fríggjadagur 25. juni 2010síða 18
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 99 · 25. juni 2010
18
VIKUSKIFTI
hana og segði henni, at eg var blivin
forelskað í ein um føroyingi, og at eg
ætlaði at bú seta meg her í Hvalba.
– Hon spurdi, um eg var blivin í
ørviti. Um eg veruliga visti hvat eg
gjørdi, og um eg mundi fara at trívast
í ein um so lítlum plássi. »Og so kennir
tú held ur ikki eitt menniskja har«, legði
hon dent á.
– Men eg visti faktiskt eitt lítið
sindur um Føroyar - at tað er undir
Dan mark, eins og Grønland. Og eg visti
eisini, hvar Føroyar lógu, men fam-
iljan hevði ikki ánilsi av, hvar tað var
eg ætl aði mær at búseta meg, greiðir
hon frá.
Systirin var ikki liðug at seta spurn-
ingar: Hon vildi eisini hava at vita,
hvussu Arousiak var vís í, at hon kundi
stóla uppá henda ógifta sjómannin. Tey
høvdu jú bert hvørt annað á alnetinum
og bert verið stutta tíð saman við hon-
um í Keypmannahavn.
Men Arousiak var vís í síni søk.
Hetta kom av teirri einfaldu orsøk, at
maðurin eisini var trúgvandi eins og
hon. Tey høvdu eisini tað til felags, at
tey kundu deila ta kristnu trúnna hvørt
við annað.
– Jú, eg fekk beinanvegin eitt gott
inntrykk av honum. Hann er bara fittur,
brosar hon.
Í mars mánaði í 2004 blivu tey
gift, og hava síðani verið fleiri ferðir
í Kuwait og vitjað.
– Og um tit koma aftur um ein
mánað, so skal eg bjóða tykkum ein
kaffi munn í okkara nýggju húsum her
í Hvalba.
Hvalba er himmalin
Í arbeiði sínum innan ferðavinnuna
hevur Arousiak altíð havt stóran áhuga
fyri teim upplivingum, sum náttúran
kundi geva teimum vitjandi. Í Føroyum
varð hon ikki skuffað í so máta.
Fyrsti túrurin til Føroyar stendur
sum vera man fastur í minninum á
Arousiak. Tá tey flugu inn yvir Føroyar
var hon ovfarin av, hvussu vakurt alt
var. Og myndatólið klikti óført út
gjøgn um vindeygað.
Tá hon so koyrdi við bussinum til
Havnar, gjørdist hon ikki minni ovfarin
av øll um vakurleikanum. – Eg bleiv við
at siga: »Oh, my God. Hetta er sum
Himm alin. Hetta er sum himmalin.«
Eftir at hava steðgað eitt lítið bil í
Havn, skuldi leiðin leggjast um Suður-
oyarfjørð. Her slapp hon beinanvegin
at royna, hvat tað vil siga at búgva í
ein um oyggjalandi og »vejrgudernes
tumleplads«, í mun til eitt heitt og
veður gott fastland.
Tey fóru av Havnini við tí undanfarna
Smyrli í allarbestu líkindum at sigla,
men tað vardi ikki leingi, fyrrenn sjó-
verkurin hóast hetta byrjaði at gera seg
galdandi.
– Vit høvdu ikki siglt í meiri enn 15
minuttir, fyrrenn eg byrjaði at spýggja.
Og eg spýði faktiskt allan vegin suður,
sigur hon brosandi. – Mitt í allari rok-
anini angraði eg eina lítla løtu at eg var
komin her, og eg segði, at »Eg orki ikki
hetta lívið. Eg orki ikki hetta lívið. Eg
vil sleppa heim aftur til Kuwait!«
Soleiðis kom kortini ikki at ganga,
tí stutta tíð eftir hetta fekk Arousiak
ar beiði – umborð á Smyrli.
– Hetta er eitt sera gott arbeiðspláss,
og vit hava tað sera gott saman, bæði
umborð men eisini í landi.
Arousiak, Agassi, Cher og tey
Arousiak er fødd í Kuwait, men roknar
Armenia sum heimland sítt, hóast hon
ongatíð hevur búð her.
Foreldur hennara, og foreldur teirra,
eru ættað úr Armenia. Fyri sløkum 100
árum síðani var sera ófriðarligt í land-
inum, orsakað av kríggi við Turkaland,
so abbi og omma hennara flýddu
haðani til gongu, til tað meiri friðarliga
Sýria land.
Gott var at tey gjørdu hetta, tí annars
var vandi fyri at tey høvdu mist lívið,
eins og 1,5 mió aðrir armenar gjørdu
í sambandi við fyrsta fólkamorðið í
farnu øld.
Armenar fluttu – eins og jødarnir
gjørdu tað undir nazi-tíðini – til lond
kring allan heimin, og í dag sært tú
fólk við ættarbondum haðani á nógv-
um støðum. Arousiak er m.a. err in av
kendu sjónleikara- og sjón varps stjørn-
unum Kim Kardashian og Cher, tennis-
stjørnuni Andre Agassi og sangaranum
Charles Aznavour.
– Men tey búgva øll uttanlands, og
hava m.a. pass úr Fraklandi og USA,
men eru armenar, akkurát sum eg, sigur
hon við einum brosi.
Fyrstu sjey árini í lívi sínum búðu
Arousiak og familja hennara í Kuwait,
har pápin fekk arbeiði, men vórðu
seinni noydd at flyta til Sýrialands, tí
móð ir hennara var so ring av astma.
Veður lagið her var betri fyri eina, ið
bar slíka sjúku.
– Eftir at mamma mín doyði, tá eg
var 19 ára, fluttu vit aftur til Kuwait. Og
har var eg so heppin at fáa eitt arbeiði
inn an ferðavinnuna, greiðir A frá.
Hetta arbeiðið førdi við sær, at
Arousiak fekk bjóðað í hópatali av
ókeypis ferðaseðlum, og kom soleiðis at
ferðast rættiliga nógv, saman við systir
síni bæði í Europa og í USA.
Stóri áhugi hennara fyri øðrum
lond um gjørdi eisini sítt til at Arousiak,
langt áðrenn hon kom í samband við
mann sín, visti um bæði Føroyar, Grøn-
land og Danmark.
Arousiak var vís í síni søk. Hetta kom av teirri
einfaldu orsøk, at maðurin eisini var trúgvandi
eins og hon. Tey høvdu eisini tað til felags, at tey kundu
deila ta kristnu trúnna hvørt við annað
Vit avgjørdu at fara eina túr til Føroyar,
og mær dámdi beinanvegin so væl her,
at eg fór ongatíð heimaftur
Bæði Arousiak og maðurin sigla – hon við Smyrli og hann sum kokkur við Steintór. – Tað er ikki nakar trupulleiki
at hava ein sjómann. So er man so deiliga forelskað, tá teir koma heim, sigur hon við einum brosi.
mynd: jens kristian vang