fríggjadagur 25. juni 2010síða 18
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 25. juni 2010 · Nr. 99
18
Sosialurin
Randi Jacobsen
Fleiri fólk við heilaskaða hava ikki
somu møguleikar sum tey frísku
at ferðast. Summi sita í koyristóli,
onnur eru illgongd. Harfyri ger
tað eisini teimum eins og øllum
øðrum væl at sleppa burtur og
uppliva nakað annað.
Annaðhvørt ár skipar Heila
fe lagið fyri uttanlandsferð fyri
limum sínum, og ferðin í ár var í
mai.
– Tað riggaði stað væl hjá
okkum at ferðast við Norrønu,
sigur Bjarne Juul Pedersen.
Ferðalagið slapp umborð ein
tíma fyri, at hini ferðafólkini
komu, vóru koyrd yvir til lyftuna
og so upp á kømrini.
– Serligu kømrini eru so væl
innrættað, at eingin orsøk er hjá
illgongdum fólkum at halda seg
aftur vi at ferðastm, sigur hann.
Tey 32 ferðafólkini fóru úr
Før oyum leygardagin fyri hvítu
sunnu. Fýra teirra vóru serliga illa
fyri við at ganga, men alt gekk væl
kortini, tí tey fingu so góða hjálp
allastaðni.
Sjúkrasystir og heilsuhjálpari
voru við í ferðini.
Bussurin koyrdi fólkini til
Skærbæk í Suðurjyllandi. Tey gistu
í einum fritíðarbý við húsum, sum
eru innrættað til fólk í rullistóli.
Frítíðartilboðini voru nógv. Har
var stórt ítróttarøki, svimjihøll,
bovlinghøll og mangt annað.
Fleiri útferðir
Dagin eftir, sum tey komu til
staðið, fóru tey útferð til Schack
en borgslottið, har Joakim prinsur
býr. Tey vórðu vístu runt á økinum,
vitj aðu slottið og fingu ein góðan
frásøgumann at siga søguna.
Tey vitjaðu eisini kirkjuna, har
Joakim prinsur og Marie vórðu
vígd.
Tey gistu so tætt við markið til
Týsklands, at væl bar til at fara ein
túr suðurum til handils
Ein dag koyrdu tey í nakrar
tímar í hestavogni á økinum uttan
um Skærbæk, og ein dagurin var
ítróttardagur. Tá spældi ein partur
av teimum bozzia.
Ein dag vóru tey til handils
i Bilka. Hálvur fimti tími varð
settur av til ferð og at keypa, men
tíðin rakk ikki.
– Tað var ein ótrúliga góð
ferð. Um kvøldið sótu vit í felags
húsinum og trallaðu og sungu og
høvdu tað stuttligt, sigur Bjarne
Juul Peder sen.
Tey stuttmintu heilaskaddu
høvdu eisini stóra gleði av túr in
um. Ein stuttlig løta er altíð góð.
Túrin heim aftur gekk líka væl
sum ferðin úr Føroyum.
– Vit kendu næstan ikki fólk
ini aftur. Tey vóru so glað og full
komiliga broytt, sigur Bjarne Juul
Pedersen, sum ætlar sær at hjálpa
til við at skipa fyri næstu ferð hjá
Heilafelagnum aftur um tvey ár.
Mentu seg á ferðini
Útferð Heilafelagið var fyri stuttum á ferð í Danmark eina viku. Tað ger teimum heilaskaddu ómetaliga væl
at sleppa ein slíkan túr, sigur Bjarn Juul Pedersen, sum saman við Jóannesi Rasmussen skipaði fyri túrinum