vit tað at mala runt
kortini. Vit kláraðu okkum í hvussu er
við tí, sum maðurin tjenti.
Síðan Steinbjørn legðist uppi fyri
eini 45 árum síðan, starvaðist hann
fyrst eitt skifti hjá Føroya Tele og síðan
hjá Articon, har hann framvegis er í
starvi.
Segl eftir inntøku
Jónhilda sigur, at í dag, nú hon starvast
hjá Krás, og hann er hjá byggifelagnum,
eru bæði tímalønt, og tað gongur
eisini.
– Jú, fíggjarliga rásarúmið er nakað
størri nú, enn tá hann var einsamallur
um at tjena. Eg havi lært, at neyðugt
er at seta seglini eftir inntøkuni. Er
ein inntøka, kanst tú ikki hava alt,
og tá ber heldur ikki til at hava bil í
túninum, samstundis sum ferðast
verður uttanlands í heilum.
Hon vísir á, at ymiskt er, hvussu
fólk liva.
– Tá okkara børn vóru smá, keypti
eg ikki nýggjar buksur ella hosur fyri
tað, um hol kom á. Holini á buksunum
vórðu bøtt, og hosurnar stoppaðar.
Systkin brúktu klæði, sum eldri systkin
høvdu brúkt, tú gav klæðir frá tær, og
tú fekst klæði frá øðrum, tá tey ikki
passaðu meiri. Fólk fóru ikki bara í
handlarnar at keypa nýtt.
Kanska gamaldags
Jónhilda Magnussen vísir á, at kanska
er hon gamaldags, men hon vildi gjarna
uppala børnini sjálv.
– Míni børn eru soleiðis ikki uppald
av pedagogum, men kortini hava tey øll
klárað seg væl. Eg havi slett einki ímóti
pedagogum, men eg helt tað ikki vera
rætt at fara út at arbeiða frá smáum
børnum og koyra tey í dagrøkt. Í aðrar
mátar er dagrøktin kostnaðarmikil, um
tú hevur meiri enn tað eina barnið.
Sjálv sá eg onga meining í at fara út
at arbeiða – bara fyri at fara út, sigur
hon.
Sjálv hevur Jónhilda onga útbúgving,
og tað hevur maður hennara Steinbjørn
heldur ikki.
– Eg gekk 7 ár í skúla, og tá 8. flokkur
kom á Oyrarbakka, fór eg í skúla har. Eg
tímdi ikki serliga væl at ganga í skúla
og fór tískil ongantíð víðari. Einasti
skúli, eg havi út yvir 8. flokk, er eitt
skeið á Føroya Fólkaháskúla, sum vardi
í einar fimm mánaðir, sigur hon.
Syngja Kingo
Eitt, sum kanska sermerkir heimið hjá
Jónhildu og Steinbjørn í Tjørnuvík eitt
sindur í mun til eitt vanligt føroyskt
heim, er, at maðurin í fleiri ár hevur
verið hugtikin av Kingosálmum.
– Steinbjørn er forsangari í Kingo
bólkinum, og í bólkinum syngur eisini
ein av gentum okkara, sum eisini er
hugtikin av hesum. Av bólkinum,
sum telir eini 1516 fólk, er umleið
helmingurin kvinnur. Pápi Steinbjørn,
Hans, sang eisini Kingo.
Jónhilda sigur brosandi, at tað er
ikki so sjáldan, tá bólkurin skal út at
syngja, at hon hoyrir mannin syngja
Kingo, meðan hann er undir brúsuni.
– Jú, eg haldi, at hetta er hugnaligt.
Sjálv syngi eg ikki Kingo, tí onkur skal
vera áhoyrari, sum fryntliga kvinnan í
Tjørnuvík tekur til.
– Tá okkara børn vóru smá, keypTi eg ikki nýggjar buksur ella hosur
fyri Tað, um hol kom á. holini vórðu bøTT ella sToppað. sysTkin fingu
klæði, sum eldri systkin høvdu brúkT, Tú gav klæðir frá Tær, og Tú
feksT klæði frá øðrum, Tá Tey ikki passaðu meiri. fólk fóru ikki bara í
handlarnar aT keypa nýTT, sigur VíkarkVinna, sum býr í Tjørnuvík
Ger mat á Krás
Til arbeIðIs
Navn: Jónhilda Magnussen
starv: Arbeiðsfólk
besta við starvinum:
Hjálpsom fólk og
gott samanhald
ringasta við starvinum:
Eitt sindur kalt viðhvørt.
starvstíð: 2007
starvsfólk: 9-12
staður: Hósvík
leiðari: Alberg Gaardlykke
faKta jónhilda
– Eg havi lært, at neyðugt er
at seta seglini eftir inntøkuni,
sigur Jónhilda Magnussen sum
stórtrívist á Krás í Hósvík
Mynd: vilmund jacobsen